NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Atlantic Airways byggir Hilton-hotell í Havn

27/9/2018

Comments

 
Billede
​Nýggja hotellið, sum Atlantic Airways fer at reka við Staravegin í Havn, verður eitt Hilton Garden Inn hotell, og stjóri á Hilton í Føroyum verður Martin Restorff.

Hilton Garden Inn Faroe Islands verður navnið á nýggja fýra stjørnu hotellinum, sum Atlantic Airways fer at reka við Staravegin í Havn.

Hotellið verður sostatt partur av heimsumfatandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 100 milliónir fólk í sínum kundanetverki, og sum kann draga kundar til Føroyar úr m.a. Asia og USA, har Hilton-ketan er serliga sterk.

Stjóri á nýggja hotellinum verður Martin Restorff, sum hevur drúgvar royndir frá hotell-virksemi bæði í Føroyum og uttanlands.

- Hilton-navnið gevur okkum atgongd til ein umfatandi og spennandi kundaskara, sum vit kunnu selja til alt árið. Føroyar verða við hesum settar á Hilton-heimskortið og saman við tí marknaðarføring, sum longu er og verður gjørd á ferðavinnuøkinum, er hetta ein framúr góður grundvøllur undir nýggja hotellinum, sigur Martin Restorff, sum í næstum setur seg í stjórasessin á Hilton Garden Inn Faroe Islands.

BilledeFrá vinstru: Jóhanna á Bergi, Martin Restorff og Niels Mortensen
​Hilton-hotellið

Hilton Garden Inn er tann parturin av Hilton-ketuni, ið hóskar seg sera væl til ferðafólk, sum í stóran mun vilja hava virknar frítíðarferðir við náttúruupplivingum. Harumframt hóskar hotellið avbera væl til vinnuferðavinnu økið.

130 stór kømur verða á Hilton Garden Inn Faroe Islands, og tænastur og umstøður liva upp til høga støði hjá altjóða Hilton hotellketuni.

- Vit skulu áhaldandi stremba eftir at geva kundanum tað besta av tí besta, tá talan er um tænastustigið, sigur Martin Restorff.

Hilton Garden Inn Faroe Islands verður byggilistarliga lagað eftir umhvørvinum, og tað verður bygt sambært øllum nútíðar byggireglum og orkukrøvum. Hotellið hevur við sær nýggj arbeiðspláss, og talan verður um eitt snøgt og tíðarhóskandi hotell.

Restorff-stjórin

Stjórin á Hilton Garden Inn Faroe Islands hevur fingist við hotell- og tænastuvirksemi, síðani hann dugdi at ganga. Sigast kann, at Martin Restorff hevur hotell-virksemi í blóðinum. Hann er triðja ættarlið av teimum, sum í síni tíð stovnaðu og róku Hotell Hafnia við Áarvegin í Havn.

- Tú kanst siga, at eg eri vaksin upp á Hafnia, har eg gekk í fótasporunum hjá pápa, pápabeiggja og abba mínum – Johan, MC og Christian-abba. Eg tori at siga, at vit settu altíð kundan í miðdepilin, og hetta ætli eg mær at grunda mítt nýggja starv á, sigur Martin Restorff.

Umframt royndirnar frá hotell-virksemi í Føroyum bæði innan mat, vín og tænastur, hevur Martin Restorff eisini royndir uttanlands frá Radisson SAS Royal í Keypmannahavn. Harumframt hevur hann eitt stórt netverk innan hotell-vinnuna uttanlands.

Seinastu 10 árini hevur Martin Restorff starvast í Eik Banka og Betri-samstakinum, har hann hevur havt leiðandi starv innan tænastuøkið.

JáH (y) 28.09.2018
Kelda: Atlantic Airways

Comments

Bakkafrost gjørt avtalu um keyp av biogassverki og hevur sett rakstrarleiðara í starv

27/9/2018

Comments

 
Billede
Keyp av biogassverki
Felagið P/f Føroysk Náttúruorka, sum er eitt dótturfelag hjá Bakkafrost, og danska felagið Bigadan A/S undirskrivaðu fríggjadagin 21. septembur eina heildarveitingaravtalu um, at Bigadan skal byggja nýggja biogassverkið, ið Bakkafrost hevur tikið stig til at gera.

Hugskotið at gera eitt biogassverk í Føroyum er gamalt. Í fleiri ár hevur tað verið eyðsýnt, at burturkast frá alivinnuni og tøð frá landbúnaðinum eru virðismiklar ráðvørur, sum kunnu brúkast til biogassframleiðslu og góðskað tøð.

