NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Arbeiðsloysið er óbroytt 3,3%

24/2/2015

Comments

 
Picture
Í januar 2015 var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 896 fólk, svarandi til 3,3%. Tað eru nøkur fá fleiri enn í desember og november í fjør, men samanborið við januar í fjør eru tað eru 234 færri.

Tá arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, er tað 962 fólk ella 3,5%. Hetta eru 55 fleiri enn í desember 2014 men 251 færri enn í januar 2014.

Les meira HER

JáH (y) 25.02.2015
Kelda: Hagstova Føroya


Comments

So fór Vøruhúsið úr Klaksvík

24/2/2015

Comments

 
Picture
Tær seinastu vørurnar vera tiknar av hyllunum hjá Vøruhúsinum í Klaksvík, sum hevur verið ein partur av handilslívinum í Klaksvík síðan sjeytiárinum.

Tað er ein tíð síðani, at boða var frá, at Vøruhúsið í Klaksvík fór at lukkað og síðan hevur Vøruhúsið havt stóran avsláttur av teirra vørum. Men í dag er also seinasti dagur, at vørur vera seldar fyri stóran avsláttur - tí restina av vørunum enda í Vøruhúsinum í Tórshavn.

Nógvir eigarar hava verið av Vøruhúsinum í Klaksvík, og mong vera nokk tey, sum koma at sakna møguleikan at keypa frá Vøruhúsinum í Klaksvík.

Nú stendur so ein tómur bygningur á Stongunum, sum Elding eigur (red.) og hvør ella um nær fer at leiga, so er væl møguligt, at opna ein nýggjan handil har (ella eina mini Bovling-høll) - tí hølið er stórt og liggur væl fyri í Klaksvík. Enn vita vit ikki á Norðoya Portali um nakar fer at leiga har - ella um Elding hevur áhuga at selja stóra økið, sum Rumbul tá á sinni leigaðu frá teimum á Stongunum.

JáH (y) 24.02.2015

Picture
Picture
Comments

Gadus farin at sigla heim

23/2/2015

Comments

 
Picture
Kl. 23.00 í gjárskvøldið settið Gadus skútuna ímóti Føroyum aftur.

Gadus hevur fisk heilt undir lúkurnar, umleið 750 tons.

Væntandi verður Gadus í Klaksvík fríggjadagin ella leygardagin.

Tað er Ólavur Biskopstø, sum er skipari hendan túrin og hetta hevur verið ein skjótir túrir. Gadus fór til fiskiskap tann 7. januar.

Norðoya Portalurin ynskir skipara og manning góða heimreisu.

SáH

Comments

Frágreiðing um skipasølur í JFK-samtakinum

20/2/2015

Comments

 
Picture
Í kjalarvørrinum av teimum sendingum, sum Kringvarpið seinastu tíðina hevur sent um fiskivinnuna í Føroyum, hevur spurningur verið settur við nakrar skipasølur, sum eru framdar innanhýsis í JFK-samtakinum.

– Eg havi tí biðið advokat og grannskoðara okkara um at skriva eina stutta frágreiðing um hetta, sigur Hanus Hansen, stjóri í samtakinum.

Her er frágreiðingin:

Viðvíkjandi sølu av skipum í JFK-samtakinum

Vit vísa til fyrispurning tín í gjár í sambandi við, at spurningur er settur við tær skipasølur, sum fóru fram millum P/f Gadus og P/f JFK Trol í 2010 og 2011.

Sum kunnugt eigur P/f JFK allan partapeningin í P/f Gadus og í P/f JFK Trol.

Talan er sostatt um 100 % átt dótturfeløg hjá JFK,  og feløgini eru harvið systurfeløg í sama samtaki.

Sum kunnugt var ,,Skálaberg”, sum P/f JFK Trol tá átti, tikin í Barentshavinum í 2009, og rættarmál var í Murmansk í desember 2009. Rættarmálið endaði við dómi móti skiparanum. Undir rættarmálinum var konkretur vandi fyri at hald fór at verða lagt á skipið.

Bótin, sum var uml. 5 mio. DKK,  varð goldin, men frá russisku advokatum felagsins fingu vit at vita, at konkretur vandi var fyri, at um ,,Skálaberg” ella annað skip, sum P/f JFK Trol átti, kom aftur í russiskan sjógv fyrstu tíðina eftir dómin, kundu russisku myndugleikarnir seta fram krøv móti felagnum og skipi, ið felagið átti. Hesin vandi var orsakað av, at russiskir myndugleikar formelt høvdu rætt til, bæði at seta fram krøv móti skiparanum og skipinum og móti eigaranum, sum var JFK Trol.

