NP
  • Heim
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Myndir
    • Myndir
  • Politikkur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Tónleikur
  • Vinna
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Gadus legði at bryggju kl. 10.50 ímorgun

15/3/2014

Kommentarer

 
Picture
Manningin á trolarnum Gadus var sera glað, nú teir rundaði Klakkin og vóru næstan við at hoppa í havið, tá ið myndamaðurin á Norðoya Portalinum tók myndir av teimum á Kósabryggjuni.

Nógv fólk var samankomi at taka ímóti teimum og tóktist kvinnurnar vera sera spentar at fáa sín mann ella sjeik heimaftur.

Gadus er fullfermdur og væntandi ferð hann nýggjan túr seinast í næstu viku.

SáH 


Kommentarer

Smyril Line ljósa framtíð

14/3/2014

Kommentarer

 
PictureNorrøna
Miðalpríslækking og fleiri ferðafólk
Árið 2013 gjørdist enn eitt ár við framgongd fyri Smyril Line, samstundis sum felagið hevur konsoliderað rakstur og fíggjarstøðuna annars.
 
Úrslitið fyri 2013 vísti eitt yvirskot á 32,2 mió. kr. Tað eru umleið 20 mió. kr. betri enn í 2012. Nevnd og stjórn eru nøgd við úrslitið.

Høvuðsorsøkin til betraða úrslitið er støðugur vøkstur í sølu felagsins og framhaldandi effektivisering av rakstrinum, ein gongd sum veruliga tók dik á seg í 2011, og sum hevur hildið fram líka síðan.

Vit kunnu staðfesta eina framgongd í ferðafólkasøluni á umleið 3%, og við einari miðalpríslækking á 9%, hava vit samlað sæð økt ferðafólkatalið við Norrønu við 13%.

Økta talið av ferðandi viðførdi hægri sølu umborð á Norrønu. Alt í alt er sølan til hvørt ferðafólk hækkað við umleið 3%, soleiðis at samlaða umborðsølan er hækkað við 16%.

Fleiri ferðandi kann viðføra lækkandi tænastu umborð á Norrønu. Tí ger Smyril Line javnan kundanøgdsemiskanningar umborð á Norrønu. Hesar vísa, at okkara kundar upplivdu eitt hægri tænastustøði í 2013, í mun til árini frammanundan. Hetta fegnast vit um, men staðfesta samstundis, at vit ikki eru komin á mál enn, og at vit enn hava avbjóðingar á hesum øki. Tessvegna fara vit framhaldandi at menna nýggj tilboð og tænastur umborð, soleiðis at okkara kundar merkja, at tænastustøði umborð á Norrønu støðugt økist.

Høgu oljuútreiðslurnar tyngja framvegis raksturin av Norrønu, men aftur í 2013 megnaðu vit eina nýtslusparing á 3% í mun til árið frammanundan, við somu sigling.

Góðir framtíðarmøguleikar

Nevnd og leiðsla meta, at hóast felagið hevur fleiri avbjóðingar, so eru framtíðarútlitini góð. Vit fegnast um, at eftir fleiri ára ivasama tilveru, er felagið stabilt, hevur fleiri og betri nøgdar kundar, og ein fíggjarligan styrk at hyggja frameftir.

Smyril Line hevur í dag, hin 13. mars 2014 havt sín árliga aðalfund, har ársroknskapurin fyri 2013 var lagdur fram og góðkendur.

Í nevndini í Smyril Line eru: Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður og nevndarlimirnir eru , Linda Björk Gunnlaugsdottir, Hendrik Egholm og Arne Joensen, sum er nývaldur.

Fleiri upplýsingar og viðmerkingar: Rúni V. Poulsen, stjóri, á tel. 211000

Kelda: Smyril Line

SáH

Kommentarer

Enn eitt skip við vestari kaj

10/3/2014

Kommentarer

 
Picturetrý stór skip við vestari bryggju
Aftaná døgurda ígjár kom enn eitt skip til Klaksvíkar. Hetta var ein trolbátur vid navninum Cebephun Okeah vid frámerkinum M-0267. Nú liggja so trý skip síd um síd vid vestari bryggju.

SáH


Kommentarer

Stór skip í Klaksvík

10/3/2014

Kommentarer

 
Picture
Nógv stór skip á Vánna. Hetta farmaskipið, við navninum Noviy Svet bleiv sleipa til kaj kl. 07.30 ímorgun.

Tað vóru pressarnir Pilot og Maria, sum fingu hann til bryggju. Tað tók teimum góðan hálvan tíma, at fáa hann inn eftir Vánni og legði hann við síðina av russiska trolarnum Kapitan Edemskiy.

Her nakrar myndir av sleipingini.

SáH


Kommentarer

Tekna á krúss og lampur

8/3/2014

Kommentarer

 
Picture
Talvulakk kann brúkast til eitt sindur av hvørjum. Tað mest vanliga er at mála á eina hurð ella ein vegg, og so brúka hetta pláss til talvu – t.d. við boðum og tekningum hjá børnum. 
 
Men tað ber eisini til at mála krúss og lampur við talvulakki. Síðani kanst tú tekna við kriti á krússið ella lampuna, og á tann hátt seta tín egna dám á lutirnar.
 
Vilt tú hava kritið av aftur, er bara at turka við einum vátum lappa, sum er væl vundin.
 
Í Byggibúðini hjá Bygma Balslev hava vit talvulakk til endamálið. Spyr starvsfólk okkara, sum fegin vegleiða teg í hvussu nógv tú skalt brúka, og hvør pensil er góður til júst hesa máling.

Kommentarer

    Greinar

    December 2019
    November 2019
    Oktober 2019
    September 2019
    August 2019
    Juli 2019
    Juni 2019
    Maj 2019
    Marts 2019
    Februar 2019
    Januar 2019
    December 2018
    November 2018
    Oktober 2018
    September 2018
    Juli 2018
    Juni 2018
    Maj 2018
    April 2018
    Marts 2018
    Februar 2018
    Januar 2018
    December 2017
    November 2017
    Oktober 2017
    September 2017
    August 2017
    Juli 2017
    Juni 2017
    Maj 2017
    April 2017
    Marts 2017
    Februar 2017
    Januar 2017
    December 2016
    November 2016
    Oktober 2016
    September 2016
    August 2016
    Juli 2016
    Juni 2016
    Maj 2016
    April 2016
    Marts 2016
    Februar 2016
    Januar 2016
    December 2015
    November 2015
    Oktober 2015
    September 2015
    August 2015
    Juli 2015
    Juni 2015
    Maj 2015
    April 2015
    Marts 2015
    Februar 2015
    Januar 2015
    December 2014
    November 2014
    Oktober 2014
    August 2014
    Juli 2014
    Maj 2014
    April 2014
    Marts 2014
    Februar 2014
    December 2013
    Oktober 2013
    September 2013
    Maj 2013
    Februar 2013
    Januar 2013
    December 2012
    November 2012
    Oktober 2012
    September 2012

    RSS-feed

Styret af Opret din egen unikke hjemmeside med skabelonerm du kan skræddersy.
  • Heim
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Myndir
    • Myndir
  • Politikkur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Tónleikur
  • Vinna
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim