Komið framvið til eitt hugnaligt kvøld, har Tórshavnar kommuna bjóðar ein heimligan bita úr Føroyum og Okkara bjóðar okkurt leskandi afturvið. Tónleikabólkurin JASMIN spælir til tiltakið og eisini verður møguligt at netverka við aðrar útisetar og umboð úr Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum.
Høvi verður at hoyra um fjølbroyttu arbeiðsmøguleikarnar í Tórshavnar kommunu. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fer harumframt at leggja fram um jaligu gongdina í høvuðsstaðnum. Eisini greiðir Hugskotið frá vaksandi huginum og dirvinum hjá føroyingum at skapa sítt egna starv.
Tilmelding til Tórskvøld fer fram á https://hugskotid.fo/skrseting-aarhus-trskvld Tiltakið er ókeypis og tað er avmarkað pláss.
Øll, sum luttaka á tiltakinum, eru við í lutakastinum um ein Sveiggj-ferðaseðil frá Atlantic Airways og ein flytipakka frá Smyril Line!
Hvar: Folkeoplysningens Hus, Vester Allé 8, 8000 Aarhus C, Lokale VA8-105, Foredragssalen
Nær: Fríggjadagin 7. februar 2020 kl. 19