NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​400 dagar uttan arbeiðsóhapp í nýggja H - bygninginum á LS

31/10/2020

Comments

 
Billede
Hetta verður hildið við rundstykkum og wienarbreyði í kantinuni í nýggja H - bygninginum.
​
Tann 29. oktober hátíðarhildu vit, at vit hava havt 400 skaðafríar dagar í arbeiðinum við nýggja H - bygningin á Landssjúkrahúsinum. At vit kunnu hava 400 skaðafríar dagar, kunnu vit takka okkara dugnaligu arbeiðstakarum og øllum teimum, sum eru við til at gera teirra arbeiðsdag tryggan og skaðafrían. 

Landsverk er byggiharri, og í 2015 byrjaði sp/f Grettir at grava út, og sjálv byggingin byrjaði í januar í 2017. MT Højgaard, Húsavarðartænastan, Demich og EL.FO eru høvuðsarbeiðstakarar. 

Landsverk fegnast um góðu gongdina og vóna vit, at vit kunnu halda áfram við enn fleiri skaðafríum døgum.

Myndirnar hevur Kristian Niclasen hjá SNA tikið.

Kelda: Landsverk 

Billede
Comments

Hava vit nokk av grótið til okkara húsabygging í Klaksvík?

18/10/2020

Comments

 
Billede
Hvat hendur á Grótbrotinum á Borðoyavík, er nokk av grótið og skerv til borgarnar í Klaksvík?
Tá ið eg vitjaði á grótinum á Bumshamri í seinastu viku, tá tosaði eg við ein lastbilasjáfør og hann segði at tað ikki bara var ein sera stórur trupuleiki at sleppa av við avgresturin í Klaksvík, men tað var eisini ein stórur trupuleiki at fáa grót og skerv til húsabygging og hann var noyddur at fáa tað aðrastaðni frá í Føroyum og tað kostaði sera nógv fyri húsaeigarnir, sum byggja sær hús í hesum døgum, tí hann skuldi koyra langa veg til at fáa fatur á tilfarinum, tað kostaði bæði tíð, bensin, tunnilsgjald og flerir ferðir ígjøgnum árið hava útgrevsturin av húsum ligið púra stilt av hesum orsøkum, sum er lýst omanfyri.

Hetta má fáast í rættlag skjótast gjørlit eftir 10. november, tí tað fer at vera ein sera stórur trupuleiki, tá ið øll 91 grundstykkini á Fossum fara ígongd og at man ikki sleppur av við avgresturin og man ikki fær grót og skerv til húsini.

Onki er hent við útstykkingini á Fossum síðan juni í ár og her má ruddast upp í Klaskvíkar Býráð, so gongd kann fáast aftur á hesu verkætlan.

Til seinasta val lovaði Sjálvstýrisflokkurin sera nógv, eitt lyfti frá Borgmeistarnum og Kristian Eli var, at útstykkingin á Fossum skuldi vera liðugt í 2017 og hópin av pengum blivu avsett til hesa útstykking, men einasta sum er hent, tað var í summar nevnliga í 2020, tá ið borgmeistarin við hópum av myndamonnum koyrdi eina gravmaskinu á økið og setti skuffuna í, ikki gott nokk, lætt at lova og so er at halda givin lyftir, NOKK GRIVIÐ, GERIÐ LIÐUGT.

Er tað soleiðis ein skal stýra eina Kommunu, so veljið til Jógvan Skorheim, men vilja tit tað ørvísið, har borgarnir í Klaksvík fáa rein og greið boð, hvat hendur við útstykkingini á Fossum, so er at velja Símun á Høvdanum tann 10. november, tí SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

​Símun á Høvdanum

Hetta var tað Klaksvíkar Kommuna lovaði til valið seinast og tað skuldi standa liðugt í 2017.   
Billede
​91 GRUNDSTYKKIR Á FOSSUM
Nýggja útstykking á Fossum er nú farið ígongd. Sostatt er klárt at fara undir arbeiðið at klárgera 91 nýggj grundøkir. Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, og samlaða talið av grundstykkjum er 91, harav 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús. Í fyrsta byggistiginum verða 21 grundstykkir til sethús og 13 til raðhús, í øðrum byggistigi verða 23 grundstykkir til sethús og í triðja byggistigi 33 grundstykkir til raðhús.


Øll grundøkini verða gjørd byggiklár, og fer hetta at lætta um arbeiðið hjá teimum, ið keypa grundstykki.

Klaksvíkar kommuna gjørdi í septembur 2018 avtalu við SNA arkitekar um projekteringina. Øll verkætlanin fer væntandi at taka trý ár og fyrstu grundstykkini longu verða klár at útluta í juni 2020.
​Verkætlan: Útstykking á Fossum - faldari
Billede
Comments

Grótbrotið á Bumshamri skjótt fult

16/10/2020

Comments

 
Billede
Nú eg eri uppstillaður til Býráðsvalið tann 10. november, so havi eg verið og hugt eftir okkara kæra býi.

Týsdagin tann 13. oktober var eg og vitjaði trý støð, gamla Buckwald, nýggja Buckwald og neystini norðuri í Strond.

Var eitt sindur í sjokk, hvussu lítið skil tað var í gamla Buckwald ella rættari sagt á Grótbrotinum. Har hevði ein fortalt mær, at ein gravmaskina hevði staðið still í vikuvís og har bleiv als ikki tikið frá, tá ið teir vippaðu mold í Grótbrotið.

Eg gjørdi ikki mætari og fór á staðið og har var sjón fyri søgn, ongin var í gravmaskinuni og hon var næstan undirgrivin av mold, sjá mynd omanfyri.

