NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Amarant: Dagsins rættur Lasagna

28/1/2020

Comments

 
Billede


Týsdagin 28.01.2020
Lasanga, flutes og salat 🍽 ongin bíðitíð fyll á sjálv/ur ✨ tú kanst eisini keypa út við 😊 frá kl 11:30 til 14:00

Billede
Lýsing Amarant
Comments

60+ hugnakvøld hjá Articon

26/1/2020

Comments

 
Billede
​Samsvarandi økta virkseminum hevur Articon upplivað stóran vøkstur í starvsfólkahópinum seinastu árini. Ein partur av hesum starvsfólkahópi er tey, sum eru 60 ár og eldri. Í hesum hópi teljast í dag 28 fólk, og elsta starvsfólkið, sum starvast fulla tíð, er 77 ár.
​
Í gjárkvøldið varð skipað fyri einum hugnakvøldi, har ymist var á skránni. Stjórnin vísti m.a. á stóra týdningin, eldra ættaliðið hevur í fyritøkuni og takkaði hópinum fyri stóra íkastið gjøgnum nógv ár, tí flestu av 60+ starvsfólkunum hava verið við í tilgongdini næstan øll árini í søgu felagsins. HR-deildin legði fram ein lívsleiðspolitikk, har víst varð á, hvørji aðalmálini eru í øllum aldursbólkum, frá tí eitt starvsfólk byrjar í felagnum sum 15+, til ein kemur í árgangin 60+. HTU-deildin hugleiddi um trygdina og arbeiðsumhvørvið hjá 60+ starvsfólkunum. Eisini var umboð frá TRYGD og kunnaði um tryggingarviðurskiftini hjá starvsfólkum í hesum aldursbólki. Hallur Joensen við bólki kom eisini framvið og spældi nøkur góð løg.

Í Articon verður stór orka løgd í dygd, trygd og trivnað. Eitt av aðalmálunum er, at starvsfólk varðveita sín førleika, soleiðis at tey framhaldandi kunnu vera við til at skapa góðu úrslitini í Articon – eisini eftir, at ein er vorðin 67 ár.

Góður matur var eisini ein partur av hesum væleydnaða hugnatiltaki, sum verður afturvendandi í komandi árum.
​
Kelda: Articon

Billede
Billede
Comments

BÚNAÐARSTEVNAN 2020

20/1/2020

Comments

 
Billede
Leygardagin tann 15. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað á sætta sinni á Skúlatrøð í Klaksvík. Búnaðarstevnan er ein stevna, sum setur fokus á viðkomandi viðurskiftir innan landbúnað í Føroyum.

Búnaðarstevnan er virkin fyri tey sum hava framløgur og fyri luttakarar. Tú kanst seta spurningar og so hevur tú eisini ein góðan møguleika at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum.

Búnaðarstevnan er væl vitja og neyðugt er at skráseta seg sum luttakara.

Skrá:

Fundarstjóri: Karl Johansen, sýslumaður

10:00: Skráseting

10:30: Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna.

10:45: Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður

• landbúnaður, ferðavinna og umhvørvið

11:30: Uttanríkiðs- og Mentamálaráðið, Hovíkssáttmálin – Jenis av Rana, landsstýrismaður

12:00 Miðmálið

Framløgur:

13:00 Framløga: Jóannes Johannesen: Miðstovugarðurin framleiður/selur: Mjólk, neytakjøt,

seyðakjøt, eplir, røtur, umframt ymiskt grønmeti.

13:20 Framløga: Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen: matkovin.fo

13:40 Framløga: Heini Mohr Hermansen, Føroya Tele: GPS skipanin Spora

14:00 Framløga: John Mortensen, Jarðir: ein felags pallur fyri jarðareigarar og fyrisitarar

14:30 Framløga: Høgmofjøs AS: Nútímans seyðahús, innrætting, útgerð vm.

15.00 Framløga: Tróndur G. Leivsson, Búnaðarstovan: Seyðahald

15:30 Framløgur liðnar / kaffi vm.

16:00: Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.

Evni er: Ferðavinna og landbúnaður.

Nú hava so jarðareigarar og fyrisitarar tikið stig til at finna eina loysn. Landbúnaðurin er ein náttúrligur partur av ferðavinnumenningini og eigur at fáa góðar karmar og møguleikar til at menna seg innan ferðavinnuøki. Kjakst verður um samstarv, menning og fíggingarmøguleikar og annað viðkomandi. Pallborðsluttakarar verða úr vinnuni og fyri avvarandi mynduleikar.

Fundarstjóri og orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt

18:00 Borðhald

Neyðugt er at melda til luttøku, og kann hetta gerast umvegis fylgjandi leinkju: http://www.bunadarstevna.fo/tilmelding.html

Lýsing AXIA Advokatar
Billede
Comments

SÓKN Advokatar keypa Advokatvirkið Páll Nielsen

19/1/2020

Comments

 
Billede
SÓKN Advokatar hava keypt Advokatvirkið Páll Nielsen. Við keypinum fylgja verandi starvsfólk hjá fyritøkuni. Alt verandi virksemi heldur fram, men nú hjá SÓKN Advokatum, har Páll nú kemur at starvast.

