Talan er um eitt nýtt starv, har høvuðsuppgávan verður at røkja og viðlíkahalda umhvørvið rundan um bátahylarnar, og sostatt tryggja, at bátabrúgvarnar verða brúktar á ein virðiligan og skilagóðan hátt.
Birgir hevur royndir sum handverkarari, og hevur m.a. gjørt ymiskt arbeiði í samband við, at nýggju bátabrúgvarnar á Vágni vórðu tiknar í brúk.
Umframt dagligt viðlíkahald av bátabrúgvunum í kommununi, so skal Birgir eisini vera við til at menna nýggj tilboð, sum kunnu vera við til at fremja trivna fyri smábátaeigarar og vitjandi.
Birgir tók við starvinum 1. desember 2019.
Klaksvíkar kommuna ynskir Birgir hjartaliga til lukku við starvinum.
Kelda: Klaksvík.fo
SáH