NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ben Arabon nýggjur nevndarformaðurin í BankNordik

29/3/2020

Comments

 
Billede
Nevndin í BankNordik hevur skipað seg Í dag varð ársaðalfundur hildin í BankNordik, og eftir fundin skipaði nevndin seg við Ben Arabo sum nevndarformanni. Á aðalfundinum varð m.a. avgjørt, at einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019.

Ársaðalfundurin hjá BankNordik varð í dag hildin sum upprunaliga ætlað, hóast talan var um ein heldur øðrvísi aðalfund. Til tess at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um at fyribyrgja smittu við koronavirusi legði bankin seg eftir at avmarka aðalfundin so nógv sum gjørligt. Eitt nú var nevndin ikki til staðar, og nógvir partaeigarar høvdu latið fulltrú í staðin fyri at møta.

Ben Arabo nýggjur nevndarformaður Nevndarforkvinnan í BankNordik seinastu 5 árini, Stine Bosse, hevði frammanundan boðað frá, at hon ikki tók við afturvali, og tí var greitt undan fundinum, at nýggjur nevndarformaður skuldi veljast. Beint eftir ársaðalfundin skipaði nýggja nevndin seg við Ben Arabo sum nevndarformanni og John Henrik Holm sum næstformanni.

”Eg eri fegin um at verða valdur til formann í BankNordik. Eg síggi fram til at verða partur av at styrkja og menna ta sterku støðu, ið BankNordik hevur, og støðugt at betra um kappingarførið frameftir. At varðveita styrki og kappingarføri er serliga týdningarmikið í tíðum sum hesum, har BankNordik hevur ein sera týdningarmiklan leiklut at hjálpa sínum kundum gjøgnum verandi marknaðarstøðu,” sigur Ben Arabo, nývaldur nevndarformaður í BankNordik.

Hesi manna nú nevndina í P/F BankNordik:
 Ben Arabo, formaður
 John Henrik Holm, næstformaður
 Barbara P. Vang, aðalfundarvaldur nevndarlimur
 Jógvan Jespersen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
 Gunnar Nielsen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
 Hans Arni Bjarnason Thomsen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
 Kenneth M. Samuelsen, starvsfólkavaldur nevndarlimur
 Dan Rasmussen, starvsfólkavaldur nevndarlimur
 Alexandur Johansen, nevndarlimur umboðandi samtakið

Einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019
Tað er sera óvist, hvørjar avleiðingar COVID-19 fer at hava fyri samfelagið og virksemið hjá BankNordik, og tí er tað í løtuni trupult at meta um fíggjarligu útlitini hjá samtakinum. Tí metir bankin tað ikki vera ráðiligt at gjalda íleggjarum 67,2 mió. kr. í vinningsbýti fyri 2019, sum ætlanin upprunaliga var. Á aðalfundinum varð tí samtykt, at einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019.

Á ársaðalfundinum vórðu hesi mál viðgjørd:
 Frágreiðing nevndarinnar um virksemið hjá BankNordik í 2019 varð góðkend
 Ársfrágreiðingin hjá BankNordik fyri 2019 varð góðkend
 Avgerð varð tikin um ikki at gjalda vinningsbýti fyri 2019
 Uppskot nevndarinnar um val av 6 aðalfundarvaldum nevndarlimum varð góðkent
 Nevndarlimirnir Barbara Pállsdóttir Vang, Jógvan Jespersen, John Henrik Holm og Gunnar Nielsen vórðu afturvaldir, meðan Ben Arabo og Hans Arni Bjarnason Thomsen vórðu valdir sum nýggir nevndarlimir
 P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, og PricewaterhouseCoopers Statsautoriseret Revisionspartnerselskab, vórðu afturvaldir sum uttanhýsis grannskoðarar
 Uppskot nevndarinnar um nevndarsamsýningar í 2020 varð góðkent

BankNordik

Billede
Comments

Tórshavnar Kommuna Við Anniku Á Odda Hjálpir Vinnulívinum

26/3/2020

Comments

 
Billede
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevur klokkukláran boðskap til føroyska vinnulívið.