Tí varð avgjørt, eftir at JFK Trol hevði selt ,,Skálaberg” og keypt trolaran ,,Gadus” at avhenda ,,Gadus” til P/f Gadus, soleiðis at skipið, uttan omanfyri nevnda vanda,  kundi fara til fiskiskap í russiskum sjógvi. Henda sølan fór fram í apríl 2010.

Í sambandi við hesa sølu, varð virðið av skipi og fiskirættindum sett til 170 mio. kr. Hesi virði vórðu ásett við støði í metta skipavirðinum, útlitunum fyri framtíðarfiskiskapi í Barentshavinum og meting av marknaðarstøðuni. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at talan var um sølu millum tvey systurfeløg, so talan var ikki um samráðingar millum seljara og keypara, sum høvdu verið, um talan var um feløg, sum einki samband høvdu hvørt við annað, men virðið varð ásett eftir bestu sannføring um marknaðarvirðið tá.

Beinanvegin í apríl 2010, varð avgjørt, at skipið við fiskirættindum skuldi seljast aftur til P/f JFK Trol seinast í desember 2011, tá mett var, at omanfyri nevndi vandi viðvíkjandi russisku

myndugleikunum í hvussu so er var av, og tí hevði virðisásetingin av skipi við fiskirættindum ikki veruligan týdning mótvegis almennum myndugleikum, ella øðrum áhugapørtum.

Sølan var sum nevnt motiverað av omanfyri nevndu hóttanum frá russiskum myndugleikum, og var á ongan hátt framd við tí fyri eyga at fáa nakran fyrimun í mun til Skattavaldið, fiskivinnumyndugleikarnar, ella í mun til aðra lóggávu.

Skipið við rættindum varð eisini selt aftur til P/f JFK Trol í desember 2011, júst sum ætlað, fyri sama prís,  sum varð nýttur, tá ið sølan varð framd í apríl 2010, nevniliga 170 mio. kr.

Tað, sum vit skilja, hevur fingið fólk at undrast, er sølan av ,,Gadus” til JFK Trol í oktober 2011, og sølan aftur frá P/f JFK Trol til P/f Gadus í desember 2011 fyri 60 mio. kr.

Hesar sølur vóru neyðugar orsakað av serligu reglunum í lóg um vinnuligan fiskiskap.

Støðan var tann, at skipið í oktober 2011 og árið út skuldi gagnnýta fiskirættindini í Eysturgrønlandi hjá samtakinum, men hesi rættindini lógu í P/f JFK Trol.

Eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, ber ikki til at flyta fiskirættindi millum feløg, uttan saman við skipi, og tí varð neyðugt at selja ,,Gadus” frá P/f Gadus til P/f JFK Trol, og eftir at skipið var skrásett sum ogn hjá P/f JFK Trol at flyta Eysturgrønlandsrættindini á skipið.

Hetta varð gjørt á tann hátt, at skipið varð selt uttan fiskirættindi fyri 60 mio. kr. frá P/f Gadus til P/f JFK Trol. Tá ið kvotan í Eysturgrønlandi so var fiskað, og viðurskiftini skuldu fáast í rættlag aftur, sum avgjørt varð longu í apríl 2010, tvs. at skip og kvotur aftur skuldu vera hjá P/f JFK Trol, varð neyðugt at selja skipið frá P/f JFK Trol til P/f Gadus uttan fiskirættindi og so at leggja fiskirættindini á skipið, áðrenn skipið varð selt aftur frá P/f Gadus til P/f JFK Trol. Hesar báðar sølurnar fóru fram í endanum av desember 2011. Skipið varð selt uttan rættindi frá P/f JFK Trol til P/f Gadus fyri 60 mio. kr., og síðani aftur frá P/f Gadus til P/f JFK Trol fyri 170 mio. kr. við fiskirættindum.

Tá nú skip og rættindi aftur vóru ogn hjá P/f JFK Trol, hava sølurnar ongan týdning ella avleiðingar havt mótvegis myndugleikum, ella øðrum áhugapørtum.

Sostatt var upprunaliga sølan í apríl 2010 framd orsakað av hóttanunum frá russiskum myndugleikum, og seinasta sølan í desember 2011 frá P/f Gadus til P/f JFK Trol var ein avleiðing av fyrru søluni í apríl 2010. Søluupphæddirnar í sambandi við hesar báðar sølur vóru í báðum førum 170 mio. kr. fyri skip við fiskirættindum.

Millumsølurnar í apríl 2011 frá P/f Gadus til P/f JFK Trol og aftur í desember 2011 frá P/f JFK Trol til P/f Gadus, fóru báðar fram orsakað av serligu reglunum í lóg um vinnuligan fiskiskap, og hesar báðar sølur vóru uttan fiskirættindi fyri somu upphæddir nevniliga 60 mio. kr.

