Hetta merkir, at arbeiðspláss, ið eru undir serligum trýsti orsakað av covid-19, eitt nú sjúkrahús, døgnstovnar, heimarøkt og tilbúgving, kunnu gera frávik frá reglunum um eina hvílitíð á minst 11 samanhangandi tímar. Tó skal hvílitíðin í minsta lagi verða 8 samanhangandi tímar.
Umframt ber til at víkja frá regluligum sunnu- og halgidagsarbeiði, um so er, at hetta er avgerandi neyðugt fyri útinnan av arbeiðinum. Hetta frávikið kann eisini vera galdandi fyri t.d. tær fyritøkur, ið skulu útvega matvøruhandlum vøru,
Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal í hesum sambandi leggja dent á, at arbeiðið – eisini í støðuni, sum Føroyar eru í orsakað av covid-19 – skal vera útint á ein tryggan hátt. Eisini skal upplýsast, at sum endurgjald fyri mista frítíð orsakað av regluligum sunnudagsarbeiði, hava starvsfólk seinni rætt til aðra samfelda frítíð.
Sí: https://arb.fo/news/100/fravika-kunnu-gerast-fra-asetingunum-um-hvilitid
Kunningarskriv frá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum