NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tollækking á útflutningi til Suðurkorea

19/1/2017

Comments

 
Billede
Tíðindaskriv

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur verið á fundi við koreanskan vararáðharra fingið lyfti um tolllækking.

Í dag hevur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hitt Youngrok Choi, suðurkoreanska vararáðharran í skatta- og tollmálum, á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, har ið teir umrøddu handilsviðurskifti landanna millum.

Á skránni var støða Føroya á suðurkoreanska marknaðinum, har landsstýrismaðurin gjørdi vart við, at Føroyar eiga at fáa eins lagaligar tolltreytir í Suðurkorea, sum onnur WTO limalond.

Koreanski vararáðharrin váttaði í hesum sambandi, at Suðurkorea er í holt við at endurskoða sína lóggávu á økinum, og væntar at veita Føroyum sonevnda MFN støðu frá mars mánaða í ár. Tað merkir m.a., at tollurin á føroyskum laksi til Suðurkorea fer at lækka. Hetta er ein fyribilsskipan, meðan arbeitt verður við at fáa handilsviðurskiftini millum londini í eina fasta legu.

Eisini umrøddu partarnir eitt føroyskt uppskot um at fáa í lag eitt meira skipað samstarv á handilsøkinum, við tí fyri eyga at fáa betri tollsømdir fyri ávísar týdningarmiklar fiskavørur, sum eitt fyrsta stig í eini tilgongd fram ímóti eini fríhandilsavtalu landanna millum.

Ætlanin hjá suðurkoreansku sendinevndini er at vitja í Føroyum, og kemur vararáðharrin og fylgi til Føroya í morgin, fríggjadagin 20. januar. Av tí at Poul Michelsen, landsstýrismaður er í ymsum fundarørindum í Danmark í hesum døgum, hittust partarnir á fundi í dag í Keypmannahavn.

Koreanska vitjanin er partur av eini tilgongd, har ið Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur arbeitt eina tíð við málinum, og m.a. havt umboð í Suðurkorea í november í fjør.

Í morgin kemur koreanska sendinevndin til Føroya, og har hittir vararáðharrin Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og vitjað verður í Vinnuhúsinum og hjá alifyritøkuni Bakkafrost.

Comments

Føroysku kvoturnar fyri svartkjaft og norðhavssild ásettar

19/1/2017

Comments

 
Billede
​Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins tikið avgerð um, at føroysku kvoturnar fyri svartkjaft og norðhavssild í 2017 vera ávikavist 476.901 tons og 125.597 tons.

Stóri vøksturin í føroysku kvotunum stendst í fyrsta lagi av, at strandarlondini samdust seinasta heyst at hækka mest loyvdu veiðu fyri báðar stovnar samsvarandi havlívfrøðiligu ráðgevingini frá ICES fyri 2017.

Eisini stendst vøksturin av, at í fjør ásetti fiskimálaráðharrin størri lut til Føroya av svartkjafti og norðhavssild. Í ár er føroyski luturin av norðhavssild hartil hækkaður til tess at lutfalsliga útjavna nýliga økt krøv frá øðrum pørtum.

Høgni Hoydal sigur, “Føroyar hava sera væl undirbygd og skjalprógvað krøv til eitt rættvíst býti av svartkjafti og norðhavssild. Tað hevur stóran strategiskan týdning fyri føroysku samráðingarstøðuna, nú strandarlandasamráðingarnar halda fram seinni í ár, at árligu føroysku kvoturnar endurspegla havlívfrøðiliga veruleikan í Norðurhøvum og í Landnyrðingsatlantshavi eins og okkara mál og mið í hesum samráðingum um at býta svartkjaftin og norðhavssildina av nýggjum millum strandarlondini”.

Fiskiskapurin eftir svartkjafti og norðhavssild í 2017 verður endaliga skipaður í kunngerðum, sum verða lýstar í næstu framtíð.

Kelda: Løgtingið

Comments

Endiliga heima aftur, Gadus legði at bryggju kl. 08.15 ímorgun

13/1/2017

Comments

 
Billede
So eydnaðist tað endiliga Gadus at koma til Klaksvíkar. Hann kom siglandi inneftir vágni kl. 08.00, saman við bjargingarbátinum Ziska, sum hjálpi honum at bryggju og legði Gadus at kl. 08.15, har øll tey nærmastu stóðu og tóku spent ímóti teimum.

Her nakar myndir.

SáH

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.