Tað almenna skal ikki halda aftur. Nú ræður um hjá landinum og kommunum at halda fram við at gera íløgur, soleiðis at treystið í vinnuni og góða gongdin í búskapinum heldur fram.

Annika Olsen skrivar m.a. á sínum Facebookvanga, at Tórshavnar kommuna hevur ongar ætlanir um at steðga íløgunum.

Tvørturímóti. Her eru nøkur av átøkunum, kommunan hevur tikið stig:
– Sáttmáli undirskrivaður um at gera Tórshavnar havn lidna✅
– Langhylurin liðugt prosjekteraður/klárur at bjóða út✅
– Útstykkingin við Stórubrekku kann fara i gongd í summar = uml. 100 búeindir ✅
– Umvæla skúlar og dagstovnar✅

Flott, Annika Olsen, og meirilutin í Tórshavnar býráði👏👍

Fólkaflokkurin

Comments

​Ársaðalfundurin hjá BankNordik verður hildin 26. mars sum upprunaliga ætlað

25/3/2020

Comments

 
Billede
​Av tí at BankNordik ikki væntar at fáa lógarheimildina frá myndugleikunum, sum krevst fyri at avlýsa ársaðalfundin, verður aðalfundurin hildin hósdagin 26. mars. Eftir ætlan verður einki vinningsbýti goldið fyri 2019.

Herfyri boðaði BankNordik frá ætlanini um at avlýsa ársaðalfundin til tess at fyribyrgja smittu við koronavirusi. Avlýsingin var treytað av, at myndugleikarnir góvu neyðugu lógarheimildina til at avlýsa aðalfundin. Av tí at bankin nú ikki væntar, at lógarheimildin verður givin, er ætlanin at halda aðalfundin hósdagin 26. mars kl. 17, sum upprunaliga ætlað.

Til tess at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um at fyribyrgja smittu við COVID-19, verður roynt at avmarka ársaðalfundin so nógv sum til ber. Eitt nú verður nevndin ikki til staðar í hølunum hjá bankanum. Harumframt fer BankNordik at seta seg í samband við partaeigarar, ið hava teknað seg til aðalfundin, og mæla teimum til at geva bankanum fulltrú í staðin fyri at møta.

Nýggj avgerð um vinningsbýti fyri 2019
Tað er óvist, hvussu víðfevndar avleiðingar COVID-19 fer at hava fyri samfelagið og harvið eisini fyri virksemið hjá BankNordik, og tí er tað í løtuni sera trupult at meta um fíggjarligu útlitini hjá samtakinum.

Eftir ætlan skuldi bankin gjalda sínum íleggjarum 67,2 mió. kr. í vinningsbýti fyri 2019. Broyttu og serstøku umstøðurnar hava tó við sær, at BankNordik ikki metir tað vera ráðiligt at gjalda vinningsbýti sum ætlað. Á aðalfundinum verður tí skotið upp, at einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019. Nevndin fylgir gongdini og avleiðingunum av COVID-19 neyvt, og um støðan og útlitini batna seinni í ár, fer nevndin at viðgera spurningin um vinningsbýti fyri 2019 av nýggjum.

BankNordik

Billede
Comments

Frávik kunnu gerast frá ásetingunum um hvílitíð

21/3/2020

Comments

 
Billede
Arbeiðsumhvørvislógin ásetur, at frávik kunnu gerast frá reglunum um hvílitíð og frísamdøgur, tá viðurskifti eru, ið koma óvart á. Frávikini kunnu gerast í tann mun, tað er avgerandi neyðugt, og ásetingin um hesi frávik verður tikin í nýtslu í sambandi við coronasmittuna/covid-19.