Biogassverkið, sum verður bygt á Skarðshjalla, skal í fyrstu atløgu taka ímóti og viðgera tøð frá mjólkarbóndum, lívfrøðiligt burturkast frá smoltstøðum og frá alingini á sjónum. Biogassverkið kann tó eisini taka ímóti øðrum lívrunnum burturkasti.
​
Avtalan millum Bakkafrost og Bigadan ásetur at biogassverkið skal verða liðugt í desembur 2019.

Nýggjur rakstrarleiðari
Fyrr í ár søkti Bakkafrost eftir rakstrarleiðara til nýggja biogassverkið. Umleið 30 umsóknir komu til starvið og Bakkafrost hevur valt at seta Fróða Mortensen í starvið. Fróði Mortensen er 37 ára gamal og útbúgvin maskinmeistari. Fróði Mortensen starvast í dag sum projektleiðari innan biogass á týsku fyritøkuni innan orkuframleiðslu E.ON. og hevur m.a. verið við til at byggja fleiri biogassverk í Danmark.

Fróði Mortensen byrjar í starvinum 1. oktober.

Kelda: Bakkafrost

SáH

Comments

Arbeiðsloysið minkað niður í 1,7%

26/9/2018

Comments

 
Billede
Í juli var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,7%, samanborið við 1,8% mánaðin frammanundan og 2,4% fyri einum ári frammanundan. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 480 persónar í juli í ár, tað eru 196 færri enn sama mánað í fjør.  Munurin millum kynini er minkaður nakað, og nú er arbeiðsloysið hjá monnum 1,5% og hjá kvinnum 2,0%. Minsta arbeiðsloysið er í Vága sýslu við 0,8% og tað mesta í Suðuroy við 4,4%.

Les meira HER

JáH (y) 27.09.2018
Kelda: Hagstovan

Comments

Høvdu ikki álit á Ben Arabo

25/9/2018

Comments

 
Billede
Forkvinnan hjá Betri samtakinum, Aslaug Gisladóttir metir ikki, at Betri kundi hava álit á fyrrverandi stjóri Ben Arabo og tí bleiv hann sagdur úr starvi.

Gisladóttir vildi ikki koma nærri at í Dagur & Viku - hví Arabo so brádliga bleiv uppsagdur, men segði at hetta varð neyðugt at gera.

Fyrrverandi stjórin, Ben Arabo fær heili 2,4 milliónir krónir í løn, sum svarar til eina góða ársløn frá Betri.

JáH (y) 25.09.2018

Comments

Ein fjórðingur meira av toski avreiddur higartil í ár

24/9/2018

Comments

 
Billede
Uppgerðin av avreiðingunum fyri  teir fyrstu átta mánaðirnar í 2018 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Les meira HER

JáH (y) N. Greenwich 24.09.2018
Kelda: Hagstovan

Comments

USA langar hart eftir Kina

21/9/2018

Comments

 
Billede
USA langar hart eftir Kina og dømir Kina fyri at fara so illa við teim muslimsku uigurunum, skrivar NTB.

- Hundrað túsund, kanska milliónir av uigurum (eru ca. 1 - 1,6 uigurar, sum búgva í Kina og meginparturin av hesum tosað sítt egna mál - also ikki málið úr Kina) haldast ímóti sínum vilja á sokallaðum umskúla-leirum, sum tvingar politiska indoktrinering ella ein aðra ræðuliga mishandling, segði uttanríkismálaráðharrin Mike Pompeo fríggjadagin, tá ið hann tosaði um trúarfrælsi runt um í verðini.

JáH (y) London, North Greenwich 22.09.2018

Comments

Umsetningurin í handilsvinnuni vaks mest í búnýti og innbúgvi

19/9/2018

Comments

 
Billede
​Umsetningurin í smásøluni verður gjørdur upp hvønn ársfjórðing í trimum høvuðsbólkum, sum eru matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og búnýti og innbúgv. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør vaks umsetningurin í høvuðsbólkinum búnýti og innbúgv knappliga tólv prosent annan ársfjórðing 2018.

Í høvuðsbólkinum klædnavørur og fótbúnaður var vøksturin munandi minni, við knappliga trmum prosentum. Sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum vaks við gott trimum prosentum.

Les meira HER

Kelda: Hagstovan

Comments
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.