Fríggjadagin 1. november varð minningarhald teirra sjólátnu hildið í Vágstúni, har Osmund Justinussen, reiðari bar fram røðu.
Allahalgannadag er siður at minnast tey, ið lótu lív á sjónum, og í dag hava minningarhald verið á skránni kring alt landið. Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini bjóðaði vælkomin og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, legði krans vegna Klaksvíkar Býráð.
Kransar vórðu eisini lagdir vegna Føroya landsstýri, Klaksvíkar útróðrarfelag, Klaksvíkar arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag.
Røðan hjá Osmundi Justinussen kann lesast her:
Minningarhald teirra sjólætnu í Klaksvík 1. november 2019
Vit skulu her við byrjan lesa eitt vers frá 5. Mósebók kap. 8, vers 2:
Tú skalt minnast allan vegin, ið Harrin Gud tín hevur leitt teg hesi 40 ár í oyðumørkini - fyri at eyðmýkja teg og royna teg og fyri at vita, hvat í hjarta tínum var.
Tað er eingin vág í Føroyum, har so nógv fiskifør hava siglt út og inn, sum á Klaksvíkar vág.
Her stóðu konur, børn og skyldfólk og veittraðu farvæl og ynsktu góðan túr, meðan skipið spakuliga fór frá kai og fór siglandi út eftir vágni, og hvørki teir umborð ella tey, á landi stóðu, vistu, um hetta varð seinasta farvæl.
Havi hevur givið nógv, men tað hevur eisini kravt nógv, og tað hevur Klaksvíkin ígjøgnum tíðirnar eisini sannað. Í dag eru vit komin saman at minnast teir/tey, sum fórust á havinum, tó tíbetur er eingin føroyingur farin á havinum hetta seinasta árið.
Minnisvarðarnir í landi okkara siga frá mangari sorgarsøgu, sum hend er á havinum. Hesir minnissteinar tala uttan orð, teir eru tigandi men siga tó alt. Einaferð segði Jesus við mannaættina: Tiga tit, so skulu steinarnir tala, og um so øll minnishald halda uppat, so fara steinarnir hóast tað at tala.
Hesin varðin, sum vit standa við í Vágstúni, hevur eisini sína døpru søgu. At fara nærri inn í siglingarsøguna í Klaksvík er ikki tíð til í dag, men nú samfelag okkara livur í yvirflóð og toskurin ger landgongd inn á hvørja vík og hvønn fjørð, eiga vit tó ikki í allari vælferðini at gloyma teir, sum ikki komu aftur uttan av havinum, men at syrgja við teimum syrgjandi og drýpa høvur.
Hesir varðar minna okkum eisini um somu tíð á hjartanemandi menniskjakærleika og hjálp, tá grátandi einkjur og hjálparleys smá stardu út í vónloysið og myrkrið og ongan glotta sóu, tí pápin, maðurin og forsyrgjarin var burtur!
Ein kann til tíðir hugsa: Er tað rætt at minnast slíkar sorgartilburðir, sum broyttu okkara lív og ristu alt samfelagið, tá íð menn og dreingir máttu lúta fyri havsins veldi, og ein misti tað kærasta, ein átti? Ja, tað er rætt at minnast, vil eiga ikki at gloyma, men goyma tey góðu minnini um tey, sum vóru okkum kær!
Vit lósu úr 5. Mósebók kap. 8: Tú skalt minnast allan vegin, eg havi leitt teg. Tú skalt minnast bæði tað góða og tað tunga. Vit eru sorgarbundin, tá ið onkur av okkara kæru missir minnið, og vit royna alt, vit kunnu at søkja alla hjálp. Eitt samfelag, sum einki minnist og sum onga søgu hevur, er sjúkt og treingir til at fáa heilivág.
Lívið er soleiðis samantvinnað, at tað er eitt paradoks, alt í lívinum hevur tvinnar síður, lív og deyði, at læa og at gráta, sorg og gleði, at elska og at hata, nátt og dagur, myrkur og ljós, stormur og stilli, mótgongd og viðgongd, undanbrekka og mótbrekka..... eg kundi hildið áfram.
Hevur tú elskað nógv, hevur tú nógvan sakn, og hevur tú einki elskað, hevur tú ongan sakn, tí er kærleiki og sorg óatskiljilig. Mong, sum standa niðurboygd við minnisvarðar í okkara landi í dag og minnast, hava stóra sorg, tí tey hava elskað nógv.
Danska sálmaskaldi Ludvig Bøtcher yrkir:
Hvad her vi elske, ejes kun på borg
på uvis frist, så er naturens orden
og vildu være fri for savn og sorg,
da må du intet elske her på Jorden.
Men sorgen er en engels dunkle hånd,
sum lutrer, hvad os jordisk kjært er vorden
og løfter mod det evige vor ånd
og derfor skal du elske her på Jorden.
Tí eiga vit í sorgini at minnast tey, sum vit elskaðu, tey sum ríkaðu lív okkara. Vit eiga í sakninum at gleðast yvir tað, tey sum undan fóru góvu okkum av kærleika og umsorgan.
Havið hevur givið okkum føroyingum nógv, og mangan hevur tað verið sonn frøði at balast á havinum, tá dorgin á Galvinum var avtakin við seiði, tá strálan av hýsu sást niður ígjøgnum sjógvin, á Mýlingsgrunninum, meðan línan varð drigin, ella tá bellurin og posin fleyt fullur við síðuna av trolaranum.
Fyri nógvum árum síðani sat eg einaferð niðuri í fjøruni úti á Rundøy í Noregi. Har bleiv fortalt mær frá, hvussu sangurin Gud signi várt fólk, hvar tað siglir og rør, bleiv til. Biskop Støjlen yrkti sangin, sum hann sat niðri í fjøruni og hugdi út ímóti aldubrotunum og mintist beiggja sín, sum hann hevði mist í eini skipsvanlukku úti fyri Rundøy. Ein partur av einum versi í hesum sangi sigur:
Har mangir av okkara funnu sær grøv,
til havs hevur farið so fagur ein skarði,
hann hvílir har úti og vaknar ein dag
og syngur frá sjónum hitt Himmalska lag
Eg ivist ikki í, at Støjlen hevur haft Opinbáringina kap 20, v. 13, í huga, tá hann yrkti hendan sangin.
Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru.
Seinasta ørindi í sanginum er so hugtakandi, har hann sigur:
Tá deyður er deyðin og horvið er hav.
Vit duga ikki at ímynda okkum hesa løtu, tá deyðin fer at bera aftur og verður gjørdur til einkis. Higartil hevur hann bara tikið og einki borið aftur. Fyrstu ferð, at vit síggja, at hann ber aftur, er tað frá havinum.
Mangur hevur hevur staðið syrgjandi við eina grøv ella ein minnisvarða og havt hetta ynski: Á gævi at viðkomandi hevði komi aftur, men einki svar fingið.
Vit skulu enda við hesum versi:
Gud gev okkum øllum tað landi at ná
Har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá
Tá Hirðin sítt fylgi úr mold og úr bylgju
Skal savna, har sorgin um ævir er av
Tí deyður er deyðin og svunnið er hav.
Æra verði minnið um tey, sum fórust á havinum.
Bøn!
Kelda: Klaksvík.fo
SáH