Hetta merkir, at arbeiðspláss, ið eru undir serligum trýsti orsakað av covid-19, eitt nú sjúkrahús, døgnstovnar, heimarøkt og tilbúgving, kunnu gera frávik frá reglunum um eina hvílitíð á minst 11 samanhangandi tímar. Tó skal hvílitíðin í minsta lagi verða 8 samanhangandi tímar.

Umframt ber til at víkja frá regluligum sunnu- og halgidagsarbeiði, um so er, at hetta er avgerandi neyðugt fyri útinnan av arbeiðinum. Hetta frávikið kann eisini vera galdandi fyri t.d. tær fyritøkur, ið skulu útvega matvøruhandlum vøru,

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal í hesum sambandi leggja dent á, at arbeiðið – eisini í støðuni, sum Føroyar eru í orsakað av covid-19 – skal vera útint á ein tryggan hátt. Eisini skal upplýsast, at sum endurgjald fyri mista frítíð orsakað av regluligum sunnudagsarbeiði, hava starvsfólk seinni rætt til aðra samfelda frítíð.

Sí: https://arb.fo/news/100/fravika-kunnu-gerast-fra-asetingunum-um-hvilitid

Kunningarskriv frá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum

Billede
Comments

Myndir: Mathilda og Eyðun Nolsøe havt sín síðsta arbeiðsdag

19/3/2020

Comments

 
Billede
Tann 28. februar hevði Mathilda og Eyðun Nolsøe teirra síðsta arbeiðsdag.

Dagurin bleiv hildin bæði í Bank Nordik og í Norðoya Sparikassa, har viðskiftafólkini fingið lágkaku og kaffi.

Nógv vóru komin saman at heilsa uppá tey bæði, sum hava verið teimum báðum peningastovnum sera trúgv.

Mathilda letur væl at tíðini í Bankanum, ein sera góð tíð, men eitt sindur buldraslig, tá ið fólk eru blivin uppsøgd. Menningin hevur verið sera stór, fyrr var alt manuelt og vitskrivaði alt við maskinu og nú er alt ígjøgnum netið og man sær illa nokk fólk inni í bankanum, alt er blivi tráðleyst og ígjøgnum luftina, men soleiðis er tíðin nú.

Mathilda Nolsøe byrjaði fyri 42 árum síðani, 18. juli í 1977 í Fuglafirði og so blivu vit gift 21. mai 1982, mánaðin eftir byrjaði eg í Føroya Banki í Klaksvík og her havi eg verið síðani, fyrst Føroya Banka og so Bank Nordik. Alla tíðina á Fornagørðum og so flutti vit oman á Biskupstorgi tann 11. november 2019.

Eg havi arbeitt undir hesum stjórum, Jóhan Simonsen í Fuglafirði, Leivur Højgaard eisini í Fuglafirði, í Klaksvík vóru stjórarnir, Jóannes Poulsen (Jóannes í Bankanum) Kristian Petersen, Hanus Heinesen, Hans Petur Clementsen, Marjun Kalsø og Einar Tróndargjógv.

Eyðun Nolsøe byrjaði í Norðoya Banka í 1975, eitt skiftið arbeiddi hann á Norðbygg, tað var í 1982 og flaggdagin í 1983 byrjaði hann á Føroyar Sparikassa og so kom hann norður til Norðoya Sparikassa í oktober í 1984, har hann hevur arbeitt síðani. Eyðun hevur havt fleiri ábyrgdarstørv í Norðoya Sparikassa og seinastu árini hevur hann verið starvsfólkaleiðari.

News.fo og Norðoya Portalurin takka fyri prátið við Mathildu og ynskja vit tykkum alt tað besta í framtíðini.

SáH

Comments

Er hjálparpakkin ikki fyri sjálv vinnurekandi?

19/3/2020

Comments

 
Billede
Er hjálparpakkin ikki fyri sjálv vinnurekandi, eitt nú skeinkistøð, hárfríðkanarstovur, smá handlar, minni matstovur, grillbúðir o.a.?, sum eg síggja tað, so er tað bara fyri løntakarnir og tey sjálv vinnurekandi fáa 0,00 kr. í hjálp.