Niels Winther Poulsen, adv. Hans Laksá, statsaut. revisor

Comments

Handilsjavnin hevði 400 mió. í avlopi í 2014

19/2/2015

Comments

 
Picture
Handilsjavnin kallast munurin í pengavirði á útflutningi og innflutningi av vørum. Tá avlop er á handilsjavnanum, merkir tað sostatt, at útflutt er fyri meira, enn innflutt er fyri.

Í fjør útfluttu vit fyri 6,3 mia. kr. og innfluttu fyri 5,9 mia. Sostatt vóru 400 mió. kr. í avlopi á handilsjavnanum í fjør. Árið fyri var hall á 186 mió. Orsøkin til, at hallið í 2013 er vent til avlop í 2014 er, at útflutningurin er vaksin, meðan innflutningurin er minkaður.

Les meira HER

JáH (y) 20.02.2015
Kelda: Hagstovan


Comments

Spennandi virkisvitjanir

16/2/2015

Comments

 
Picture© Tórshavnar Kommuna
Fyri framhaldandi at betra um tænastuna til vinnuborgarar í kommununi verður alsamt roynt at fáa tættari tilknýti til vinnuna, soleiðis at politikkarar og umsiting kenna umstøðurnar hjá vinnuni betur. Ein liður í hesum arbeiði er at vitja fyritøkurnar í Tórshavnar kommunu og seta seg inn í teirra gerandisdag og umstøður annars.

Les meira HER

JáH (y) 17.02.2015
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Sjúrðaberg hálaði kl. 21.00 fyri seinastu ferð á hesum túrinum og teir sigla nú heim

15/2/2015

Comments

 
Picture
Sjúrðaberg fór til fiskskap tann 4. januar og er nú fullfermdur, umleið 715-720 tons, nú teir sigla heim.

Hetta skrivar pápin til skiparan Rólvur í Norðnástovu, Markus í Norðnastovu á sínum Facebook veggið:

Bomm, bomm, bomm, bomm,bomm, bomm og so seinastu ferð bomm a hesum túri.

Kl 2100 hálavu vit fyri seinastu ferð á hesum túri, og settu kós ímótið Kontrollpunktinum, har vit verða kln 1600 og sigla so ætlandi Heim kl 1800, og verður byrður góður, so skuldu vit kunna verði á Klaksvík hóskvøldi.
Smekkfult skip, eini 715-20 tons, vit á Sjúrabergi takka Harranum fyri góðan fong á hesum baldruta, men góða túri, og gleða okkum til at síggja okkara kæru heima á Klettunum aftur Humørikonet heart 
Eg vil bara enda við at ynskja øllum FB vinum og øllum Føroya fólki, á sjógvi , sum á Landi ein góðan signaðan Sunnudag av Humørikonet heart, og at Harrin skal signa tykkum øll í ríkum máli........


Norðoya Portalurin ynskir tykkum øllum góða heimareisu og eg rokni við at Aslaug konan og mamman, sum var mín klassavinur frá Fólkaskúlanum, verður nakað glað at fáa mann og son heimaftur.

SáH

Comments

667 fleiri løntakarar í 2014 í mun til 2013

11/2/2015

Comments

 
Picture
Í 2014 var talið av løntakarum 24.250. Hetta eru 667 fleiri enn í 2013, og tað svarar til ein vøkstur á 2,8%. Eftir støðuga minking í talinum av løntakarum árini 2008 til 2011 eru nú nærum 1.000 fleiri løntakarar í Føroyum. Vøkstur er í talinum av løntakarum í flest øllum vinnugreinum, tó vóru uml. 1.600 færri løntakarar í 2014 í mun til besta árið, sum var 2007.

Les meira HER

JáH (y) 12.02.2015
Kelda: Hagstova Føroya

Comments

Hetta vóru menn sum tordu

2/2/2015

Comments

 
Picture
KVF hevur nú gjørt nakrar sendingar eftir hondini, sum onkursvegna svína teir menn út, ið tordu at satsa uppá sjóvinnuna, tá ongin annar tordi.

Hanus Hansen hevur verið (og er) ein góður stuðul til Landskassan og sjálvur kann eg bert vísa honum takksemi, tá eg á sinni arbeiddi sum dekkari umboð á Næraberg. Takksemi yvir, at her er ein maður, sum veruliga tordi at satsa, tá á stóð. Ístaðinfyri at vera svertaður út av KVF, so burdi Hanus fingið eitt herðaklapp - tí hann hevur fingið hetta at borið til. Grundað av honum so hava fleiri hundrað fólk arbeiðið í Klaksvík - og tað er kanska tað, sum mest øvundar ymisk fólk hjá KVF.

