Jógvan Skorheim hevur keypt Alfa Bókahandil saman við Beintu Gregersen og Maritu Samson.
Sindur løgi, at Norðlýsið skrivaði um søluna í teirra Portali í gjár og ikki nevndu hvør hevði keypt Alfa, hetta skrivaðu teir ígjár: Alfa Bókahandil skiftir eigarar í næstum, Í løtuni sæst fólk rigga til at lata upp.....
Sjálvandi veit Norðlýsið, at tað er Jógvan Skorheim, sum hevur keypt Alfa Bókahandil, men vit á News.fo og Norðoya Portalinum eru ikki 100 prosent sikkur, tí skulu tíðindi takast við eitt sindur av fyrivarni, men væntandi vera tíðindi váttaði ella avsannaði í dag ella í morgin.
Prísurin fyri Alfa Bókahandil er ikki upplýstir, men væntandi bleiv hann seldur fyri ímillum 6-7 milliónir, men tað er bara ein meting frá mínari síðu av.
Vit ynskja nýggju eigarnum hjartaliga tillukku við keypinum og takka gomlu eigarnum Torbjørn Bringsberg og konuni fyri góða tænastu øll tey mongu árini tey høvdu Alfa Bókahandil.
SáH