NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Graviarbeiðið heldur fram eftir Heygavegi

19/11/2019

Comments

 
Billede


Grivið hevur verið eftir Garðavegi og nú verður hildið fram eftir Heygavegi. Talan er um arbeiðið, sum verður gjørd í pørtum, og fyribils verður grivið til og við Ziskagøtu.

Tað er SEV sum leggur hesa leiðing ígjøgnum Klaksvíkina, samstundis sum Føroya Tele ger ymiskar dagførðingar og Klaksvíkar kommuna ger ábøtur á kloakkskipanina.

Miðað verður ímóti at órógva íbúgvararnar sum minst, og vegurin verður tí ikki stongdur í hesum tíðarskeiði. Tó kann væntast, at ferðslan verður tarnað, og mælt verður til at vísa varsemi.

SEV DAGFØRIR ELKERVIÐ Í NORÐURØKINUM
Leiðingin sum SEV nú leggur er long, frá smoltstøðini hjá Bakkafrost í grótbrotinum á Stornd, gjøgnum alla Klaksvík – eftir Ánavegi, Skáltavegi, Garðavegi, Heygavegi, Mækjuvegi umvegis Norðoyatunnilin, gjøgnum Lorvík, gjøgnum Leirvíkstunnilin, niðan gjøgnum Gøtudal til nýggju koblingsstøðina Innan Eið – omanfyri Varmakeldu.

Samlaða arbeiðið er mett at taka tvey ár.

Her myndir frá tá ið teir byrjaðu at grava fyrst í oktober.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

​Banknordik hevur latið nýggja deild upp í Klaksvík

14/11/2019

Comments

 
Billede
Klokkan 14.30 ígjár lat Banknordik nýggja deild í Klaksvík, hon er flutt frá Klaksvíksvegi og til Biskupstorgið.

Almenn móttøka var frá 14.30 – 17.00. Nógv fólk vóru komin saman og vóru fleiri røður hildnar.

Nýggið deildarleiðarin Einar Tróndargjógv, bjóðaði vælkomin og takkaði fyrrverandi deildarleiðarnum Marjun Kalsø fyri gott arbeiðið og ynski henni góðan byr og at øll í Bankanum gleddu seg til, at hon kom aftur eftir lokið orlov.

Rakstarleiðarin Turið F. Arge í Banknordik helt eisini røðu og hana kunnu tit hoyra live herundir.

Til endast slapp borgmeistarin eisini at siga nøkur orð og tað taluni kunnu tit lesa aðrastaðni á news.fo og Norðoya Portalinum.

News.fo og Norðoya Portalurin ynskir Banknordik tillukku við nýggju hølunum og góðan byr í framtíðini.

SáH

​

Comments

Looknorth undirskrivað keypsavtalu um vinnuøkið í Borðoyavík

14/11/2019

Comments

 
Billede
Talan er um grundøki á uml. 8.600 m2, sum liggur í øki B1, ið er ídnaðarøki sunnanfyri bátahylin á Borðoyarvík.

Looknorth hevur verið í støðugari menning seinnu árini. Í 2011 varð virkið bygd út, soleiðis at tað gjørdist tvífalt so stórt, sum tað hevði verið frammanundan. Nú er so ítøkiligar ætlanir um ein nýggjan bygning á nýggja vinnuøkinum við Borðoyarvík. Sostatt verður nýggi bygningurin nærum aftur tvífalt so stórur sum núverandi virkisbygningur, góðar 4,500 m2.

Árni Skaale, eigari og stjóri, sigur, at tey arbeiða alla tíðina við at menna nýggjar framleiðslur og vørur. Nýggja virkið fer at skapa góðar fortreytir fyri víðari menning av virkseminum.

Árni Skaale vann heiðurin sum ársins íverkseti í 2017, og kann tað framhaldandi staðfestast, at Looknorth er frammaliga, tá tað snýr seg um, at fara undir nýggjar verkætlanir.

Í hesum døgum er J & K Petersen í ferð við at útstykkja 15.000 fermetrarnar til nýtt vinnuøki, sum skal standa liðugt komandi ár. Í næstum fer Klaksvíkar kommuna at bjóða út fleiri vinnuøki við Borðoyarvík.

Tummas Lervig, formaður fyri Havna- og vinnunevndina, er fegin um, at vinnufyritøkur í býnum vilja byggja nýtt og trúgva uppá framtíðina.

