JFK vil vera við, at tað er Fiskivinnunýskipanin, sum er orsøkin til, at skipið Sjúrðaberg nú er selt til russar.
Manningin umborð á Sjúrðaberg er meira enn 25 mans, sum nú allir hava mist sítt livibreyð.
JáH (y) 26.07.2018
Fyri løtu síðani fór Sjúrðaberg tann seinasta túrin fyri JFK samtakið. JFK vil vera við, at tað er Fiskivinnunýskipanin, sum er orsøkin til, at skipið Sjúrðaberg nú er selt til russar. Manningin umborð á Sjúrðaberg er meira enn 25 mans, sum nú allir hava mist sítt livibreyð. JáH (y) 26.07.2018 Tað eru fleiri enn 25 mans, sum missa sítt livibreyð - nú tað er staðfest, at Sjúrðaberg verður seldur av landinum. Tveir av manningini hjá Sjúrðaberg meta beinleiðis, at tað er Fiskivinnunýskipanin, sum hevur skyldina av hesum, skrivar Norðlýsið. Les grein hjá Norðlýsinum HER Og um tað ikki skuldi verið nokk, so stendur eisini á heimasíðuni hjá KVF, at nú er manningin umborð á Sigmundi eisini uppsøgd - tí at kvoturnar til næsta ár ikki eru nóg stórar til trý skip, sigur eigarin Anfinnur Olsen við KVF. Sostatt er enn ein manning uppsøgd til Ólavsøku og hesa ferð er talan um 15 mans, sum hava havt fastan kjans umborð á Sigmundi. JáH (y) 24.07.2018 Trolarin Sjúrðaberg hjá JFK reiðarínum er seldur til Russlands, og manningin, sum telur góðar 20 mans, er uppsøgd. Hanus Hansen, reiðari, sigur, at orsøkin til, at Sjúrðarberg er seldur er, at minni verður at fiska í framtíðini. Les/Hoyr meira HER JáH (y) 24.07.2018 Kelda: KVF (Beinta Løwe) Atlantic Airways hevur júst gjørt eina samstarvsavtalu við stóra franskt/hollendska flogfelagið AirFrance-KLM, sum vil styrkja um sína støðu í Føroyum. Talan er um eina sokallaða interline-avtalu. Við avtaluni gerast Føroyar meiri atkomuligar fyri ferðafólkum úr 314 ymsum ferðamálum í 116 ymsum londum, og Atlantic Airways kann sostatt taka uppaftur størri lut í menningini av føroyskari ferðavinnu við at bjóða einum stórum marknaði av útlendskum ferðafólkum lættari og betri atgongd til Føroyar. Hjá AirFrance/KLM fegnast tey um møguleikan at kunna bjóða sínum ferðandi Føroyar sum ferðamál við øllum tí vakra, ið okkara land hevur at bjóða. “Føroyar eru í eini jaligari menning, og tí vilja vit fegin vera ein partur av og stuðla. Tí gera vit tað lættari at ferðast til hetta væl umtókta ferðamálið. Okkara fráferðir hóska væl bæði til teirra, sum ferðast í arbeiðsørindum og til teirra, ið vilja uppliva Føroyar og frálíku, føroysku náttúruna,” sigur Anita Wagner Feddersen, landastjóri í AirFrance-KLM í Danmark. Føroyingar fáa sjálvandi eisini ágóða av avtaluni, sum økir um møguleikarnar hjá føroyingum at ferðast út í heim – bæði til gaman og í vinnuligum ørindum. “Vit eru sera fegin um nýggja samstarvið við AirFrance-KLM, tí við henni knýta vit Føroyar í eitt stórt, altjóða netverk av ferðamálum í øllum heiminum og gera Føroyar uppaftur meira atkomuligar,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. KLM flýgur 48 ferðir um vikuna úr Amsterdam til Keypmannahavnar, 35 ferðir til Billund og 27 ferðir til Aalborg. Air France hevur 14 fráferðir um vikuna úr Billund til París og 35 fráferðir um vikuna úr Keypmannahavn til París. Harumframt eru eisini góð sambond víðari við AirFrance-KLM ferðamál úr bæði Bergen og Edinburgh, hagar Atlantic Airways eisini flýgur beinleiðis. |
Greinar
January 2025
|