NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Jan Restorff í Kongshøll

20/2/2020

Comments

 
Billede
Komið og hoyrið úrmælingin í góðari tænastu, Jan Restorff, í Kongshøll fríggjadagin 6. mars kl. 13.

Matstovan hjá Jan hevur fingið Michelin stjørnu fjúrtan ár á rað, og sjálvur hevur hann vunnið fleiri prísir fyri einastandandi upplivingina, sum hann gevur hvørjum einasta gesti. Jan fer millum annað at greiða frá, hvussu hann tryggjar eitt høgt tænastustig hvønn dag í árinum.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, Rúni Poulsen, stjóri í Smyril Line og Karin Visth, vínovasti í Gist & Vist, fara eisini at hugleiða um ferðavinnuna í framtíðini.

Harumframt fer Annika Solveig Hedegård Isfeldt, mannfrøðingur, at siga frá, hvussu ferðavinnan ávirkar føroyingar.

Íverksetarar, sum hava tikið lut í verkætlanini hjá Hugskotinum “Nýskapan í ferðavinnuni”, fara eisini at leggja fram. Íverksetararnir fara at vísa, hvørjar ætlanir teir hava fyri ferðavinnuna í framtíðini.

Aftaná verður ábit.

Skunda tær og tekna teg til tiltakið á heimasíðuni hjá Hugskotinum: https://hugskotid.fo/skrseting-vinnuforum-2020

Tórshavnar Kommuna

SáH

Lýsingar Norðoya Sparikassi
Billede
Comments

Lisiatión av útstykking á Fossum

13/2/2020

Comments

 
Billede
Í desember undirskrivaði borgarstjórin, Jógvan Skorheim, avtalu um keyp av ognarpørtum á Fossum,  týsdagin, 11. februar 2020 kl. 14.00, var lisitatión av útstykkingini á Fossum, sum SNA arkitektar hava projekterað.

Í fyrsta byggistiginum verða 21 grundstykkir til sethús og 13 til raðhús.

Inn komu fýra tilboð:

Articon 33.667.673 kr
J&K Petersen 39.484.141 kr
Kanjon 36.650.840 kr
RTS 30.978.377 kr
Kostnaðarmeting: 37.448.853 kr

Teir projekterandi eru í ferð við at nærlesa tey innkomnu tilboðini, fyri síðani at koma aftur við einum tilmæli um, hvør fær arbeiðið.

Arbeiðið byrjar eftir ætlan í mai 2020.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Lýsing Amarant
Billede
Comments

​Abbasonurin fotomodel hjá name it í Danmark

12/2/2020

Comments

 
Billede
​Tað er ikki á hvørjum degi, at Høvdasmenn eru fotomodel, men tað hevur yngsta barni í Høvdasfamiljuni klára.

Yakub hevur verið fotomodel í kendu fyritøkuni name it og sæst hann nú á teirra heimasíðu.

Name it er  ein risa fyritøku, sum selur klæðir til børn og eru tey so væl nøgd við Yakub, at hann skal aftur vera fotomodel síðst í hesum mánanum.

Her nakrar myndir, sjá niðanfyri.

SáH

Comments

Leiðarin á Virkisdeildini er settur

11/2/2020

Comments

 
Billede
STARVSSETAN: Landsverk hevur framt bygnaðarligar broytingar, og í hesum sambandi skulu triggir nýggir deildarleiðarar setast; ein fíggjarleiðari, ein starvsfólkaleiðari og ein leiðari á Virkisdeildini. Fyri góðari viku síðani var fíggjarleiðarastarvið sett, og nú er Boði Haraldson settur sum leiðari á Virkisdeildini.
Boði Haraldson er 58 ára gamal, útbúgvin verkfrøðingur, og hevði drúgvar royndir sum býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu, áðrenn hann kom í starv sum rakstrarleiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki á heysti 2016.

Afturat hesum báðum nýggju deildarleiðarunum skal í næstum setast ein starvsfólkaleiðari, og tá er leiðslan á Landsverki aftur fullmannað.

Landsverk hevur um hendi vega-, havna og byggiharrauppgávur, er ráðgevi hjá myndugleikum, og ger ætlanir og forkanningar í sambandi við landsvegir, tunlar, havnir, bygningar, tyrlupallar og innan flogvalløkið. Somuleiðis hevur stovnurin um hendi alt viðlíkahald av landsins ognum, umframt framleiðslu og sølu av gróti, skervi og asfalti.

Boði Haraldson tekur við starvinum beinanvegin sum leiðari á Virkisdeildini á Landsverki.

Landsverk

Lýsing Webshop.fo
Billede
Lýsing webshop.fo
Comments

Endurnýtsluhandil í Klaksvík

11/2/2020

Comments

 
Billede
Í gjár skrivaðu vit undir leigusáttmála í Klaksvík til hølið hjá Soli Deo Gloria í veghæddini, har sum Kiosk700 var fyrr.

Dugni hevur síðsta árið verið í eini tilgongd við at innrætta okkara virksemið á Kambsdali á besta hátt. Við verkstøðum til timbur, seyming, sundurskiljing og polstring eru karmarnir framúr góðir. Vit hava tó havt eitt ynski um at hava endurnýtsluhandilin tættari øðrum handlum og virksemi, so fólk lættari kunnu koma á gátt, og vit enn betur kunnu røkka okkara málbólki. Hetta er blivið ein møguleiki nú Dugni hevur fingið størri játtan á løgtingsfíggjarlógini. Vit eru landsstýrinum og løgtinginum ógvuliga takksom, tí hetta gevur okkum møguleika fyri enn betur at røkka endamálinum hjá Dugna í Eysturoy og Norðoyggjum.

Somuleiðis eru vit hjartaliga takksom til Klaksvíkar kommunu og grannakommunurnar; Viðareiðis kommunu, Kunoyar kommunu, Hvannasunds kommunu og Fugloyar kommunu fyri játtaðan stuðul og góða móttøku nú handilin letur upp í Klaksvík í næstum.

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

Kelda: Dugna

SáH

Lýsing Amarant
Billede
Lýsing Amarant
Comments

Samrøða við kreditt- og fíggjarstjóran í Bank Nordik

9/2/2020

Comments

 
Billede
Í samrøðu við Jyllands-Posten greiðir Rune Nørregaard, kreditt- og fíggjarstjóri í BankNordik-samtakinum frá, hvussu tað er at vera danskari og búgva og starvast í Føroyum.

Rune er útbúgvin advokatur og hevur harumframt eina MBA-útbúgving frá IE Business School. Hann byrjaði sína starvsleið í BankNordik í 2009, tá ið hann fekk starv sum løgfrøðingur.

Í 2010 gjørdist hann leiðari á Stjórnarskrivstovuni í bankanum, og í 2012 tók hann við starvinum sum kredittstjóri. Síðani 2017 hevur hann røkt starvið sum kreditt- og fíggjarstjóri fyri alt samtakið, og samstundis er hann partur av samtaksleiðsluni saman við forstjóranum og rakstrarstjóranum.

Í greinini greiðir Rune m.a. frá, hvussu tað var at læra føroyska málið, og hvussu føroyska samfelagið - hóast sína avmarkaðu stødd - í stóran mun er merkt av altjóða hugsan.

Les greinina "Hvis jeg kan lide mit arbejde, kan jeg arbejde i hele verden" her (krevur hald): www.bit.ly/2RYGcPG
​

Lýsing Bank Nordik
Billede
Comments

Komandi vikuskiftið verður búnaðarstevna í Klaksvík

9/2/2020

Comments

 
Billede
Leygardagin tann 15. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað á sætta sinni á Skúlatrøð í Klaksvík. Búnaðarstevnan er ein stevna, sum setur fokus á viðkomandi viðurskiftir innan landbúnað í Føroyum.

Búnaðarstevnan er virkin fyri tey sum hava framløgur og fyri luttakarar. Tú kanst seta spurningar og so hevur tú eisini ein góðan møguleika at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum.

Búnaðarstevnan er væl vitjað og neyðugt er at skráseta seg sum luttakara, tí luttøkuplássið er avmarkað.

Skrá:
Fundarstjóri: Karl Johansen, sýslumaður

​10:00: Skráseting
10:30: Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna.
10:45: Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður landbúnaður, ferðavinna og umhvørvið
11:30: Uttanríkiðs- og Mentamálaráðið, Hovíkssáttmálin – Jenis av Rana, landsstýrismaður
12:00 Miðmálið

Framløgur:
13:00 Framløga: Jóannes Johannesen: Miðstovugarðurin framleiður/selur: Mjólk, neytakjøt, seyðakjøt, eplir, røtur, umframt ymiskt grønmeti.
13:20 Framløga: Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen: matkovin.fo
13:40 Framløga: Heini Mohr Hermansen, Føroya Tele: GPS skipanin Spora
14:00 Framløga: John Mortensen, Jarðir: ein felags pallur fyri jarðareigarar og fyrisitarar
14:30 Framløga: Høgmofjøs AS: Nútímans seyðahús, innrætting, útgerð vm.
15.00 Framløga: Tróndur G. Leivsson, Búnaðarstovan: Seyðahald vm.
​15:30 Framløgur liðnar / kaffi vm.
16:00: Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.

Evni er: Ferðavinna og landbúnaður.

Nú hava so jarðareigarar og fyrisitarar tikið stig til at finna eina loysn. Landbúnaðurin er ein náttúrligur partur av ferðavinnumenningini og eigur at fáa góðar karmar og møguleikar til at menna seg innan ferðavinnuøki. Kjakst verður um samstarv, menning og fíggingarmøguleikar og annað viðkomandi. Pallborðsluttakarar verða úr vinnuni og fyri avvarandi mynduleikar.

Fundarstjóri og orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt
​
18:00 Borðhald
​

Lýsing AXIA Advokatar
Billede
Lýsing AXIA Advokatar
Comments

Tórskvøld í Aarhus í morgin tann 7. februar

6/2/2020

Comments

 
Billede
Fríggjakvøldið 7. februar kl. 19 skipar Tórshavnar kommuna saman við Hugskotinum og Føroyingafelagnum í Aarhus fyri føroyska tiltakinum Tórskvøld. Tilmelding fer fram her: https://hugskotid.fo/skrseting-aarhus-trskvld Tiltakið er ókeypis og fyri allar føroyskar útisetar – yngri sum eldri.

Komið framvið til eitt hugnaligt kvøld, har Tórshavnar kommuna bjóðar ein heimligan bita úr Føroyum og Okkara bjóðar okkurt leskandi afturvið. Tónleikabólkurin JASMIN spælir til tiltakið og eisini verður møguligt at netverka við aðrar útisetar og umboð úr Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum.

Høvi verður at hoyra um fjølbroyttu arbeiðsmøguleikarnar í Tórshavnar kommunu. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fer harumframt at leggja fram um jaligu gongdina í høvuðsstaðnum. Eisini greiðir Hugskotið frá vaksandi huginum og dirvinum hjá føroyingum at skapa sítt egna starv.

Tilmelding til Tórskvøld fer fram á https://hugskotid.fo/skrseting-aarhus-trskvld Tiltakið er ókeypis og tað er avmarkað pláss.

Øll, sum luttaka á tiltakinum, eru við í lutakastinum um ein Sveiggj-ferðaseðil frá Atlantic Airways og ein flytipakka frá Smyril Line!

Hvar: Folkeoplysningens Hus, Vester Allé 8, 8000 Aarhus C, Lokale VA8-105, Foredragssalen

Nær: Fríggjadagin 7. februar 2020 kl. 19

Comments

​Guðlagur (Gulli) útlærdur maskinsmiður

5/2/2020

Comments

 
Billede
Fyrrapartin í gjár var hátíðarløta í býráðshøllini, tá Guðlagur Johansen (Gulli) fekk sveinabræv. Gulli hevur staðið í læru í Smiðjuni hjá Klaksvíkar kommunu og kann tí kalla seg maskinsmið.

Til móttøkuna fyrrapartin í gjár segði Óla Jákup Bech, tekniskur stjóri, nøkur orð og ynskti Gulla tillukku. Síðani handaði Jan Askham, leiðari í Smiðjuni, honum sveinabrævið og eina gávu frá Klaksvíkar kommunu.

Vit ynskja Gulla hjartaliga tillukku við próvnum.

Kelda. Klaksvík.fo

SáH

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.