Kristian Martin Rasmussen hevur eisini havt stóra ávirkan, at Landskassin (hóast alt) hevur havt okkurt slag av peningi. Hann hevur skip, sum geva okkum á landið nakað gott og hansara slag er ikki at forsmáa. Hann (eins Hanus) hava verið (og eru) ein dyggur stuðul til tað føroyska samfelagið. Kristian Martin og Hanus skula eisini hava eitt stórt herðaklapp frá okkum á Norðoya Portali.

Hví KVF følir tað fyri neyðini, at gera slíkar sendingar - er mær ein gáta. Tí sendingarnir eru ikki sendingar um rættvísi - men heldur eru sendingarnir ein potents-forleingari hjá einum ávísum KVF manni. Er tað loyvið at gera sendingar í KVF, sum sverta góðar menn út ?!? Hvar er stoltleikin hjá KVF blivin av ?!?

Nei, tað varð munur á tá Zacharias Hammer gjørdi sendingar - har ein kundi fylgja dagligdegnum hjá sjómanninum umborð á Skálaberg. Sendingar sum vístu hvussu góður sjómaðurin varð fyri tað føroyska samfelagið. Eisini vóru hetta sendingar, sum fingu meg sjálvan, at royna sjógvin - har eg stoltur fortaldi familjuni heima hvussu tað gekk umborð á Næraberg. Hví eru ongar slíkar góðar nátúrusendingar (Spískamarið undantikið) longur í KVF ?!?

Eg sjálvur hevði tað gott, tá eg sigldi og kundi stoltur siga, at sigldi við JFK - men tað virkar sum um, at KVF vil gera alt í sínari makt, at oyðileggja tann stoltleika eg hevði (og havi) - men tað megna teir nú slett ikki. Tí eg trúgvi faktist, at tann vanligi føroyingurin hevur meira ímillum oyrini enn so - og hugsar seg væl um tann ein sær sendingar sosum skammiligu sendingina, sum KVF sendi ígjár.

Eg haldi, at KVF skal gevast við at gera neiligar sendingar um fyritøkur, sum liva av tí føroysku sjóvinnuni. Tí vit á landið høvdu so ongantíð megna tað, sum tær føroysku fyritøkurnar innan sjóvinnu megna í dag. Og hvat so, um fyritøkurnar blomstra - er tað ikki deiligt ?!? Er tað nakað skeivt í, at ein føroysk fyritøka nýtir gott av makrelinum ?!? Eg dugi ikki síggja nakað skeivt í tí og sum eg segði áður í fyrrverandi grein, so trúgvi eg - at tað er onki meira enn øvundsjúka frá KVF, at ein slík sending er gjørd.

Les eisini Øvundsjúka valdar hjá KVF

JáH (y) 03.02.2015

Comments

Øvundsjúka valdar hjá KVF

2/2/2015

Comments

 
Picture
Í sendingini Landsstýrisútnevndir Milliardingar hevur KVF gjørt av, at lita sendingina sera svarta og fara beinleiðis eftir teim stóru fyritøkunum, sum í veruleikanum halda landið koyrandi.

Serliga varð tað áhugavert í sendingini, at Jan Lamhauge ikki vildi gera eina beinleiðis sending saman við Jacob Vestergaard - tí landsstýrismaðurin vildi ikki vera við eini redigeraði sending av KVF stýrinum.
  Tað er nokkso syrgiligt, at KVF blívur við at gera slíkar sendingar - sum beinleiðis eru skaðiligar fyri okkara hugsan innan fiskivinnu.

Picture
Rein provokatión & øvundsjúka hjá KVF við at leggja eftir fyritøkum, sum hava ábyrgdina at fleiri túsund sjómenn tjena gott í Føroyum.

Og onganstaðni í sendingini tosaðu tey um hvussu nógvan skatt teir føroysku sjómennirnir við nótaskipum gjalda í Føroyum - tí so hevði sendingin nemliga havt okkurt ljóst at vísa okkum.

Við dramtiskum tónleiki & samrøður við útvald fólk, so megnaði KVF (enn einaferð) at seta eitt ringt ljós á føroyskar sjómenn og valdaði tað ein ávís øvundsjúka í sendingini, sum eg sjálvur haldi vera ótespilig. Ístaðinfyri at leggja eftir teim stóru fyritøkunum, so burdi KVF heldur givið teim eitt herðaklapp og hugt í speglið: "Hvat gott hava vit gjørt fyri okkara Føroya land ?!?"

JáH (y) 02.02.2015

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly