NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvík í fokus á Christiansborg

30/3/2022

Comments

 
Picture
Áleið 100 fólk møttu til ferniseringina og tiltakið, sum Klaksvíkar kommunu skipaði fyri á Christiansborg í gjár. Tiltakið var skipað í tveimum pørtum, har seinni partur av tiltakinum var serliga málrættað ungum lesandi í Keypmannahavn.

Karl Johansen, borgarstjóri, greiddi frá um kommununa, har hann m.a. lýsti stóru framgongdina á bústaðar marknaðinum. Hann nevndi fjølbroyttu starvsmøguleikarnar í kommununi og legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann segði, at kommununi tørvar teirra dugnaskap, og tí sjálvsagt vónar, at tey ein dag velja at flyta til kommununa.

Eirikur í Jákupsstovu, vinnu- og mentanarstjóri, hevði eisini eina framløgu, har hann meira ítøkiligt greiddi frá verkætlanum, tænastum og tilboðum í kommununi.

Í 2017 flutti Eirikur sjálvur heim til Føroyar eftir loknan lestur. Hann nevndi m.a., hvussu týdningarmikið tað er, at ein kommuna hevur góð frítíðartilboð og fjølbroyttar starvsmøguleikar, tá støða skal takast til, hvar ein ynskir at seta búgv. Í hesum sambandi var hann ikki varin við at rósa býránum og vinnuni fyri áhaldandi at tryggja góðar og fjølbroyttar bústaðar og frítíðarmøguleikar.   

Eisini var eitt serligt videobrot framleitt til endamálið, har heimkomir útisetar greiddu frá, hvussu starvsleiðin hevði útviklað seg eftir at tey eru komin heim. 

Til bæði tiltøkini framførdu Páll Sólstein og dóttir hansara Sophia. Tey framførdu m.a. Fuglakvæði og tað setti ein heilt serligan dám á løtuna.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Kundar í Trygd fingu nógv skaðaendurgjøld í fjør

25/3/2022

Comments

 
Picture
Gongdin hjá Trygd í 2021 var góð í mun til inntøkur, ið eru í støðugum vøkstri. Tvær nýggjar tryggingar vórðu mentar, og stórir einstakir skaðar settu sín dám á árið.

Sum liður í at varðveita eitt dygdargott og kappingarført tryggingarvirksemi, leggur Trygd seg miðvíst eftir, at tryggingarnar verða lagaðar støðugt eftir tørvinum hjá kundanum. Í fjør menti felagið eisini tvær nýggjar tryggingar, ið eru tær fyrstu av sínum slag í Føroyum. Hesar tryggingar eru Tanntrygd og Fráverutrygd, ið eru ætlaðar vinnurekandi.

Vinnukundar hjá Trygd hava sóknast eftir einari trygging, ið kann veita fíggjarliga hjálp til raksturin av fyritøkuni, um starvsfólk eru burturstødd í eitt longri tíðarskeið og ikki fáa røkt sítt starv. Fráverutrygd er loysnin til júst ta avbjóðingina. Tanntrygd er ein trygging, sum fyritøkur og fakfeløg kunnu tekna sínum starvsfólkum og fakfelagslimum. Við tryggingini kunnu starvsfólk fáa upp til 80% av útreiðslum til ávísar
tannlæknaviðgerðir afturgoldnar.

Nógv skaðaendurgjøld
Gongdin í 2021 var góð í mun til inntøkur, ið eru í støðugum vøkstri. Útreiðslur í sambandi við skaðar vóru munandi hægri í 2021 enn í 2020. Hækkingin stavar serliga frá arbeiðsskaðum, eldskaðum í sethúsum og skaðum á akfør. Tilsamans fingu kundar í Trygd skaðaendurgjøld fyri 101,4 mió. kr. í 2021. Til samanberingar vóru somu útreiðslur 84,0 mió. kr. í 2020.

“Vit vóru hart rakt av skaðum í 2021, men fegnast um at kunna hjálpa og veita holla og skjóta tænastu, tá ið okkara kundar hava brúk fyri okkum. Júst hetta er kjarnin í okkara virksemi. Vit vænta, at skaðagongdin fer at vera eitt sindur meira jøvn í 2022, og at vit tískil fáa eitt betri úrslit,” sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

Miðvíst arbeiði við burðardygd
Sum partur av ætlanunum um at gerast ein meira burðardygg og grøn fyritøka, fer Trygd leypandi at skifta allar bilar hjá felagnum út við elbilar. Somuleiðis keypir Trygd endurnýttar teldur til skrivstovubrúk til tess at gera sum minst inntriv í náttúruna. Í fjør gjørdi Trygd avtalu við Nema um burðardygga burturbeining av el-tólum, sum viðskiftafólk lata inn í sambandi við tryggingarskaða. Allar dátur á tólinum verða strikaðar á tryggan hátt. Tólið verður síðani burturbeint ella endurnýtt eftir burðardyggum leisti.

Roknskapurin í stuttum
• Ársúrslitið áðrenn skatt var eitt hall á 2,1 mió. kr. samanborið við eitt avlop á 12,1 mió. kr. í 2020.
• Úrslitið eftir skatt var eitt hall á 1,7 mió. kr. samanborið við eitt avlop á 10,2 mió. kr. í 2020.
• Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 8,9 mió. kr. í 2021 og vóru tilsamans 144,7 mió. kr.
• Skaðaútreiðslurnar vóru 101,4 mió. kr. samanborið við 84,0 mió. kr. í 2020.
• Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 55,3 mió. kr. samanborið við 43,3 mió. kr. í 2020.
• Skaðaprosentparturin hækkaði úr 69,6% í 2020 upp í 80,9%.

Les meira í ársfrágreiðingini.

Trygd

Comments

Vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2022

24/3/2022

Comments

 
Picture
Í uppskoti til kunngerð um veiðu eftir svartkjafti fyri 2022 er ásett, at 7.000 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2022.

Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskimálaráðnum umsókn.

Umsóknarfreistin er kl. 16.00 fríggjadagin 8. apríl 2022.

Umsóknarblað fæst her.

Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði.

Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Upplýsast skal um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð og hvussu hesin kemur til høldar. Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður í landi eisini. Um talan er um at fiska til matna og ídnað á sama túri/túrum er fyrimunur, at fiskifar/fiskifør hava egna kvotu til ídnað eisini. Bert brøkpartur av kvotu latin til matna kann fara til ídnað.

Uppskot til kunngerð um fiskiskap eftir svartkjafti í 2022 fæst við at trýsta her. *

* Av tí at uppskot um broyting av kunngerð nr 183 frá 22. desember 2021 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2022, er til hoyringar, verður fyrivarni tikið fyri møguligum broytingum í uppskotinum til nýggja kunngerð.

Fiskimálaráðið

Picture
Lýsingarprísir, klikk bannara omanfyri
Comments

​BYGMA BALSLEV KEYPIR VÁGS TIMBURHANDIL

22/3/2022

Comments

 
Picture
​Vágs Timburhandil byrjaði sítt virksemi í 80’unum og var tað Brynjolf Kristiansen, sáli, sum setti fyritøkuna á stovn. Síðstu nógvu árini hava brøðurnir Sølvi og Helgi rikið fyritøkuna og síðstu 2-3 árini hevur Helgi Kristiansen rikið Vágs Timburhandil. Vágs Timburhandil hevur sostatt verið ein stórur partur av menningini í Suðuroy síðstu mongu árini. Seinastu góðu 30 árini hevur Vágs Timburhandil ligið á Oyrunum í Vági, har eitt nú eisini Páls høll og Marghøllin eisini liggja.

Vágs Timburhandil broytir navn til Bygma Suðuroy og Helgi Kristiansen heldur fram sum leiðari, somuleiðis halda øll starvsfólkini fram.
Helgi Kristiansen, fyrrverandi eigari og núverandi leiðari sigur soleiðis:

“Vágs Timburhandil takkar øllum fyri dyggan stuðul gjøgnum øll árini, eg vóni at allir suðringar taka væl í móti Bygma Suðuroy.”

Hóast góð úrslit síðstu árini, má Helgi Kristiansen ásanna, at tað gerst trupult at fáa vøru til rættan prís, tá ið ein er ein lítil og einsamallur timburhandil, samanborið við størru fyritøkurnar og keturnar.

Sjúrður Olsen, stjóri í Bygma Balslev sigur soleiðis um keypið:
“Vit eru sera takksom fyri møguleikan at framhaldandi at kunna veita suðringum gott og breitt vøruúrval, vit gleða okkum at veita øllum suðringum framhaldandi góða tænastu.”

Keypið er treytað av góðkenning frá kappingareftirlitinum.

Spurningar kunnu vendast til Sjúrður Olsen, stjóra í Bygma Balslev á tel. 219110 ella 345029.

Bygma Balslev

Picture
Comments

​Føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2022 eru ásettar

11/3/2022

Comments

 
Picture
Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins í dag tikið avgerð um at áseta føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2022 eftir sama leisti sum undanfarin ár.

Føroyska svartkjaftakvotan fyri 2022 verður 267.431 tons samsvarandi 38,6 prosentum av strandarlandakvotuni á 692.826 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um svartkjaft í London 26. oktober í fjør.

Føroyska norðhavssildakvotan fyri 2022 verður 131.989 tons samsvarandi 22,05 prosentum av mest loyvdu veiðu á 598.588 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um norðhavssild í London 26. oktober í fjør.

Árni Skaale sigur, at nú tað er staðfest, at ongar samráðingar verða millum strandarlondini um nýggj býti av ávikavist svartkjafti og norðhavssild fyri 2022, tí at ætlanin er, at samráðingarnar nú skulu fevna um 2023, er tað týdningarmikið, at hesar kvotur verða ásettar og kunngerðirnar lýstar í næstum, til tess at vinnan kann fyrireika seg til fiskiskapin eftir hesum báðum fiskasløgum.

Fiskimálaráðið

Comments

Nýggi Christian í Grótinum er komin heim

9/3/2022

Comments

 
Picture
Seinnapartin í dag legði nýggjasta og snotiligasta skipið í føroyska foltanum at í Norðhavnini. Sera nógv fólk vóru møtt til hátíðarløtuna og flest teirra nýttu eisini høvi at vitja umborð.

Jan Petersen, stjóri, bjóðaði vælkomin og borgarstjórin, Karl Johansen, helt røðu. Klaksvíkar hornorkestur spældi vakrar tónar og Kristian Martin Rasmussen nýtti eisini høvi at takka fyri vøkru móttøkuna.

 

Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá borgarstjóranum
---
Góðu reiðarar, skiparar og manning við familjum!

Góðu tit øll, sum eru komin her í dag.

Hjartaliga vælkomin!

Tað er mær ein stórur heiður og ein gleði, sum borgarstjóri, at standa her í dag og taka ímóti hesum stórbæra, vakra og nútímans flaggskipi, sum framyvir kemur at hava sín heimstað her í Klaksvík.

Hetta er sanniliga ein stórur og søguligur dagur, bæði fyri okkara land og ikki minni fyri Norðoyggjar og Klaksvík.
---
Vøkru myndirnar, sum vit hava sæð av hesum stásiliga skipi seinastu dagarnar hava veruliga vakt ans.

Men eg má siga, at síggja skipið í veruleikanum er enn meira imponerandi.

Eg eri heilt bergtikin og eg fái eina kenslu av vón og bjartari framtíð, tí hetta er eitt skip, sum alt annað líka framtíðartryggjar samtakið Christian í Grótinum nógv ár fram.

Hetta er fyrst og fremst eitt fantastiskt bragd, sum eg gleðist um saman við tykkum, men skipið verður sanniliga eisini til gangs fyri kommununa, Klaksvíkina, ja alt Føroya land. 
---
Eg haldi vit øll kunnu verða samd um, at hetta er søgan um eina fyritøku, sum hevur havt við- og mótgongd, men sum kortini hevur megnað at yvirliva og ment seg tvørturum ættarlið.

Tað er ein sonn sólskins søga, sum vit í dag kunnu fegnast um saman við tykkum.   

At tað skuldi koma hertil, at eg sum borgarstjóri, fekk høvi at taka ímóti einum so stórbærum skipi, sum abbasynirnir hjá Palla hjá Mariannu, hava staðið á odda fyri, tað var ikki í mínum villastu tonkum, tá ið eg og Palli í 1974 svøvnrúsutir fóru mangar útróðrar túrar. 

Eg og Palli høvdu eitt sera gott forhold. Eg minnist serliga gott afturá várið í 1974, tá ið vit kl. 02.00 á nátt vanliga fóru við snellu. Tá var eg 19 ára gamal og júst blivin pápi at elstu dóttir okkara, Anniku.

Arbeiðsdagarnir vóru langir og tørnaðu vit ofta ikki inn aftur fyrr enn kl. 20-21 á kvøldi.

Hetta tíðarskeiðið kann bestemt ikki samanberast við arbeiðsumstøðurnar í dag.

Hvørki eg ella Palli høvdu nakran skrivara, sum kundu leggja okkum avtalurnar og arbeiðsvaktirnar inn á kalendarin. 

Nei, Palli heintaði meg á Heygavegum og so koyrdu vit til Borðoyarvík og síðan norð á Kósina fyri at vita, um veður var til at fara til útróðrar.

Ikki altíð viðraði, men hvønn dag gjørdu vit eina roynd og hvønn dag stóð hann á vegnum kl. 02.00 og bíðaði eftir mær. Ja, enntá kundi hann finna uppá at halda á floytuni. Tá byrjaði eg at renna, so ikki alt grannalagið vaknaði.

Tað kundi koma fyri, at hann hevði verið biltúrin, áðrenn hann kom forbí hjá mær við boðum um, at ongin túrur bleiv. Men hann kom ikki bara við boðunum, so eg kundi leggja meg aftur, nei tá kom hann inn at fáa sær ein drekkamunn ????

Tað eru nokk fá eg havi drukkið te-munn saman við kl. 02.00 á nátt, men tað vóru góðir drekkamunnar og góðar løtur, sum standa sterkt í minninum hjá mær.
---
Er ta nakað sum bæði eyðkendi Palla og hansara eftirkomarar, so er tað hetta, at teir hava gjørt sítt arbeiði til lítar, hava verið álitismenn, har teir hava verið, og "einki reyp".

Soleiðis minnist eg Palla, og soleiðis upplivi eg eisini Kristian Martin og synirnar Jón, Eyðun og Boga.

Góðu tit allir og familjur tykkara

Tit vita betur enn nakar annar, at tað ikki altíð hevur gingið sum eftir ánni. Tit hava sanniliga upplivað mótburð, men tit hava við røttum ryggi og eyðmjúkleika tikið við bæði við- og mótgongd.

Umframt tykkara arbeiðssemi, so hava umstøðurnar hesi nógvu árini sett krøv til tykkara dirvið, men eisini tykkara tolsemið og úthaldnið.

Krøvini gjøgnum tíðina eru ómetaliga nógv broytt. Tað er ikki nokk bara at fáa ungar dreingir at standa klárar á vegkantinum, sum Palli kravdi av mær, tá loysast skuldi frá landi.

Nýhugsan, dugnasemi og góð samstarvsevnir eru bara nakrar dygdir, sum tit í hesum arbeiðinum hava havt brúk fyri, tá ið tit í hesari tilgongdini hava samstarva við alskyns veitarar úr øllum heiminum.  

Góði Bogi

Eg vil fegin senda eina serlig heilsan til tín, sum hevur staðið á odda fyri hesi verkætlan. Eg havi frætt frá fólki, sum hava samstarva við teg í hesum tíðarskeiðinum, at tú hevur verið fyrimyndarligur. 

Tað undrar ongan, tí ættin hjá Christiani í Grótinum, sum nú telist 4. ættarlið, hevur í ára tíggju mynda ein framburð, sum er ómetaliga týðandi fyri Norðoyggjar og Føroya land.

Tit eiga rós fyri at sáa mót í okkara fólk, og tað eri eg tykkum ómetaliga takksamur fyri. 
--- 
Eg havi onkuntíð sagt, at síðan eg bleiv borgarstjóri, so havi eg havt nógvar røður, har eg havi róst einstaklingum og feløgum fyri meistaralig avrik, sum hava fingið tey á fremstu rók.

Eg kann bara staðfesta, at hetta heldur fram, tí nú eiga vit eisini størsta og flottasta skipið í Føroyska flotanum og tað kunnu vit ikki annað enn verða ómetaliga errin av. 
---
Vegna Klaksvíkar Býráð vil eg ynskja felagnum hjá Christiani í Grótinum hjartaliga til lukku, og at Harrin má fylgja felagi, skipi og manning og øllum teirra avvarandi, so hetta kann verða til signing fyri alt Føroya land.

Latið okkum í felag styrkja bý og øki okkara.

Hjartaliga til lukku og blíðan byr!

Takk fyri.

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.