NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Atlantic Airways - Ferðandi nr. 3.000.000

29/11/2014

Comments

 
Picture
Tann 28. november høvdu vit ferðandi nr. 3.000.000 við Atlantic Airways.
 
Bjarta Arge sum fór við flogfarinum til Keypmannahavnar kl.08:15 gjørdist sera bilsin og fegin tá Jørgen Holme, stjóri hjá Atlantic Airways, handaði henni eitt blómutyssi og gávubræv áljóðandi ferð fyri 2 á rutunetinum hjá Atlantic Airways sum ferðandi nr. 3.000.000.

Síggj videoklipp herundir.

SáH

Comments

Føroyar, ES og Noreg ásett heildarkvotuna fyri makrel

22/11/2014

Comments

 
PictureTilvildarlig mynd
Samráðingarnar millum Føroyar, ES og Noreg, ið vóru niðurlagdar í London 24. oktober 2014, vórðu tiknar upp aftur í Bergen í morgun.

Fyri løtu síðan gjørdu nevndu lond semju fyri fiskiskapin eftir makreli fyri 2015, har heildarkvotan er ásett til 1.054.000 tons. Heildarkvotan er innan fyri karmin, ið ICES metir at vera burðardyggan. Føroyska kvotan í 2015 verður sostatt 132.814 tons.

Londini eru samd um at hittast í Føroyum tíðliga í komandi ári, har farið verður undir samráðingar um eina umsitingarætlan fyri makrel fyri næstu árini. Til hesar samráðingar verða Grønland, Ísland og Russland boðin við.

Føroyar taka nú við formansskapinum viðvíkjandi samráðingunum millum strandarlondini um makrel. 

Kelda: Fiskimálaráðið (tann 21.11.2014)


Comments

Tax Free Dagur í Havn

13/11/2014

Comments

 
PictureMyndaánari: Tórshavnar Kommuna
Leygardagin 15. november verður Tax Free dagur í Havn. Hendan dagin lata handlar í býnum avsláttur av vøru, ið samsvarar við Tax Free talvuna, sum flestu okkara kenna aftur frá uttanlandsferðum. 

Ein lítil munur er tó - við Tax Free keypi í Havn, verður avslátturin trektur frá uppruna upphæddini við kassan. Tax Free verður ikki latið av bókum.

Meiri info á visittorshavn.fo/jol og facebook.com/jolmidbynum

JáH (y) 14.11.2014
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Um 24.000 løntakarar bæði í juli og august

12/11/2014

Comments

 
PictureTilvildarlig mynd
Í august vóru 24.025 løntakarar, áleið tað sama sum í juli. Í februar 2014 vóru gott 23.800 løntakarar og hevur tað verið ein lítil javnur vøkstur síðan tá, so tað nú annan mánaðin á rað eru beint yvir 24.000 løntakarar.

Les meira HER


JáH (y) 13.11.2014
Kelda: Hagstova Føroya

Comments

Gadus farin at sigla heima

7/11/2014

Comments

 
Picture
Fyri løtu síðani frættist, at Gadus er farin at sigla heim.

Gadus fór túr tann 21. august og hava teir roytn eystanfyri og í síðstuni hava teir roynt í norskum sjógvi.

Gadus hevur 650 tons inni, nú teir eru farnir at sigla og væntandi vera teir á Klaksvík týsdagin, har veiðan eisini verður løgd upp.

Skipari hendan túrin er Ólavur Biskopstøð.

Vit ynskja skipara og manning góða heimreisu.

SáH

Her nakrar myndir, tá ið teir fóru avstað tann 21. august:


Comments

Almenna hallið í 2013 var 367 milliónir

4/11/2014

Comments

 
Picture
Hallið hjá tí almenna var 367 milliónir kr. í 2013. Tað eru 85 milliónir meira enn í 2012.

Tað er landið, ið eigur størsta partin av úrslitinum. Í 2013 hevði landið eitt hall á 341 milliónir, og er tað 60 meira enn í 2012, tá hallið var 281 milliónir. Landið hevur havt hall seinastu seks árini, størst í 2009 við 506 milliónum og minst í 2011, tá tað var 203 milliónir.
Seinastu tvey árini er hallið hjá landinum vaksið og er nú 341 milliónir.

Les meira HER

JáH (y) 05.11.2014
Kelda: Hagstova Føroya


Comments

Nær man Sjúrðaberg fara túr aftur?

2/11/2014

Comments

 
Picture
Einaferð hoyrdist at hann skuldi fara Eystureftir og hjálpa Gadus við teirra kvotu, men hann er ikki farin enn.

Her liggur hann so vakur niðanfyri hjá NFCS ímorgun tann 02. november 2014.

SáH

Comments

Stavurin hjá Gandalf seldir fyri 2,3 milliónir kr

1/11/2014

Comments

 
Picture
Á einari uppisølu kallað Hollywood Memorabilia har kend ting í Hollywood vera seld á uppisølu - bleiv stavurin hjá Gandalf úr filminum Lord Of The Rings seldir fyri heilar 2,3 milliónir kr. Sí video av stavinum niðanfyri:

Sjálv høvdu tey ikki rokna við at fáa sooo nógv fyri stavin. Nøgd høvdu tey verið, at fingið á 150.000,00 kr - men upphædd fór at vera so risastór - høvdu tey als ikki rokna við.

T-shirtin hjá Steve McQueen frá filminum The Great Escape bleiv seld fyri 295.000 kr - ímeðan Mork t-shirtin hjá Robin Williams sála bleiv seld fyri 114.000,00 kr.

Maðurin aftanfyri uppisøluna, Joe Maddalena er ovurfegin um úrslitið og sigur soleiðis frá: "Vit hava arbeitt sera hart fyri at fáa fatur í teim røttu tingunum, at selja á uppisøluni. Og eg haldi eisini at tølini tala fyri seg sjálvan."

Um maðurin sum keypti stavin fer at ganga á fjall við honum - sigur søgan tó onki um ..!

JáH (y) 02.11.2014



Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.