Vit takka Helga fyri hansara stóra innsats í øll árini her hjá okkum og ynskja honum alt gott frameftir.
Seinasti arbeiðsdagur er nú fríggjadagin 29. mai.
Við heilsan
Sjúrður Olsen
Bygma Balslev
Helgi hevur arbeitt hjá okkum sum fíggjarstjóri í gott 35 ár, og hevur saman við hinum í leiðsluni staði á odda við at menna Bygma Balslev til tað er í dag. Tað er bæði á tekniska økinum við telduskipanum og við útbygginum av fysiku kørmunum sum vit hava í dag. Vit takka Helga fyri hansara stóra innsats í øll árini her hjá okkum og ynskja honum alt gott frameftir. Seinasti arbeiðsdagur er nú fríggjadagin 29. mai. Við heilsan Sjúrður Olsen Bygma Balslev Poulina hevur valt at gevast nú síðst í maj. Hon hevur verið í starvi hjá Balslev í knapt 25 ár, allarfyrstu tíðina í Byggibúðini, og síðani á skrivstovuni, har hon mest hevur fingist við vøru/kreditor-bókhaldið. Hon hevur verið sera arbeiðssom, kanska ikki tann sum tosaði harðast og mest, men álítandi og røsk, og hevur fingið nógv av skafti. Hennara blíða lyndi hevur gjørt hana avhildna av starvsfeløgunum, og saknur verður í henni, nú hon gevst. Vit takka Poulinu fyri árini, og ynskja henni og familjuni alt tað besta frameftir. Við heilsan, Sjúrður Olsen Bygma Balslev KBI í Klaksvík hevur keypt vælkendu akkumulatorfyritøkuna Pólar Havn, sum Margeir Ørvarodd hevur átt og rikið í mannaminnir. Pólar er ein sera kend og nógv vitjað fyritøka, sum liggur í Sigmundargøtu í Havn, beint yvir Rættará. Kaffistovan hjá Pólar er tiltikin millum Havnarfólk, og dagliga leggja nógv folk leiðina framvið Pólar til ein kaffinum og eitt stutt prát. Hendan gongdin fer at halda fram, tí Pólar fer við nýggja eigaranum at halda fram sum sjálvstøðug fyritøka, just sum vit øll kenna hana. Karl Birgir Isaksen, sum eigur KBI, sigur í stuttari viðmerking, at “tað er við størstu virðing og stoltleika, at KBI nú yvirtekur vælkendu akkumulator fyritøkuna Pólar. Vit fara at veita kundunum eina so góða tænastu, sum til ber. Pólar er kend fyri at kunna nøkta einhvønn tørv hjá vinnu- og privatkundum, tá tað snýr seg um akkumulatorar og battaríir. Soleiðis verður eisini framyvir. Og fólk eru eisini altíð vælkomin inn til ein kaffimmun og eitt prát.” Margeir Ørvarodd, sum nú hevur selt sítt lívsverk og verður pensioneraður, er sera fegin um, at Pólar nú fer at halda fram sum áður. Hann ætlar sær sjálvur at vitja dúgliga omanaftur til kaffi, prát og hugnaløtur, saman við øllum hinum, sum vanliga hava sína gongd inn á Pólar. Tað eru Axia Advokatar, sum hava staðið fyri søluarbeiðinum. “Vit halda, at tey í Axia hava verið sera dugnalig og professionel í sínum arbeiði.” Hetta eru vit báðir sera væl nøgdir við, siga Margeir og Karl Birgir. Okkara fjarskifti skal vera dygt og trygt Føroyingar skulu venja seg við, at fjarskifti í framtíðin verður ein inngrógvin partur av trygdarpolitikki. Hetta merkir ítøkiliga, at undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum í størri mun verður tengt at trygdar- og verjumálum. Seinastu mánaðirnar hava bæði NATO og ES viðgjørt spurningin um fjarskifti og ikki minst nýggju 5G tøknina, sum fer at verða ein avgerandi táttur í talgilda heiminum í framtíðini. Í bæði NATO og ES er niðurstøðan greið: Spurningurin um undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum er eisini ein spurningur um trygdar- og verjupolitikk. Í hesum sambandi heldur løgmaður, at tað verður neyðugt at fara undir at greina spurningin nærri. Vit eiga at umhugsa at gera lóggávu, sum skal tryggja, at tær fyritøkur, sum fáa atgongd til okkara undirstøðukervi á fjarskiftisøkinum, eru veitarar, sum vit kunnu kenna okkum trygg við. Tá ið fjarskifti í Føroyum er eitt yvirtikið málsøki, hava løgmaður og danski forsætisráðharrin verið í tøttum samskifti um nýggju tvørgangandi lóggávuna. Partarnir eru samdir um at arbeiða saman um at fyrireika nýggja lóggávu á økinum. “Tað er avgerandi, at okkara undirstøðukervi er trygt. Vit ætla at gera okkara til, at nýggja lóggávan veitir okkum neyðuga tryggleikan. Eisini ætla vit at leggja upp fyri, at talan er um eitt yvirtikið øki, sum tó í einum stórpolitiskum høpi kann gerast ein trygdar- og verjupolitiskur spurningur, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Løgmansskrivstovan |
Greinar
December 2024
|