Eisini sá vegurin ræðuligur út, har mold og eyrur rann oman brekkurnar, sjá filmsklipp og myndir herundir. Stakkals fólk sum búgva á Bumshamri og har á leið, har má vera ræðuligt at búgva, bæði viðvíkjandi larmi, mold og støv, har hundratals lastbilar ígjøgnum hesu seinastu árini hava koyrt framvið fulllessaðir av mold og nakað skitið hevur verið og har allur lorturin er komin á húsini og bilarnar. Rokni heldur ikki við at tit hava havt møguleikan at turka klæðir uttandura, tí har hevur verið nakað nógv støv og lortur frá lastbilinum og tað hevur sjálvandi komi á klæðini.  

Tað mest ræðandi var týsdagin var, tá ið ein lastbilur bjóðaði mær við til uppkoyringina norðanfyri. Hann ávaraði meg áðrenn, at vit kanska ikki sloppi uppá við lastibilinum og vildu illa til, so kundi vit fara á glið og so mátti man halda sær fast. Vit høvdu tóma last og so setti hann ferð á lastbilin og tá ið vit vóru komin næstan upp, so spolaði lastbilurin og vit fóru á glið omaneftir, men tíbetur hevði lastbilssjáførurin roynt hetta áður og vit fóru ikki útav, sjá myndina herundir av sporinum av lastbilinum. Lukkutíð komi vit oman aftur og mítt blóðtrýst var í topp, hatta er ikki fyri sartar sálir.

Handan trupuleikan við at sleppa av við moldina í Klaksvík fer at vera uppaftur størri í 2021, tí til jólar, so siga menn, at Grótbrotið er fult og so má finnast eitt annað stað at sleppa av við avgresturin og sleppur man ikki av við avgresturin, so steðgar allur útgrevstur upp í Klaksvík og tað kann fáa óbøtaligan skaða fyri Klaksvíkar Kommunu.

Hvat sigur samgongan í Klaksvíkar Býráð til hendan trupuleikan og hava tit eina loysn á málinum?

Símun á Høvdanum

Billede
Sjá sporini, ótrúðligt at ongin vanlukka hevur verið á Grótbrotinum á Bumshamri
Billede
Soleiðis sá Grótbrotið út týsdagin 13. oktober
Comments

Jógvan Skorheim keypt Alfa Bókhandil?

9/10/2020

Comments

 
BilledeAlfa Bókahandil selt? mynd tikin í dag tann 09.10.2020
Tað frættist frá álíkandi keldum at borgmeistarin Jógvan Skorheim hevur keypt Alfa Bókahandil. 

Jógvan Skorheim hevur keypt Alfa Bókahandil saman við Beintu Gregersen og Maritu Samson.

Sindur løgi, at Norðlýsið skrivaði um søluna í teirra Portali í gjár og ikki nevndu hvør hevði keypt Alfa, hetta skrivaðu teir ígjár: Alfa Bókahandil skiftir eigarar í næstum, Í løtuni sæst fólk rigga til at lata upp.....

​Sjálvandi veit Norðlýsið, at tað er Jógvan Skorheim, sum hevur keypt Alfa Bókahandil, men vit á News.fo og Norðoya Portalinum eru ikki 100 prosent sikkur, tí skulu tíðindi takast við eitt sindur av fyrivarni, men væntandi vera tíðindi váttaði ella avsannaði í dag ella í morgin. 

Prísurin fyri Alfa Bókahandil er ikki upplýstir, men væntandi bleiv hann seldur fyri ímillum 6-7 milliónir, men tað er bara ein meting frá mínari síðu av.

Vit ynskja nýggju eigarnum hjartaliga tillukku við keypinum og takka gomlu eigarnum Torbjørn Bringsberg og konuni fyri góða tænastu øll tey mongu árini tey høvdu Alfa Bókahandil.

SáH

Billede
Billede
Comments

​Føroyskur tari skal hava vistfrøðiliga góðkenning

1/10/2020

Comments

 
Billede
Landsstýrið skjýtur upp at hækka játtanina til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, til vistfrøðiliga merking av tara og taravørum

“Besta prísin fær bert tarin, sum hevur vistfrøðiliga merking, og tað hevur tí alstóran týdning fyri føroysku alifyritøkurnar at tær kunnu fáa hesa góðkenning í Føroyum”, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2021 er lagt fram.

Altjóða áhugin fyri at nýta tara til matna og taraúrdráttir til ymsar hágóðskuvørur er skjótt vaksandi, umstøðurnar at ala tara í Føroyum eru avbera góðar og áhugi er fyri at keypa føroyskan tara í stórum nøgdum fyri góðan prís. 

Alilógin bleiv í 2018 broytt so at taraloyvi kundu latast. “Fyritøkurnar, sum ala tara, hava higartil framleitt á royndarøkjum, men nú fyrstu taraloyvini eru latin, hava fyritøkurnar fingið tryggari karmar og møguleika fyri at vaksa um framleiðsluna. Tí hevur tað stóran skund eisini at fáa vistfrøðiligu góðkenningina upp á pláss, so at tarin og vørur við tara kunnu verða seldar fyri besta prísin,” sigur Helgi Abrahamsen. 

Landsstýrið raðfestir í fíggjarlógaruppskotinum at hækka játtanina til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, sum í 2021 fer undir at fáa skipan í lag til vistfrøðiliga merking av tara og taravørum, sum verður góðkend í ES og USA.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið 

Billede
Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.