Tey flestu av sjálv vinnnurekandi hava stongt, so her koma 0,00 kr. í kassan og ganga tað fleiri vikur/mánaðar, so kunnu vit missa fleiri 100túsundstals krónir í umsetningi, so sigur tað seg sjálvt, at fyritøkurnar fara á heysin og tá hjálpir lítið hjá arbeiðsfólkunum at fáa løn frá tí almenna, tí tá hava tey onki arbeiðið at koma aftur til, tí tá er fyritøkan stongd.

At útseta MVG og at geva lán hjálpir lítið, tí tað liva vit ikki av, vit liva av okkara viðskiftafólki og arbeiðsfólkum, eru tey ikki har, so stongja vit, so einkult er tað.

Símun á Høvdanum

Comments

​Koronavirus: soleiðis hjálpir BankNordik kundunum

16/3/2020

Comments

 
Billede
​Koronavirus: soleiðis hjálpir BankNordik kundunum

Í BankNordik eru vit tilvitað um ta heilt serligu støðu, ið Koronavirusið hevur við sær fyri føroyska búskapin og samfelagið sum heild. Umframt álvarsomu avbjóðingarnar fyri heilsuverkið hevur smittan samstundis víðfevndar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri okkara vinnulívskundar og privatkundar.

Til tess at hjálpa kundum, ið verða ávirkaðir, nú virksemið í samfelagnum so brádliga og ógvisliga er minkað, hava vit sett eina røð av serligum tiltøkum í verk. Tiltøkini skulu vera við til at hjálpa vinnufyritøkum og privatum húsarhaldum væl ígjøgnum fíggjarligu avbjóðingarnar komandi tíðina.

Hjálp til privatkundar
Tiltøk ætlað privatkundum, ið orsakað av lægri inntøku ella uppsøgn fáa tørv á hjálp í eitt tíðarskeið:

*Avdráttarskái á lánum: Kundar kunnu útseta lánsgjøld í upp til 6 mánaðir og harvið leingja afturgjaldstíðina á láninum. Hetta er galdandi fyri øll vanlig lán, t.d. lán til bústað og bil
*Møguleiki at fáa játtan um fyribils trot á kredittum

Hjálp til vinnukundar
Tiltøk ætlað vinnukundum, ið hava mist ella vænta at missa umsetningin fult ella lutvíst:

*Møguleiki at fáa avdráttarskáa og harvið útseta lánsgjøld í upp til 6 mánaðir
* Møguleiki at fáa eyka gjaldførishjálp

Allir kundar verða viðgjørdir við støði í viðurskiftunum og fíggjarstøðuni hjá tí einstaka.

”Talan er um eina heilt serliga støðu, sum ávirkar okkum øll. Tað er eingin ivi um, at hetta er eitt bakkast fyri alt samfelagið, og sum banki hava vit eina skyldu til at hjálpa okkara kundum, ið verða fíggjarliga ávirkaðir av støðuni. Vit vóna, at tiltøkini, ið nú eru sett í verk, kunnu vera við til at tryggja, at føroyskar fyritøkur og húsarhald koma ígjøgnum fíggjarligu avbjóðingarnar, hóast bæði umsetningur og lønarútgjaldingar fara at vera lægri í eitt tíðarskeið, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Tiltøkini fáa virknað alt fyri eitt, og vónandi kunnu vit við hesum fyribyrgja, at avleiðingarnar av COVID-19 gerast ov víðfevndar. Tey, ið hava spurningar ella tørv á hjálp, eru sum altíð vælkomin at seta seg í samband við okkum.

Bank Nordik 

Comments

Herd Tiltøk Fyri At IRF Kann Halda Ótarnað Fram

14/3/2020

Comments

 
Billede
​Innsavningin hjá IRF er ein samfelagsberandi tænasta, sum ikki má steðga upp. Í sambandi við Coronasmittuna hava vit tí sett herd tiltøk í verk fyri at tryggja, at innsavningin av burturkasti kann halda fram so ótarnað sum gjørligt.

