NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

3000 nýggjar ungdómsíbúðir byggjast í Aarhus

21/7/2017

Comments

 
Billede
Tey næstu fýra árini ætlar Aarhus Kommuna at gera 3000 nýggjar ungdómsíbúðir í Aarhus, einamest á Havnalagnum.

Hetta fyri at nøkta tørvin hjá øllum lesandi, sum um fáa vikur fáa at vita, um tey eru upptikin til hægri lesna í Aarhus.

Økingin er stór og tey seinastu árini er eftirspurningurin eftir ungdómsíbúðum vaksin við heilum 5-10 prosentum hvørt ár og hendan gongdin heldur áfram.

Økið er sera vakurt og munnu ikki fleiri føroyingar fara at búgva har.

SáH 

Comments

Gleðin stokkut, Koca kom innaftur

16/7/2017

Comments

 
Billede
Gleðin var stokkut, bert ein tíma aftaná at Koca fór út eftir vágni, so er Koca á veg innaftur og væntandi kemur farmaskipi innaftur eisini, so tit á vestaru síðu, tit mugu gleðast eina aðru ferð.

SáH

Comments

Nógvir Klaksvíkingar glaðir í morgun

16/7/2017

Comments

 
Billede
Russisku skipini, sum hava ligið við bryggju í Klaksvík síðani hósdagin, eru nú á veg aftur til fiskiskap.

Nógv fólk á vestursíðuni hava kært sína neyð á Facebook, har tey hava sagt sína meining viðvíkjandi hesum skipum. Her nakrar av viðmerkingunum:

"So forbanka strævið, fái ikki sovið fyri lortinum"

" Havi eisini ligið og hoyrt uppá hasar motorarnar í dagavís. Fyri árum síðsni klagaðu kollfirðingar um larm frá russiskum skipum og nú eiga klaksvíkingar opinbart tørn"

"Markið fyri - Øki 4: Bústaðarøki er 35 dB(A) millum klokkan 22 - 07, Bara fyri at seta tað í perspektiv, so er eitt:
Quiet library 40 dB
Quiet bedroom at night 30 dB
Í løtuni er tað á ca. 60 dB t.v.s ca heili 25 dB omanfyri tað, ið er loyvt - og tá eru vit enntá tað ovasta húsið."

"Tað er stuttligt eina løtu - men aftaná 4 dagar nonstop, er tað sku' við at verða í so stuttligt."

Nú klokkan 9 í morgun fóru skipini avstað og í hesari vikuni hava verið sera nógv russiskt skip á Klaksvík og  Norðhavini, íalt sjey skip, trý við vestaru bryggju og fýrá á Norðhavini.

Tá Norðoya Portalurin tók myndirnar í morgun, sæst eisini eitt russiskt skip á veg gjøgnum Kalsoyarfjørð, so kanska átta russiskt skip hava verið í Klaksvík hesa vikuna.

Sera gott fyri Klaksvíkar Havn og minni gott fyri borgarnar, sum ikki hava fingið sovi, men nú er alt gott aftur.

SáH


Comments

​Gadus kom aftur kl. 16.00 ígjár

14/7/2017

Comments

 
Billede
Nógv fólk vóru á kajuni og tóku ímóti Gadus ígjár.

Gadus fór til fiskiskap tann 3. juni, teir hava verið burtur í góðar seks vikur, so ikki kann sigast annað, at hetta hevur verið ein roktúrur.

Gadus hevur fiskað í russiska partinum av Barentshavinum og hevur fulla fast, 750 tons í flaki.

Skipari hendan túrin var Ólavur Biskopstø

Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim.

SáH

Comments

Martin frá Bakkafrost fór avstað kl. 05.15 ímorgun

6/7/2017

Comments

 
Billede
Martin frá Bakkafrost hevur ligið við vesturi bryggju í nakrar dagar, men ímorgun kl. 05.15 fór hetta stástiliga skip aftur til Runavíkar.

Hetta er fyrstu ferð eg havi sær Martin í Klaksvík, men móðurskipi hevur verið í Klaksvík á Sjómannadegnum.

SáH

Comments

​Fiskivinnunýskipanaruppskotið

2/7/2017

Comments

 
Billede
At loysa veiðiloyvini frá stálinum er eftir míni meting størsta katastrofan við nýggja fiskivinnuuppskotinum. Tað verður nógv ótryggari fyri okkara limir.
Við verandi skipan hoyrir manningin til eitt ávíst skip/stál. Tað skipið hevur eina kvotu/fiskidagar, sum tað skipið sleppur at fiska. 

Við nýggja uppskotinum vita manningarnar ongantíð um teirra skip/stál fær nakað at fiska. Tí nú verður lagt upp til, at reiðaríið fær nøkur rættindir, og so er tað upp til reiðaríið um tað brúkar 1 ella kanska 10 skip at fiska fiskin við og ikki sum nú, at skipið sum manningin er við, fær hesi rættindi.

Tað koma heilt sikkurt eisini nýggir aktørar, sum bert eru stráðmenn fyri útlendingar. Á pelagiska økinum hava verið nakrir fáir nýggir aktørar seinastu árini. Teir hava skapt trupulleikar viðvíkjandi sáttmálaviðurskiftunum. 
Tað verður neyvan betur í framtíðini við fleiri nýggjum aktørum, sum ikki vilja ella ikki hava ráð at gjalda tað røttu lønina.

Uppboðssølan av fiskirættindum er heldur ikki gott fyri okkara limir, tað at okkara arbeiðspláss verður selt á uppboðssølu kunnu vit slett ikki góðtaka.

Antitrustreglur
Sjálvandi hevði tað ikki verið gott um tað bert var ein aktørur í Føroyum. Men alt við máta. Hví skal man petta alt sundur í lortamolar, man má hava hampuliga stór og sterk reiðaríðir. Tað hava vit sæð tey seinastu árini er tað skilabesta, so har mugu mørkini ikki verða ov lág.

Fiskidagar/kvotur
Tankin við at seta kvotur á føroyaleiðina, ístaðin fyri fiskidagar, so fiskifrøðingar betur kunnu stýra stovninum, er góður. Men tað riggar bara slett ikki í praksis. 
Allir fiskimenn vita, at tað blívur nógv meira fiskað enn kvoturnar eru ásettar til. Kanska heilt upp í tað dupulta. 
Hvat er tá vunnið, jú, vit fáa nakrar nøgdar fiskifrøðingar.

Longdin á veiðiloyvinum má sjálvandi verða so long, at tað ber til at byggja eitt nýtt skip og gjalda tað aftur innanfyri veiðiloyvisperioduna, annars kemur einki nýtt skip aftur, so einfalt er tað bara.

Sum heild - haldi eg, at Fiskivinnunýskipanaruppskotið hevur nøkur góð ting uppi í. Men har eru alt ov nógv kollveltandi viðurskifti, sum ikki eru góð fyri nakran. Tí kann hatta slett ikki brúkast og skuldi verið tikið aftur. 

Tað einasta rætta hevði verið, at longt verandi skipan í minst 1 ár. Og so brúkt tað árið til at finna eina semju um eitt heilt nýtt fiskivinnuuppskot, sum líkist verandi skipan, við onkrum broytingum, har allir flokkar á tingi eru við og sum Reiðarafelagið og manningarfeløgini eisini kunnu liva við.

Annfinn Fagraklett
Nevndarlimur í 
Føroya Skipara og Navigatørfelag

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.