Páll Nielsen, advokatur, sigur, at avgerðin at flyta virksemið til SÓKN Advokatar, byggir á ynski um at framtíðartryggja tænastuna hjá viðskiftafólkunum.

– Eg havi fylgt væl við gongdini hjá SÓKN Advokatum síðan tey byrjaðu. Hetta er ein fyritøka við yngri og sera dugnaligum kreftum. Hetta tryggjar mínum viðskiftafólkum støðuga og professionella tænastu.

SÓKN Advokatar fegnast somuleiðis um at hava fingið ein sera royndan og dugnaligan advokat í fyritøkuna.

– Páll Nielsen hevur nógv viðskiftafólk innan fakfeløgini. Hetta hóskar væl saman við restina av okkara virksemi. Keypið styrkir samstundis SÓKN Advokatar bæði við vitan og royndum.

Keypið er ein fyrimunur fyri viðskiftafólkið hjá Advokatvirkinum Páll Nielsen. Viðskiftafólkini hava enn somu kontaktpersónar sum áður, men fáa eisini teir fyrimunir, ið eru við at samstarva við eitt størri virki við 5 advokatum.

Starvsfólkini hjá Páll Nielsen flyta í næstum inn í Smæruna, har SÓKN Advokatar húsast.

Billede
Lýsing SÓKN Advokatar
Comments

​Nú fer Sp/f Jarðir til verka.

17/1/2020

Comments

 
BilledeÁ myndini síggjast: Sigert Paturson, stjóri – Niels Th. Pedersen, nevndarformaður – Pól Sundskarð – Símun Gullaksen, nevndarlimur – Dánial Christoffersen, nevndarlimur og John Mortensen, samskipari.
Í dag er avtala gjørd millum Sp/f Jarðir og Sp/f Hiking um, at sp/f Jarðir keypir økisnavnið hiking.fo og heimabeiti.fo frá Pól Sundskarð.

Pól Sundskarð kemur at halda áfram við at reka sítt virksemið sum ferðaleiðari. Við hesum nýggja pallinum kemur Sp/f Jarðir at samskipa og framhaldandi at menna ferðavinnutilboð kring landi. Í hesum sambandi hevur Sp/f Jarðir sett John Mortensen úr Klaksvík í starv sum samskipara av virkseminum hjá sp/f Jarðir.

Á myndini síggjast: Sigert Paturson, stjóri – Niels Th. Pedersen, nevndarformaður – Pól Sundskarð – Símun Gullaksen, nevndarlimur – Dánial Christoffersen, nevndarlimur og John Mortensen, samskipari.

Billede
Billede
Billede
Lýsing Føroya Bjór
Comments

​Blikksmiðjan í Klaksvík við nýggjari tøkni, vatnskering

13/1/2020

Comments

 
Billede
Blikksmiðjan í Klaksvík hevur fingið ein 3D vatnskerara. At skera við vatnið hevur nógvar fyrimunir serliga er tað ein reinur skeri háttur tá tað snýr seg um umhvørvi og arbeiðs-umhvøri.

Tað er einans vatn undir hátrýsti (4.150bar) og sandur ið verður nýttur at skera við.

Ein av heilt stóru fyrimununum við vatnskering er fleksibiliteturin tí tað er ikki einans stál ið kann skerast, men alt tilfar so sum glas, plastikk, timbur, grót v.m.. Harnæst er møguligt at skera tunnar plátur til heilt tjúkkar stál platur (200mm).

3D skurður merkir at skeri-høvdið kann hellast 60⁰. Hetta ger at møguleiki er eitt nú at skerpa eina tjúkka plátu so hon er klár at sveisa beinleiðis úr skerimaskinuni.

Hetta er nýggj tøkni her á landi og eru vit sera errin at kunna bjóða okkum fram á hesum økinum.

Demo vatnskering, sjá herundir:
​

Billede
Lýsing Blikksmiðjan
Comments

Birgir Johannesen settur í starv

13/1/2020

Comments

 
Billede
​Klaksvíkar kommuna hevur í eina tíð leitað eftir starvsfólki at menna og viðlíkahalda umhvørvið rundan um bátahylarnar á Vágni, Borðoyavík og í Árnafirði.

Talan er um eitt nýtt starv, har høvuðsuppgávan verður at røkja og viðlíkahalda umhvørvið rundan um bátahylarnar, og sostatt tryggja, at bátabrúgvarnar verða brúktar á ein virðiligan og skilagóðan hátt.

Birgir hevur royndir sum handverkarari, og hevur m.a. gjørt ymiskt arbeiði í samband við, at nýggju bátabrúgvarnar á Vágni vórðu tiknar í brúk.

Umframt dagligt viðlíkahald av bátabrúgvunum í kommununi, so skal Birgir eisini vera við til at menna nýggj tilboð, sum kunnu vera við til at fremja trivna fyri smábátaeigarar og vitjandi.

Birgir tók við starvinum 1. desember 2019.