– Vit gleðast um, at hendan avtalan í dag er undirskrivað, tí hetta er bert byrjanin til nýggja vinnuøkið hjá Klaksvíkar kommunu, sum í næstum fer at útvega enn fleiri vinnuøkið við Borðoyarvík, sigur Tummas Lervig.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

Broyting í skipanini í fiskiskapinum hjá ídnaðarskipum eftir makreli í 2019

13/11/2019

Comments

 
Billede
Fiskimálaráðið hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir makreli í 2019, so at hámarkið hjá hvørjum ídnaðarskipi verður tikið burtur.

Í 2019 eru 5.508 tons av makreli sett av til ídnaðarskipini. Fiskiskapurin er skipaður sum felagskvota við hámarki. Hámarkið fyri hvørt skipið er 1.515 tons.

Um líkindi eru fyri, at felagskvotan ikki verður fiskað, kann landsstýrismaðurin eftir kunngerðini broyta skipanina, so at hámarkið hjá hvørjum skipi antin verður hækkað ella tikið burtur.

Veiðitølini hjá Vørn vísa, at góð 1.000 tons eru eftir av felagskvotuni hjá ídnaðarskipunum. Grundað á hetta metir Fiskimálaráðið, at líkindi ikki eru fyri, at felagskvotan fer at verða fiskað í ár.

Fiskimálaráðið hevur tí gjørt av at brúka heimildina í kunngerðini soleiðis, at hámørkini í skipanini hjá ídnaðarskipum verða tikin burtur. Eftir hesum kunnu øll ídnaðarskipini nú fiska av tí, ið er eftir av felagskvotuni, til hon er uppi.

Broytingin fær gildi frá og við 17. november 2019.

Comments

Røðan hjá Osmundi Justinussen kann lesast og síggjast her

4/11/2019

Comments

 
Billede
​Røðan hjá Osmundi Justinussen kann lesast og síggjast her

Fríggjadagin 1. november varð minningarhald teirra sjólátnu hildið í Vágstúni, har Osmund Justinussen, reiðari bar fram røðu.

Allahalgannadag er siður at minnast tey, ið lótu lív á sjónum, og í dag hava minningarhald verið á skránni kring alt landið. Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini bjóðaði vælkomin og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, legði krans vegna Klaksvíkar Býráð.

Kransar vórðu eisini lagdir vegna Føroya landsstýri, Klaksvíkar útróðrarfelag, Klaksvíkar arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag.

Røðan hjá Osmundi Justinussen kann lesast her: 


Minningarhald teirra sjólætnu í Klaksvík 1. november 2019

Vit skulu her við byrjan lesa eitt vers frá 5. Mósebók kap. 8, vers 2:

Tú skalt minnast allan vegin, ið Harrin Gud tín hevur leitt teg hesi 40 ár í oyðumørkini -  fyri at eyðmýkja teg og royna teg og fyri at vita, hvat í hjarta tínum var.

Tað er eingin vág í Føroyum, har so nógv fiskifør hava siglt út og inn, sum á Klaksvíkar vág.

Her stóðu konur, børn og skyldfólk og veittraðu farvæl og ynsktu góðan túr, meðan skipið spakuliga fór frá kai og fór siglandi út eftir vágni, og hvørki teir umborð ella tey, á landi stóðu, vistu, um hetta varð seinasta farvæl.

Havi hevur givið nógv, men tað hevur eisini kravt nógv, og tað hevur Klaksvíkin ígjøgnum tíðirnar eisini sannað. Í dag eru vit komin saman at minnast teir/tey, sum fórust á havinum, tó tíbetur er eingin føroyingur farin á havinum hetta seinasta árið.

Minnisvarðarnir í landi okkara siga frá mangari sorgarsøgu, sum hend er á havinum. Hesir minnissteinar tala uttan orð, teir eru tigandi men siga tó alt.  Einaferð segði Jesus við mannaættina:  Tiga tit, so skulu steinarnir tala, og um so øll minnishald halda uppat, so fara steinarnir hóast tað at tala.

Hesin varðin, sum vit standa við í Vágstúni, hevur eisini sína døpru søgu. At fara nærri inn í siglingarsøguna í Klaksvík er ikki tíð til í dag, men nú samfelag okkara livur í yvirflóð og toskurin ger landgongd inn á hvørja vík og hvønn fjørð, eiga vit tó ikki í allari vælferðini at gloyma teir, sum ikki komu aftur uttan av havinum, men at syrgja við teimum syrgjandi og drýpa høvur.

Hesir varðar minna okkum eisini um somu tíð á hjartanemandi menniskjakærleika og hjálp, tá grátandi einkjur og hjálparleys smá stardu út í vónloysið og myrkrið og ongan glotta sóu, tí pápin, maðurin og forsyrgjarin var burtur!

