Árið 2013 gjørdist enn eitt ár við framgongd fyri Smyril Line, samstundis sum felagið hevur konsoliderað rakstur og fíggjarstøðuna annars.
Úrslitið fyri 2013 vísti eitt yvirskot á 32,2 mió. kr. Tað eru umleið 20 mió. kr. betri enn í 2012. Nevnd og stjórn eru nøgd við úrslitið.
Høvuðsorsøkin til betraða úrslitið er støðugur vøkstur í sølu felagsins og framhaldandi effektivisering av rakstrinum, ein gongd sum veruliga tók dik á seg í 2011, og sum hevur hildið fram líka síðan.
Vit kunnu staðfesta eina framgongd í ferðafólkasøluni á umleið 3%, og við einari miðalpríslækking á 9%, hava vit samlað sæð økt ferðafólkatalið við Norrønu við 13%.
Økta talið av ferðandi viðførdi hægri sølu umborð á Norrønu. Alt í alt er sølan til hvørt ferðafólk hækkað við umleið 3%, soleiðis at samlaða umborðsølan er hækkað við 16%.
Fleiri ferðandi kann viðføra lækkandi tænastu umborð á Norrønu. Tí ger Smyril Line javnan kundanøgdsemiskanningar umborð á Norrønu. Hesar vísa, at okkara kundar upplivdu eitt hægri tænastustøði í 2013, í mun til árini frammanundan. Hetta fegnast vit um, men staðfesta samstundis, at vit ikki eru komin á mál enn, og at vit enn hava avbjóðingar á hesum øki. Tessvegna fara vit framhaldandi at menna nýggj tilboð og tænastur umborð, soleiðis at okkara kundar merkja, at tænastustøði umborð á Norrønu støðugt økist.
Høgu oljuútreiðslurnar tyngja framvegis raksturin av Norrønu, men aftur í 2013 megnaðu vit eina nýtslusparing á 3% í mun til árið frammanundan, við somu sigling.
Góðir framtíðarmøguleikar
Nevnd og leiðsla meta, at hóast felagið hevur fleiri avbjóðingar, so eru framtíðarútlitini góð. Vit fegnast um, at eftir fleiri ára ivasama tilveru, er felagið stabilt, hevur fleiri og betri nøgdar kundar, og ein fíggjarligan styrk at hyggja frameftir.
Smyril Line hevur í dag, hin 13. mars 2014 havt sín árliga aðalfund, har ársroknskapurin fyri 2013 var lagdur fram og góðkendur.
Í nevndini í Smyril Line eru: Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður og nevndarlimirnir eru , Linda Björk Gunnlaugsdottir, Hendrik Egholm og Arne Joensen, sum er nývaldur.
Fleiri upplýsingar og viðmerkingar: Rúni V. Poulsen, stjóri, á tel. 211000
Kelda: Smyril Line
SáH