Línubáturin ANRU bleiv trektur 8,5 fiskidagar, men tað samsvarar slett ikki við tað sum ANRU boðaði Vørn frá, teir hava havt trupuleikar við bátinum og tí mátti teir til kaj fleiri ferðir og teirra útrokning var helvtin minni enn tað at Vørn hevur rokna út, nevnliga 4.5 dagar, hetta skrivar Gundur Axel Sørensen á Facebook síni fyri løtu síðani:
“Sísta túr vóru vit úti í 6,5 døgn harav vóru vit inn 3 ferð við ymsun trubuleikun,effektiva fiskitíðin hjá okkum var ca 4,5 døgn,vit boðau Vørn frá hvørja ferð vit fóru inn komu til kai og loystu aftur frá kai,nú kjemur rokningin vit eru trektur 8,5 fiskidagar fyri túrin????????”
Hetta kann ikki góðtakast, sjálvandi kunnu teir ikki blíva trekur 8,5 fiskidagar, tá ið teir ikki hava fiska 8,5 fiskidagar.
SáH