NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nú verður møguleiki at søkja um stuðul til at útvega nýggja vitan um orkumøguleikar úr undirgrundini

27/4/2022

Comments

 
Picture
Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur í 2022 1,8 mió. kr. til verkætlanir, sum útvega nýggja vitan um orkumøguleikar úr undirgrundini.

Stuðulin kann eitt nú nýtast til kanningar, skjalfesting og praktiskar royndir, sum Jarðfeingi og Umhvørvisstovan kunnu fremja saman við kommunum, felagsskapum og/ella privatum feløgum.

Søkjast kann um stuðul sambært reglugerð, sum er gjørd fyri stuðulsjáttanina.

Reglugerðin sæst her

Freistin at søkja um stuðul er 16. mai 2022.

Umsóknir skulu sendast til:

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, [email protected]

Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Comments

​Røkt viðmerkingar til avgerð hjá Vinnukærunevndini um steðgandi virknað

19/4/2022

Comments

 
Picture
​Røkt viðmerkingar til avgerð hjá Vinnukærunevndini um steðgandi virknað

• VIT FEGNAST UM AT KÆRAN HEVUR FINGIÐ STEÐGANDI VIRKNA

• HETTA GEVUR OKKUM OG FØROYSKA SAMFELAGNUM OG FØROYSKARI GRANSKING ENN EIN MØGULEIKA AT BJARGA HESUM SERSTØKU FØROYSKU SÍLUNUM OG TILFEINGINUM

• VIT VÓNA OG YNSKJA, AT VIT KUNNU FÁA GRANSKARAR OG POLITISKU SKIPANINA UM IKKI ANNAÐ AT STUÐLA, AT VIT FÁA GJØRT TA NEYÐUÐU GRANSKINGINA OG TÆR NEYÐUGU ROYNDIRNAR TIL TESS AT STAÐFESTA UM HESI SÍLINI KUNNU VERA EIN NITSJUFRAMLEIÐSLA OG EITT VÍÐKA GRUNDARLAG UNDIR FØROYSKARI ALING

• TAÐ HEITA VIT Á ØLL VIÐ ÁHUGA UM AT STUÐLA, AT SKIPAST KANN EITT GRANSKINGAR OG MENNINGARLOYVI INNAN SÍLAALING Í KALDBAKSFIRÐI

Sp/f Røkt

Her filmsklipp í Dag & Viku í gjár, klikk link her: https://kvf.fo/netvarp/sv/2022/04/19/20220419roktvidhaldikaru

Comments

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

13/4/2022

Comments

 
Picture
​Børn og ung skulu hava trygt eitt arbeiðsumhvørvi. Hetta er boðskapurin í nýggja lýsingarfilminum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Handilsvinnufelagnum.

Í 2021 vóru sambært Hagstovu Føroya 1489 børn og ung í aldrinum 13 til 17 ár skrásett sum løntakarar. Hetta eru 620 fleir enn í 2012. Størsti parturin av vøkstrinum, yvir 400, er í vinnugreinini Handil og smásøla, har tað í 2021 starvaðust 750 børn og ung. Nógv børn og ung byrja tískil teirra arbeiðslív við at arbeiða nakrar tímar um vikuna í einum handli.

Tá ið hesi byrja at arbeiða, er teirra kunnleiki um reglur um arbeiðsumhvørvi ofta avmarkaður. Hetta ger, at tilvitskan um møguligar vandar í arbeiðinum ofta er lítil.

Greiðar ábendingar eru um at ungir arbeiðstakarar í Føroyum javnan uppliva kundar, ið skelda, háða og vísa ósømiligan atburð móti teimum. Tílíkar keðiligar upplivingar kunnu hava neiligar avleiðingar fyri sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá ungu starvsfólkunum.

Sama mynstur sæst eisini aftur í norðurlendsku grannalondunum. Til dømis vísti ein donsk kanning frá Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø í 2018, at út av 325 ungum arbeiðstakarum høvdu 66% upplivað at kundar høvdu víst ósømiliga atferð móti teimum.

Sambært føroysku arbeiðsumhvørvislóggávuni hevur arbeiðsgevarin skyldu at tryggja øllum arbeiðstakarum eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi – eisini børnum og ungum. Hetta merkir eisini, at arbeiðsgevarin skal gera sítt til at fyribyrgja keðiligum hendingum, umframt at hava eina mannagongd fyri, hvussu keðiligar hendingar skulu handfarast.

Fyri at stuðla undir hesum hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt eina sersíðu um arbeiðsumhvørvi hjá børnum og ungum undir 18 ár, har arbeiðsgevarar kunnu leita sær vegleiðing um, hvussu teir kunnu tryggja eitt likamliga og sálarliga trygt arbeiðsumhvørvi.

Samstundis ger tað einki, um øll verða mint á at tosa pent við tey ungu, soleiðis sum boðskapurin í lýsingarfilminum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Handilsvinnufelagnum ljóðar.

​Leinkja til filmin: https://arb.fo/news/133/born-og-ung-skulu-hava-eitt-trygt-arbeidsumhvorvi

Leinkja til sersíðuna: https://arb.fo/born-og-ung

​Arbeiðs- og brunaeftirlitið



Comments

Kommunurnar ímóti borgarunum

10/4/2022

Comments

 
Picture
Kommunurnar ímóti borgarunum

Viðmerking
Rúna Sivertsen
Borgari í Klaksvíkar kommunu                                                                             

Eg og vænti, at mín kommuna arbeiðir fyri meg og ikki ímóti mær. Loysnin, sum vit hava tørv á, er einføld og als ikki kostnaðarmikil. Úrslitið verður ein vinningur fyri allar partar. 

Í okkara grannalondum kunnu borgarar seta seg í samband við umhvørvismyndugleikarnar í sambandi við umhvørvistrupulleikar. Um okkurt er, sum nervar borgararnar har, so eru kommunurnar í parti við borgarunum og hjálpa teimum. Her hjá okkum er beint øvugt. 

Tað sær tíverri út til at fleiri kommunur í Føroyum stríðast fyri at sleppa at halda fram við virksemi, sum er skaðiligt fyri fólk. Ístaðin fyri undanførslur, áttu tær at funnið brúkiligar loysnir umgangandi og vart sínar borgarar. 

Eftir áralanga stríðið, sum fleiri fólk her á landi hava strevast við, og sum felagið Heimafriður í meira enn trý ár hevur varpað ljós á, hava kommunurnar nú sett eina reglugerð í verk, sum rættvísger, at tær sleppa at halda fram við umhvørvisskaðiligum virksemi.  

Kommunurnar keypa nú síni egnu mátingartól og brúka sostatt ikki longur óvildugar mátingar. Margháttligi framferðarhátturin hjá kommununum er als ikki í samsvari við tað, sum kommunur vanliga arbeiða fyri, nemliga at syrgja fyri, at fólkið í kommununi hevur tað gott. 

Kringvarp Føroya, sum veruliga hevur tikið hetta málið í álvara og hevur gjørt nógvar sendingar um trupulleikan, hevur eftir mínari meting í ov lítlan mun tikið heilsu- og umhvørvismyndugleikarnar við í kjakið. 

Dømi frá Klaksvíkar kommunu
Hyggja vit á heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu, har eg sjálv búgvi, so síggja vit, at heilsunevndin hevur beinleiðis eftirlitsábyrd av umhvørvisviðurskiftum. Samstundis hevur heilsunevndin møguleika fyri at geva boð og seta í verk tiltøk til frama fyri betur heilsu- og umhvørvisviðurskiftum. Hóast tað, og at allir býráðslimir hava fingið óteljandi venanarbrøv frá borgarum, letst eingin um vón. 

Eisini síggja vit á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, at øll skulu við fyriliti og varsemi fara um í náttúruni og einki gera, ið kann skaða, skemma ella gera nakrar ónáðir hjá øðrum. Hesum politikki fylgir kommunan ikki sjálv, hóast fólk í áravís hava bønað og biðið um eina loysn í sambandi við ljóðdálking. 

Roykur og larmur
Í einari samstykt um umhvørvis- og orkupolitikkin hjá Klaksvíkar kommunu, sum varð samtykt á býráðsfundi í desember 2017, stendur, at roykdálking er ein trupulleiki frá skipum, sum liggja við kai. Skip, sum liggja við kai og brúka ljósmotorarnar, eru mangan til ampa fyri borgarar við royki og larmi. Kommunan ætlar at brúka kommunufelagið at trýsta landið at gera felags treytir fyri kommunurnar viðvíkjandi larmi og royki frá skipum. Landstreymur er tøkur, og kommunan fer at virka fyri, at skip, sum liggja við kai, ikki brúka ljósmotorarnar yvirhøvur, tá ið vit skriva 2020.

Nú skriva vit 2022, og skilið er ongantíð verri enn tað sama. Ístaðin fyri at trýsta landið, setti Klaksvíkar kommuna saman við øðrum kommunum seg ímóti, at landsstýrið setti treytirnar. Kommunurnar hava sjálvar gjørt nógv umrøddu reglugerðina, sum tær hava uppfunnið við atliti til, at vinnuvirksemið við bryggjukantin kann halda fram á sama hátt, heldur enn at finna loysnir til besta fyri borgaran. 

Meðan alt hettar ótíðarhóskandi virksemið fer fram, og kommunurnar tvíhalda um málið, sleppur umhvørvismyndugleikin sær undan ábyrgd. Landsstýrismaðurin hyggur tigandi at, meðan kommunurnar arbeiða ímóti sínum borgarum. 

Í Ánunum 11. apríl 2022

Rúna Sivertsen

Comments

Neysting savnar inn við hópfígging

6/4/2022

Comments

 
Picture
​TÍÐINDASKRIV

Verkætlanin Neysting, sum var frammi seinast í 2018 við nýhugsaða produkti teirra “BátaBólinum”, (reiv úr føroyskari ull við íblástri frá róðrarbátinum, sum kann heingjast upp inni í siðsøguligum føroyskum neystum,) roynir nú hópfígging. Peningurin, Neysting sóknast eftir, skal vera grundarlag undir 1. sesong av Neysting upplivingum niðri á Møl í Froðba í summar.

Toymið handan Neysting er nú klárt við einari fulfíggjaðari heildaruppliving á náttúruvakra staðnum niðri á Møl. Tey ætla at endurreisa eitt neyst at hava wc- og baðifasilitetir í umframt at leggja til rættis bálstað at gera mat á og innrættað BátaBólið og neystið við øllum hentleikum til gestir teirra. Um tú stuðlar verkætlanini, hevur tú møguleika sjálv/ur at royna serstøku upplivinga í Suðuroynni. Hettar er 1.lið av framsøkna málinum hjá toyminum um at seta Føroyar á heimskortið (í enn størri mun) við teirra serstøku uppliving.

Neysting ynskir við teirra verkætlan at varðveita siðsøguligu neystini sum arkitektoniskan mentanararv, at varpa ljós á okkara mentanararv í heila tikið umframt at varpa ljós á samleika okkara sum tjóð. Eisini ynskir Neysting at varpa ljós á hvussu okkara vakra føroysku náttúra kann hava ein lekjandi virknaða fyri eitt nú fólk, ið eru rakt av strongd ella angist.

Vissi tú vilt vera við til at æra og varðveita føroyskar siðir, føroyska byggimentan og handverk – vísdóm sum vit hava fingið frá forfedrum okkara og sum ger okkum til tey, vit eru í dag, og sum er til okkara áðgóðan at byggja víðari á, kanst tú stuðla verkætlanini her: https://www.hopfigging.fo/project/view/107

Tú kanst lesa meir um Neysting og hjartamál teirra á heimasíðuni www.neysting.com
og á facebook síðuni https://www.facebook.com/Neysting
og á instagram @neysting_

Comments

Búgvin eisini góðan túr, 48.000 pund

4/4/2022

Comments

 
Picture
Búgvin er júst afturkomin av skjótum og góðum túri. Teir hava trola norðan fyri Føroyar og bert verið úti í 2 dagar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir  48.310 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 37.720 pund toskur, 3.840 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir

Við Búgvanum eru fýra mans.

Teir fóru túr tann 02. apríl.
Landa verður til NFCS nú.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 )
NFCS-04-04-2022   24.155

Comments

Árni Ellefsen sagt seg úr starvi

4/4/2022

Comments

 
Picture
Árni Ellefsen hevur í dag boðað nevndini í BankNordik frá, at hann leggur frá sær sum forstjóri í samtakinum. Hann heldur tó fram í starvinum, til nýggjur forstjóri er settur.

Síðani á heysti 2015 hevur Árni Ellefsen røkt starvið sum forstjóri í Bank Nordik-samtakinum. Nú heldur hann tíðina vera búna til at leggja frá sær og royna nýggjar leiðir.

“Vit í nevndini í BankNordik eru sera hørm um, at Árni hevur valt at siga seg úr starvi. Árni hevur gjørt eitt megnararbeiði fyri samtakið, og tað er ein sera stórur missur, at hann nú velur at fara. Vit virða tó hansara avgerð og fara nú undir eina tilgongd at seta nýggjan forstjóra. Vónandi verður ein loysn funnin í næstum,” sigur Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna í BankNordik.

Til nýggjur forstjóri er settur, heldur fráfarandi forstjórin fram í samtakinum. Sostatt ber til at tryggja, at týðandi vitan ikki fer fyri skeytið, soleiðis at BankNordik kann rekast víðari á hollum grundarlagi.

“Eg havi havt nógv góð og hendingarík ár í BankNordik, síðan eg tók við sum forstjóri. Gjøgnum árini havi eg saman við leiðslu og starvsfólkum verið við til at røkka góðum úrslitum, og eg havi eisini tikið truplar avgerðir fyri at brynja samtakið til framtíðina. Nú er tíðin komin at royna okkurt nýtt, og tað gleði eg meg til, sjálvt um tað eisini er sorgblítt at fara. BankNordik er eitt sunt samtak við sera dugnaligum starvsfólkum og einum góðum og sunnum kundaskara. Samtakið hevur tí góðar fortreytir fyri framhaldandi at mennast og skapa góð úrslit,” sigur Árni Ellefsen.

Árni Ellefsen er 56 ár, útbúgvin cand.merc.aud og statsautoriseraður grannskoðari. Hann hevur verið partur av samtaksleiðsluni í 11 ár og forstjóri í sløk 7 ár. Áðrenn hann tók við starvinum sum forstjóri í BankNordik, starvaðist hann m.a. sum grannskoðari og fíggjarstjóri.

Bank Nordik

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.