Politikken og DR er nakrir av fjølmiðlunum, sum hava gjøgnumgingið 180.000 síður av loyniligum granskingarevnum frá týsku løgregluni - fyri at avdúka, at fleiri rík fólk og stórbankar hava snýtt í minst 10 londum í Evropa - fyri milliardir av krónum í útbýtis-skatti. DR skrivar, at Noregi er eitt av londunum, sum rakt eru av skatta-snýtinum. Bara í Danmark hevur skattaskandalan kostað landinum áleið 12,7 milliardir krónir, skrivar Politikken. Um nakað er snýtt í Føroyum - er so ein heilt annar spurningur, sum vit lata aðrir føroyskir fjølmiðlar taka sær av. Les meira HER JáH (y) 18.10.2018 Kelda: Politikken Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 1,7 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er væl meiri vøkstur enn annan ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 0,6 prosent. Hetta er eisini mesti árligi prísvøkstur seinastu seks árini. Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í flestu høvuðsbólkum. Prísirnir á brennievni eru hækkaðir mest og hava eisini mestu ávirkanina á brúkaraprístalið samanlagt. Brennioljan til húsarhald er farin 25,3 prosent upp. Harafturímóti er ravmagn lækkað 3,2 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 5,6 prosent seinasta árið. Les meira HER JáH (y) 15.10.2018 Kelda: Hagstovan Fólkavøksturin seinastu árini saman við vaksandi løntakaratali og lítlum arbeiðsloysi hevur elvt til spurningar um, hvussu stórur partur av fólkavøkstrinum er útlendsk arbeiðsmegi. Hagstova Føroya hevur nú víðkað løntakarahagtølini við talvum um føðiland og ríkisborgaraskap. Útlendingar eru her lýstir sum persónar við øðrum enn donskum ríkisborgararskapi, sum hava skrásettan bústað í Føroyum. Les meira HER Kelda: Hagstovan 10.10.2018 |
Greinar
June 2024
|