Allar IRF-støðir avbyrgdar
IRF tekur ímóti burturkasti sum vanligt, men eingin vitjandi sleppa inn á støðirnar hjá IRF. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja, at okkara starvsfólk verða smittaði.

Hvør bilur hjá IRF er ein avbyrgd eind
Hvør bilur hjá IRF er ein avbyrgd eind, og fólkið í bilunum skal hava minst møguligt persónligt samband við onnur í arbeiðstíðini.

Alt samskiftið umvegis tlf og teldu
Alt samskiftið millum starvsfólkið hjá IRF og onnur skal vera umvegis tlf ella teldu. Vit heita á borgarar og viðskiftafólk um ikki at seta seg persónligt í samband við starvsfólki hjá IRF, tá tey eru til arbeiðis. Eisini heita vit á viðskiftafólk okkara um í størsta mun at brúka bíleggingartænastuna her á síðuni.

Leiðsla, fyrisiting og koyrideild arbeiða heimanifrá
Starvsfólkini í leiðsluni, fyrisitingini og koyrideildini arbeiða heimanifrá.

Eingin ferðing og bert talgildir fundir
Eingin ferðing og bert Øll ferðing í arbeiðsørindum er avlýst, og alt fundarvirksemi er avlýst, útsett ella verður avgreitt talgilt.

Serhøllin fyribils stongd
Serhøllin er fyribils stongd til 30. mars, og sostatt verður eingin innsavning og hagreiðing av serburturkasti í hesum tíðarskeiðinum. Serburturkast umfatar umfatar elektronikk, køli- og frystiskáp og serliga dálkandi burturkast.

IRF

Comments

*BROYTING* hjá Amarant vit hava opið sum vanligt, tó gera vit nakrar broytingar

13/3/2020

Comments

 
Billede
*BROYTING* hjá Amarant vit hava opið sum vanligt, tó gera vit nakrar broytingar

Matstovan er stongd, men sølan av breyði heldur áfram. Tó hava vit bert opið til kl 16.
*********
Vit hava opið sum vanligt, tó eru smávegis broytingar.
Á okkara sjálvtøkuborði har vit vanliga hava morgunmat, døgurða og pizza, koma vit ikki at stilla mat út ta næstu tíðina. Komandi tíðina koma vit at borðreiða døgurðan á tallerkar.

Leygarmorgunin har vit vanliga hava brunch, verður tað møguligt at bíleggja sær ein brunch-tallerk.

Møguleiki verður framvegis at bíleggja pizza, men pizza sjálvtøkuborð verður ikki at fáa.

Hetta gera vit komandi tíðina, nú tá myndugleikarnir gera átøk um at minka um Corona-smittuna.

​Amarant

Billede
Comments

Klaksvíkingar keypa seg inn í Gist&Vist

8/3/2020

Comments

 
Billede
Felagið handan eitt nú Hotel Føroyar og KOKS rakk einum úrsliti eftir skatt á 12,9 milliónir krónur í 2019. Fyri at fremja ætlanir felagsins styrkir felagið fíggjarstøðuna við at lata Christian í Grótinum tekna nýggjan partapening í felagnum.

P/F Gist&Vist hevur sent fylgjandi tíðindaskriv um nýggja partaeigaran: 

2020 verður árið, har ferðavinnan røkkur málunum frá 2012 um, at umsetningurin skal upp um milliardina, gistitalið upp um 200.000 nætur og at vinnan fevnir um 1.000 ársverk.

Framgongdin í ferðavinnuni sæst eisini aftur á botnlinjuni í Gist&Vist. Úrslitið eftir skatt gjørdist 12,9 milliónir krónur í 2019, sum er besta úrslit felagsins. Í 2019 rindaði Gist&Vist 71 milliónir í lønum, og starvaðust 208 ársverk í felagnum.