Ein kann til tíðir hugsa:  Er tað rætt at minnast slíkar sorgartilburðir, sum broyttu okkara lív og ristu alt samfelagið, tá íð menn og dreingir máttu lúta fyri havsins veldi, og ein misti tað kærasta, ein átti? Ja, tað er rætt at minnast, vil eiga ikki at gloyma, men goyma tey góðu minnini um tey, sum vóru okkum kær!

Vit lósu úr 5. Mósebók kap. 8: Tú skalt minnast allan vegin, eg havi leitt teg. Tú skalt minnast bæði tað góða og tað tunga.  Vit eru sorgarbundin, tá ið onkur av okkara kæru missir minnið, og vit royna alt, vit kunnu at søkja alla hjálp.  Eitt samfelag, sum einki minnist og sum onga søgu hevur, er sjúkt og treingir til at fáa heilivág.

Lívið er soleiðis samantvinnað, at tað er eitt paradoks, alt í lívinum hevur tvinnar síður, lív og deyði, at læa og at gráta, sorg og gleði, at elska og at hata, nátt og dagur, myrkur og ljós, stormur og stilli, mótgongd og viðgongd, undanbrekka og mótbrekka..... eg kundi hildið áfram.

Hevur tú elskað nógv, hevur tú nógvan sakn, og hevur tú einki elskað, hevur tú ongan sakn, tí er kærleiki og sorg óatskiljilig. Mong, sum standa niðurboygd við minnisvarðar í okkara landi í dag og minnast, hava stóra sorg, tí tey hava elskað nógv. 


Danska sálmaskaldi Ludvig Bøtcher yrkir:

Hvad her vi elske, ejes kun på borg

på uvis frist, så er naturens orden

og vildu være fri for savn og sorg,

da må du intet elske her på Jorden.

 

Men sorgen er en engels dunkle hånd,

sum lutrer, hvad os jordisk kjært er vorden

og løfter mod det evige vor ånd

og derfor skal du elske her på Jorden.


Tí eiga vit í sorgini at minnast tey, sum vit elskaðu, tey sum ríkaðu lív okkara.  Vit eiga í sakninum at gleðast yvir tað, tey sum undan fóru góvu okkum av kærleika og umsorgan.

Havið hevur givið okkum føroyingum nógv, og mangan hevur tað verið sonn frøði at balast á havinum, tá dorgin á Galvinum var avtakin við seiði, tá strálan av hýsu sást niður ígjøgnum sjógvin, á Mýlingsgrunninum, meðan línan varð drigin, ella tá bellurin og posin fleyt fullur við síðuna av trolaranum.

Fyri nógvum árum síðani sat eg einaferð niðuri í fjøruni úti á Rundøy í Noregi. Har bleiv fortalt mær frá, hvussu sangurin Gud signi várt fólk, hvar tað siglir og rør, bleiv til.  Biskop Støjlen  yrkti sangin, sum hann sat niðri í fjøruni og hugdi út ímóti aldubrotunum og mintist beiggja sín, sum hann hevði mist í eini skipsvanlukku úti fyri Rundøy. Ein partur av einum versi í hesum sangi sigur:


Har mangir av okkara funnu sær grøv,

 til havs hevur farið so fagur ein skarði,

hann hvílir har úti og vaknar ein dag

og syngur frá sjónum hitt Himmalska lag


Eg ivist ikki í, at Støjlen hevur haft Opinbáringina kap 20, v. 13, í huga, tá hann yrkti hendan sangin.

Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru.

 
Seinasta ørindi í sanginum er so hugtakandi, har hann sigur:

Tá deyður er deyðin og horvið er hav.

Vit duga ikki at ímynda okkum hesa løtu, tá deyðin fer at bera aftur og verður gjørdur til einkis.  Higartil hevur hann bara tikið og einki borið aftur.  Fyrstu ferð, at vit síggja, at hann ber aftur, er tað frá havinum.

Mangur hevur hevur staðið syrgjandi við eina grøv ella ein minnisvarða og havt hetta ynski: Á gævi at viðkomandi hevði komi aftur, men einki svar fingið.

 

Vit skulu enda við hesum versi:

Gud gev okkum øllum tað landi at ná

Har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá

Tá Hirðin sítt fylgi úr mold og úr bylgju

Skal savna, har sorgin um ævir er av

Tí deyður er deyðin og svunnið er hav.

Æra verði minnið um tey, sum fórust á havinum.
                            
Bøn!

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.