Stásiligt gallakvøld í Hovi
So er at finna fínastu veitslukjólarnar og klædningarnar fram, tí nú verður stórt gallakvøld í Skúladeplinum í Suðuroy við brúsandi champagnu, áhugaverdari framsýning og konsert við fjølbroyttum, vælumtóktum tónleiki. Leygarkvøldið 24. november 2012 kl. 18 lata hurðarnar upp í Hovi.
Fótbóltsfelagið FC Suðuroy skipar nú fyri stásiligum gallakvøldi í Skúladeplinum í Suðuroy við áhugaverdari framsýning og konsert við eini røð av frálíkum tónleikarum. Samskiparin Fimmboði Lisberg sigur soleiðis um tiltakið:
- Lagt verður upp til veitsluróma eitt øðrvísi kvøld í stásiligum umhvørvi við alskyns festligum innsløgum á skránni. Heitt verður á gestirnar um at koma í góðari tíð. Møguleiki verður fyri at lata yvirklæðini inn í mannaða garderobu, sum er ókeypis.
Hann leggur aftrat: - Vit vænta av gestunum, at tey koma í sínum stásiligastu klæðum, soleiðis at kvøldið fær sín heilt serliga galla-dám. Afturfyri lova fyrireikararnir at bjóða gestunum eitt sera hugnaligt og festligt kvøld.
CHAMPAGNA OG KRANSAKØKA
- Kvøldið byrjar kl. 18.00 við dinertónleiki, smáum framførslum og framsýning m.a. við málningum eftir Jákup Hjaltalin, har borðreitt verður við ókeypis gløgg og holukøkum, sigur Fimmboði. - Áðrenn farið verður inn til fyrra partin av konsertini, er møguleiki fyri at bíleggja og gjalda fyri champagnu og kransakøku, sum so stendur klárt í foyerinum til gestirnar, tá steðgurin verður.
- Kl. 20 byrjar gallakonsertin, har ein røð av dugnaligum tónleikarum fara at syngja og spæla kendan og væl umtóktan tónleik. Bert eitt orkestur spælir undir hjá øllum, so skiftini ganga skjótt millum solistarnar. Orkestrið er mannað av
so navnframum og dugnaligum tónleikarum sum Jónleifi Jensen á trummum, Tróndi Enni á bass, Magna Husgaard á tangentum og Ólavi Øster á guitar, umframt onnur. Hetta merkir stutt sagt, at lív í og flog verður yvir kvøldinum!
Hetta eru solistarnir, sum gestirnir fara at uppliva á gallakvøldinum:
Stanley er kendur sum ein av dugnaligastu guitarsnillingunum, føroyingar eiga, og fær altíð serstakliga góð ummæli fyri sínar konsertir, bæði í Danmark, Føroyum og aðrastaðni. Hann hevur gjørt nógvar hjartanemandi sangir – m.a. "Um eg kundi kvøðið" og "Tá eg verið gamal". Stanley kemur heilt úr Danmørk at undirhalda í Suðuroy.
Elin, sum er kend frá duoini Nalja og fyri væl umtóktu løgini "Sjeikurin" og ikki minst "Eitt dýpi av dýrari tíð", gav í 2010 fløguna "Yndisløg" út saman við Ad Libitum m.a. fyri at stuðla Krabbameinsfelagnum. Kend løg frá fløguni eru t.d. "Verðin undurfull er", "Mussa meg" og "Halt mær til góðar". Nú kemur hon til Suðuroyar at upptraðka fyri fyrstu ferð, síðani hon var har við gamla V4-holdinum frá útvarpinum og sang vísur í 70'unum.
Lív skrivar sín egna tónleik til yrkingar eftir abban, Johannes Andreas Næs, a.k.a. Flóvin Flekk. Lív hevur m.a. samstarvað við Niels Midjord, Trónd Enni, Onnu Mariu Wraae og Konny Kass og er skjótt fløguaktuel. Vart tú á G! festivalinum, upplivdi tú kanska frálíku konsertina hjá Lív har. Nú er høvi aftur at uppliva hana á gallakonsertini í Hovi.
Bert 12 ára gamal gjørdist hann føroysk superstjørna, tá hann gav sína fyrsu fløgu út við løgum sum "Waiting in the moonlight". Síðani hevur hann t.d. luttikið í svenska Grand Prix'num, samstarvað við eini røð av svenskum singer-songwriters og verið á konsertferðum m.a. við Evropeiska Melodi Grand Prix vinnaranum í 2009, Alexander Rybak. Nú kunnu fólk gleðast um at hava Brandur heima aftur i Suðuroy.
Evi er eisini suðuroyingur og tí ikki ókend í oynni. Mong mundu spíska oyruni, tá tey fyrstu ferð hoyrdu Evi syngja vakra countrylagið hjá Jimmy Reeves "How's the world treating you" i duo við Pætur við Keldu, umframt "He'll have to go". Síðani er tað gingið við fúkandi ferð, har Evi hevur verið í Nashville og innspælt fløguna "Wishing Well" saman við nøkrum av teim dugnaligastu countrytónleikarunum í heiminum. Nú fer hon at syngja fyri gestunum á
gallakvøldinum í Hovi.
Hjalmar er eisini ein sera dugnaligur lokalur tónleikari, kendur fyri at spæla góðan dansitónleik. Hjalmar hevur spælt saman við nógvum tónleikarum, m.a. Guðrun Sólju Jacobsen. Men Hjalmar kann sanniliga eisini fara á pallin sjálvur og fáa lív í ein heilan sal - og tað fer hann væntandi eisini at gera leygarkvøldið tann 24. november í Hovi.
Meira fæst at vita um skránna fyri kvøldið á heimasíðuni hjá FC Suðuroy:
wHYPERLINK "http://www.fcsuduroy.fo/"ww.fcsuduroy.fo
ella við at seta seg í samband við samskiparan Fimmboða Lisberg á teldupostadressuni: [email protected]