Fyri betur at troyta møguleikarnar fyri enn størri menning av felagnum hevur Gist&Vist valt at hækka partapeningin við nýggjum kapitalinnskoti á 15 milliónir krónur frá einum nýggjum partaeigara, P/F Christiani í Grótinum.

”Vit eru á eini spennandi ferð sum fyritøka. Vit hava verið við til at ment føroysku ferðavinnuna til at verða ein týðandi inntøkukelda til føroyska samfelagið. Um somu leið troyta vit møguleikarnar fyri at skapa dygdargóða tænastu, størv og góð fíggjarlig úrslit”, sigur Johannes Jensen, stjóri og høvuðspartaeigari. ”Fyri at skapa tryggleika um menningarætlanir okkara hava vit sóknast eftir einum samstarvsfelaga til at styrkja felagið enn meira fíggjarliga. Eg fegnist tí um, at fyritøkan P/F Christian í Grótinum eisini sær møguleikarnar og sýnir okkum tað álit at seta pening í Gist&Vist.”

Nýggjur partaeigari, óbroytt strategi
Avtalan bleiv undirskrivað 4. mars 2020. Eftir kapitalhækkanina eigur nýggi partaeigarin 9% av felagnum umframt rætt til at seta enn meira pening í felagið í næstum og afturfyri eiga 21%.

Á ársaðalfundi felagsins bleiv nevndin í Gist&Vist víðkað, tá ið Jan Petersen, stjóri í Christiani í Grótinum, varð valdur í nevndina.

Tað hevur verið avgerandi fyri Gist&Vist, at felagið framhaldandi miðvíst kann gagnnýta vakstrarmøguleikarnar í føroysku ferðavinnuni.

Ætlanir felagsins eru soleiðis óbroyttar, men enn størri tryggleiki er skaptur. Hetta kemur eisini felagnum til gagns at standa seg í kappingini, nú fleiri aðrar fyritøkur vaksa munandi um sítt virksemi í ferðavinnuni.

Sum flestum kunnugt skal KOKS hava nýggja staðseting. “Í hesum sambandi kanna vit møguleikan  fyri eini endaligari staðseting av KOKS við Fossdalsgjógv norðan fyri Velbastað. Tá ið vit kenna staðsetingina, fara vit í holt við at tekna smálutirnar og fáa tilboð upp á byggingina”, sigur Johannes Jensen. KOKS heldur ætlandi fram Frammi við Gjónna í Leynum, meðan framleiðslukøkurin hjá KOKS nú er fluttur í køkin í Mjørkadali. 

Í 2020 økist kapasiteturin á Hotel Føroyum frá 129 til 200 kømur. Harumframt fevnir útbyggingin um eitt stórt vælveruøki, sum í 2021 verður útbygt til eisini at fevna um eitt vælveruhús framman fyri hotellið. Í alt verða
900 fermetrar av vælveruøki á Hotel Føroyum. Byggingin hevur sum heild gingið væl, tí byggikostnaðurin heldur, og somuleiðis heldur tíðarætlanin.

Í 2019 hevur Gist&Vist eisini latið upp fimm nýggj matarstøð. Tey eru Bitin, Suppugarðurin, Kioskin hjá Astu, Silo og Skeiva Pakkhús. Fólk hava tikið væl ímóti hesum nýggju matarstøðunum.

Í 2020 verður væntandi eisini farið undir stóra hotellverkætlan í Klaksvík, har nýggi partaeigari felagsins ætlandi eigur ein fimting av hotellinum. Gist&Vist skal standa fyri rakstrinum av hotellinum, um tær ætlanirnar gerast veruleiki. Tað verða 80 kømur á hotellinum, ið eftir ætlan verður staðsett við nýggja miðbýarøkið og letur upp í 2023.

Gist&Vist hevur í framtíðini eisini í hyggju at útbyggja Hotel Tórshavn í Vágsbotni til 122 kømur.

Comments
<<Previous
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.