
Nógv fólk á vestursíðuni hava kært sína neyð á Facebook, har tey hava sagt sína meining viðvíkjandi hesum skipum. Her nakrar av viðmerkingunum:
"So forbanka strævið, fái ikki sovið fyri lortinum"
" Havi eisini ligið og hoyrt uppá hasar motorarnar í dagavís. Fyri árum síðsni klagaðu kollfirðingar um larm frá russiskum skipum og nú eiga klaksvíkingar opinbart tørn"
"Markið fyri - Øki 4: Bústaðarøki er 35 dB(A) millum klokkan 22 - 07, Bara fyri at seta tað í perspektiv, so er eitt:
Quiet library 40 dB
Quiet bedroom at night 30 dB
Í løtuni er tað á ca. 60 dB t.v.s ca heili 25 dB omanfyri tað, ið er loyvt - og tá eru vit enntá tað ovasta húsið."
"Tað er stuttligt eina løtu - men aftaná 4 dagar nonstop, er tað sku' við at verða í so stuttligt."
Nú klokkan 9 í morgun fóru skipini avstað og í hesari vikuni hava verið sera nógv russiskt skip á Klaksvík og Norðhavini, íalt sjey skip, trý við vestaru bryggju og fýrá á Norðhavini.
Tá Norðoya Portalurin tók myndirnar í morgun, sæst eisini eitt russiskt skip á veg gjøgnum Kalsoyarfjørð, so kanska átta russiskt skip hava verið í Klaksvík hesa vikuna.
Sera gott fyri Klaksvíkar Havn og minni gott fyri borgarnar, sum ikki hava fingið sovi, men nú er alt gott aftur.
SáH