Klaksvíkar kommuna ynskir Birgir hjartaliga til lukku við starvinum.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

Ein lítil hugleiðing, nú nýtt skip aftur kom til Klaksvíkar

10/1/2020

Comments

 
Billede
Skipið á fyrstu myndini kallaðist upprunaliga Urvaag, tá tað var í Noreg. Hetta var fyrsta skipið maðurin hjá mær var við yviri í Noreg. Eftir eina tíð bleiv hann og alt mannskapið sagt úr starvi, tí skipið bleiv selt – til Klaksvíkar! Hetta bleiv til Klakk, nú Jákup B. So tað var nokkso ironiskt, at hann misti kjansin yviri í Noreg, tí skipið bleiv selt til heimbýin.

Hann var tó ikki longri heima enn ein vanligan frítúr, tí hann fekk beinanvegin nýggjan kjans við norska skipinum Geir. Hesin eldri Geir var systirskip hjá nýggjara Geir II. Meðan maðurin sigldi við Geir, var hann onkran túr við Geir II sum avloysari, tá teir manglaðu ein mann. Nú er Geir II so eisini keyptur til Klaksvíkar og er blivin til Klakkur. Eitt framúr gott og arbeiðsligt skip, og eitt satt frambrot hjá Klaksvíkingum og føroyingum at hava fingið í flotan.

Næsta myndin er av eini flakaeskju hjá Geir II, sum hevur hingið uppi inni hjá okkum í nøkur ár. Myndina av skipinum brúkti eg fyri at vísa smáu gentunum hjá okkum hvar babba var, tá hann var burturi – tí tað er trupult hjá smáum børnum at skilja at “babba er til skips.” So, tað er nokkso stuttligt, at hetta skipið nú liggur við kaj og er heimahoyrandi her í Klaksvík. Og eg haldi tað er so sera stuttligt – og løgið – at tvey skip, sum maðurin hjá mær hevur verið við yvir í Noreg, eru endaði í heimbýnum Klaksvík.

Maðurin er nú við Leinebris, eitt skip bygt í 2015 og hevur sama prinsipp sum Klakkur, við at tað hevur brunn í botninum til at seta og draga línu, og við fabrikk umborð. So, tað verður áhugavert, um klaksvíkingar halda fram í miðinum hjá manninum hjá mær, og um Leinebris fer at vera næsta keypið 🙂 Um so verður, so vil eg hesaferð fegin seta fram ynski um at maðurin hjá mær kann sleppa at fylgja við keypinum, so eg fái hann til landið aftur 😉

Eg vil við hesum ynskja øllum við tilknýti til nýggja Klakk og Jákup B hjartaliga til lukku og blíðan byr.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Billede
Lýsing VARP, klikk link omanfyri
Comments

Starvsfólk til Føroya Bjór

8/1/2020

Comments

 
Billede
Starvsfólk til framleiðslu
Av tí at ein starvsfelagi fer undir lestur í summar, sóknast vit eftir nýggjum starvsfelaga til framleiðslutoymið.

Talan er um arbeiðið við maskinum í framleiðsluni, umframt góðskuarbeiði á virkinum. Vegna upplæring verður starvið sett sum skjótast, men vit bíða tó fegin eftir rætta viðkomandi.

Vit eru:
Eitt gott og málrættað toymi, ið strembar eftir bestu úrslitunum.
Eitt toymi, við góðum arbeiðslagi og jaligum arbeiðsumhvørvi.
Eitt toymi, ið virðismetir dygd og fjølbroytni.

Tú ert:
Áhugaður/áhuga og hevur hegni at arbeiða við framleiðslu-, tøkni- og maskinum.
Málrættaður, røkin og álítandi.
Sinnaður at arbeiða í toymi og sjálvstøðugt

Fakta
Síðani 1888 hava vit framleitt føroyskar góðskudrykkir.
Vit eru 35 starvsfólk, ið starvast á 5 deildum runt landið.

Umsóknir ella fyrispurningar kunnu sendast til annika@foroyabjor.fo
​
Starvið verður sett sum skjótast.

Comments

​Klima: Kina byggir risa kraftverk, sum økir CO2 seks ferðir meira enn Norra sleppur út um árið

7/1/2020

Comments

 
Billede
Í meðan vit í Norðurlondum ganga høgt uppí umhvørvi og har tingfólk koma syngjandi inn í Fólkatingi og Løgtingi, har hesi bevíst gera sær dælt av umhvørvinum ella KLIMA, so byggir Kina 121 risa kolkraftverk, sum økir teirra CO2 munandi á jørðini.

Seinasta ár útlótu kolkraftverkini í Kina CO2 út í luftina, sum svarar til 51 ferðir Norra klimaútlat tilsamans og legg til merkist, hetta eru bara kolkraftverkini, sum vit tosa um, hvat so við restina av teirra CO2 útlat, sum Kina spýtir út í himmalrúmið, her áhugaverd grein, klikk her, “Kina nye super-kraftverk: Spyr ut seks ganger Norges totale klimautslipp”.

Hjálpir sera lítið at vit brúka 100tals milliónir ella milliardir til at fáa CO2 niður í Føroyum, tá ið okkara “grannar” Kina økja CO2 munandi hvørt ár, tí vit liva also á somu jørð.

SáH

Billede
Billede
Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly