NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Frágreiðing um skipasølur í JFK-samtakinum

20/2/2015

Comments

 
Picture
Í kjalarvørrinum av teimum sendingum, sum Kringvarpið seinastu tíðina hevur sent um fiskivinnuna í Føroyum, hevur spurningur verið settur við nakrar skipasølur, sum eru framdar innanhýsis í JFK-samtakinum.

– Eg havi tí biðið advokat og grannskoðara okkara um at skriva eina stutta frágreiðing um hetta, sigur Hanus Hansen, stjóri í samtakinum.

Her er frágreiðingin:

Viðvíkjandi sølu av skipum í JFK-samtakinum

Vit vísa til fyrispurning tín í gjár í sambandi við, at spurningur er settur við tær skipasølur, sum fóru fram millum P/f Gadus og P/f JFK Trol í 2010 og 2011.

Sum kunnugt eigur P/f JFK allan partapeningin í P/f Gadus og í P/f JFK Trol.

Talan er sostatt um 100 % átt dótturfeløg hjá JFK,  og feløgini eru harvið systurfeløg í sama samtaki.

Sum kunnugt var ,,Skálaberg”, sum P/f JFK Trol tá átti, tikin í Barentshavinum í 2009, og rættarmál var í Murmansk í desember 2009. Rættarmálið endaði við dómi móti skiparanum. Undir rættarmálinum var konkretur vandi fyri at hald fór at verða lagt á skipið.

Bótin, sum var uml. 5 mio. DKK,  varð goldin, men frá russisku advokatum felagsins fingu vit at vita, at konkretur vandi var fyri, at um ,,Skálaberg” ella annað skip, sum P/f JFK Trol átti, kom aftur í russiskan sjógv fyrstu tíðina eftir dómin, kundu russisku myndugleikarnir seta fram krøv móti felagnum og skipi, ið felagið átti. Hesin vandi var orsakað av, at russiskir myndugleikar formelt høvdu rætt til, bæði at seta fram krøv móti skiparanum og skipinum og móti eigaranum, sum var JFK Trol.

Tí varð avgjørt, eftir at JFK Trol hevði selt ,,Skálaberg” og keypt trolaran ,,Gadus” at avhenda ,,Gadus” til P/f Gadus, soleiðis at skipið, uttan omanfyri nevnda vanda,  kundi fara til fiskiskap í russiskum sjógvi. Henda sølan fór fram í apríl 2010.

Í sambandi við hesa sølu, varð virðið av skipi og fiskirættindum sett til 170 mio. kr. Hesi virði vórðu ásett við støði í metta skipavirðinum, útlitunum fyri framtíðarfiskiskapi í Barentshavinum og meting av marknaðarstøðuni. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at talan var um sølu millum tvey systurfeløg, so talan var ikki um samráðingar millum seljara og keypara, sum høvdu verið, um talan var um feløg, sum einki samband høvdu hvørt við annað, men virðið varð ásett eftir bestu sannføring um marknaðarvirðið tá.

Beinanvegin í apríl 2010, varð avgjørt, at skipið við fiskirættindum skuldi seljast aftur til P/f JFK Trol seinast í desember 2011, tá mett var, at omanfyri nevndi vandi viðvíkjandi russisku

myndugleikunum í hvussu so er var av, og tí hevði virðisásetingin av skipi við fiskirættindum ikki veruligan týdning mótvegis almennum myndugleikum, ella øðrum áhugapørtum.

Sølan var sum nevnt motiverað av omanfyri nevndu hóttanum frá russiskum myndugleikum, og var á ongan hátt framd við tí fyri eyga at fáa nakran fyrimun í mun til Skattavaldið, fiskivinnumyndugleikarnar, ella í mun til aðra lóggávu.

Skipið við rættindum varð eisini selt aftur til P/f JFK Trol í desember 2011, júst sum ætlað, fyri sama prís,  sum varð nýttur, tá ið sølan varð framd í apríl 2010, nevniliga 170 mio. kr.

Tað, sum vit skilja, hevur fingið fólk at undrast, er sølan av ,,Gadus” til JFK Trol í oktober 2011, og sølan aftur frá P/f JFK Trol til P/f Gadus í desember 2011 fyri 60 mio. kr.

Hesar sølur vóru neyðugar orsakað av serligu reglunum í lóg um vinnuligan fiskiskap.

Støðan var tann, at skipið í oktober 2011 og árið út skuldi gagnnýta fiskirættindini í Eysturgrønlandi hjá samtakinum, men hesi rættindini lógu í P/f JFK Trol.

Eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, ber ikki til at flyta fiskirættindi millum feløg, uttan saman við skipi, og tí varð neyðugt at selja ,,Gadus” frá P/f Gadus til P/f JFK Trol, og eftir at skipið var skrásett sum ogn hjá P/f JFK Trol at flyta Eysturgrønlandsrættindini á skipið.

Hetta varð gjørt á tann hátt, at skipið varð selt uttan fiskirættindi fyri 60 mio. kr. frá P/f Gadus til P/f JFK Trol. Tá ið kvotan í Eysturgrønlandi so var fiskað, og viðurskiftini skuldu fáast í rættlag aftur, sum avgjørt varð longu í apríl 2010, tvs. at skip og kvotur aftur skuldu vera hjá P/f JFK Trol, varð neyðugt at selja skipið frá P/f JFK Trol til P/f Gadus uttan fiskirættindi og so at leggja fiskirættindini á skipið, áðrenn skipið varð selt aftur frá P/f Gadus til P/f JFK Trol. Hesar báðar sølurnar fóru fram í endanum av desember 2011. Skipið varð selt uttan rættindi frá P/f JFK Trol til P/f Gadus fyri 60 mio. kr., og síðani aftur frá P/f Gadus til P/f JFK Trol fyri 170 mio. kr. við fiskirættindum.

Tá nú skip og rættindi aftur vóru ogn hjá P/f JFK Trol, hava sølurnar ongan týdning ella avleiðingar havt mótvegis myndugleikum, ella øðrum áhugapørtum.

Sostatt var upprunaliga sølan í apríl 2010 framd orsakað av hóttanunum frá russiskum myndugleikum, og seinasta sølan í desember 2011 frá P/f Gadus til P/f JFK Trol var ein avleiðing av fyrru søluni í apríl 2010. Søluupphæddirnar í sambandi við hesar báðar sølur vóru í báðum førum 170 mio. kr. fyri skip við fiskirættindum.

Millumsølurnar í apríl 2011 frá P/f Gadus til P/f JFK Trol og aftur í desember 2011 frá P/f JFK Trol til P/f Gadus, fóru báðar fram orsakað av serligu reglunum í lóg um vinnuligan fiskiskap, og hesar báðar sølur vóru uttan fiskirættindi fyri somu upphæddir nevniliga 60 mio. kr.

Niels Winther Poulsen, adv. Hans Laksá, statsaut. revisor

Comments
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.