NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Asfaltera á Fossum í vikuni

28/2/2024

Comments

 
Picture
Hesa vikuna verður asfalt lagt á Fossum. Vegirnir eru ikki stongdir, men heitt verður á borgarar um at vera ansin og vísa varsemi.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Viðmerking til Dag og Viku mánakvøldið 26. februar 2024

27/2/2024

Comments

 
Picture
Í Degi og Viku mánakvøldið 26. februar 2024 varð greitt frá einari av umsóknunum / verkætlanunum, sum í ár hava fingið tillutað svartkjaft til vinnuligar fiskiroyndir. Spurnartekn varð sett við, hvørt tillutanin er í samsvari við ásetingarnar um ognarviðurskifti í sjófeingislógini (§ 11).

Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2024 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 5 av teimum 14 umsóknunum játtaðar, og hava hesar fingið tillutað tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum. Millum játtaðu umsóknirnar eru eins og undanfarin ár talan um bæði skip og virkir á landi. Í ár er talan um 2 skip, sum skulu gera royndir við trolútgerð, og 3 virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu.

Ásetingarnar í lógini um sjófeingi um ognarviðurskifti fevna um vinnuligan fiskiskap og ikki um framleiðslu á landi. Í svarinum til umsóknirnar, sum hava fingið tillutað kvotu, er við tilvísing til § 50, stk. 4 í sjófeingislógini tilskilað, at fiskiskapurin kann bert fara fram við fiskifari undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi, og kvoturnar kunnu bert nýtast av teimum skipum/bátum, sum eru nevnd í umsóknini og sum lúka ásetingarnar í sjófeingislógini fyri at fáa fiskiloyvi.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Ein sjómaður sigur sína hjartans meining og eg gevið honum fullkomiliga rætt

26/2/2024

Comments

 
Picture
Bert nakrar hugleiðingar nú tað stendur á ymiskum portalum um lønarlyft til okkara fólkavaldu, og nakrar aðrar útvaldar bólkar.

Meðan nøkur skulu arbeiða minni fyri meira løn, hava teir valt at nakrir bólkar skullu hava minni løn. Av hesum bólkum er ein sum er sera hart raktur og tað er bólkur 4 í fiskiðdaga skipani, og kanska serliga bólkur4t.

Tað byrjaði við at Ruth minkaði sjómannafradrottin frá 450tusund niður á 300000, sum kemur at merkja eini 15000kr minni á bók til hvønn mann.

Tá Dennis hetta sá, hugsaði hann at hatta má eg klara betri, so hann tók 20% av døgunum frá hvørjum skipið men sá skjótt at hattar var ikki nokk so hann skundaði sær at stongja allar toskaleiðir. Hesar leiðir hava í nógv ár, kanska 30ár givið umleið 20-25% av ársintøkuni hjá 4t.

Hann var skjótur aftur hjá Ruth og sigur at hattar var flott ikki? Tað mátti hon geva honum rætt í, men svaraði at hon var ikki heilt komin á mál enn so hon legði eitt avgjald á oljuna sum kemur at merkja at hvørt skip í bólkið 4t fær eina eykarokning uppá 280000kr sum manningin er við at betala, umleið 20000-25000 per man. So hetta kemur at merkjast alvorliga hjá hesum monnum, so nú verður bara bíða eftir nasta høgginum sum helst verður deyðshøggi fyri henda bólk. 

Afturat hesum er føroyski fiskimaðuri koyrdur 11% niður í løn seinastu 11árini tí eftirlønin verður tikin av lønini, meðan millum annað okkara politikkara fáa 15% afturat lønini. Tað havi eg onki ímóti men løgið er at bara tosa verður um fyrimunir  tá tað er fiskimaðurin sum fær😌☺️😏´

Sørin Petersen Facebook 26-02-2024

Comments

Nýggjur stjóri settur í IRF

21/2/2024

Comments

 
Picture
Sigurd Lamhauge er settur sum stjóri í IRF. Sigurd er útbúgvin elektro-mekanikari, verkfrøðingur og er Master í Leiðslu.

Sigurd hevur starvast í nógvum ymiskum verkætlanum, sum ráðgevandi verkfrøðingur í Føroyum og uttanlands.

Síðstu gott fýra árini hevur Sigurd verið stjóri á Landsverki.

IRF

Comments

Kunngerð lýst um at leingja tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum

3/2/2024

Comments

 
Picture
​Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur lýst broyting í kunngerð nr. 45 frá 6. apríl 2022 um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum, sí her Lógasavn (logir.fo)

Tíðarskeiðini fyri veiðibann á gýtingarleiðum hjá toski eru harvið longd.

Fyri økini 1, 2, 3, 5 og 6 sambært kortinum niðanfyri verður frameftir galdandi, at tíðaravmarkaða veiðibannið í gýtingartíðini er frá 1. februar til 1. mai.

Viðvíkjandi øki 1 er økið undantikið friðingini, har veiða eftir havtasku við troli við fiskiførum við framtøkumegi minni enn 500 HK fer fram. Talan er um eitt djúpt øki í syðra parti av gýtingarfriðaða økinum. Toskur gýtur tí ikki har, og undantakið hevur lítlan týdning fyri at verja gýtingina hjá toskinum.

Viðvíkjandi øki 4 og 7 er ein orðing strikað, sum hevur við sær, at endadagurin nú ikki skal roknast við í gýtingartíðarskeiðið. Hetta merkir, at veiðibannið fyri øki 4 nú er til 15. mai, t.v.s., at fiskiskapurin kann byrja aftur 15. mai. Fyri øki 7 er veiðibannið nú til 1. apríl, t.v.s., at fiskiskapurin kann byrja aftur 1. apríl.

Á Føroyabanka (øki 8) verður friðað í tíðini frá 15. februar til 15. mai.

Øll tíðarskeið byrjað og/ella enda 1. og 15. í mánaðinum fyri at gera tíðarskeiðini lættari at skilja og umsita.

Byrjanardagurin í tíðarskeiðinum er við í friðingartíðarskeiðinum, meðan endadagurin ikki skal roknast við í friðingartíðarskeiðið.

Kort.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

​BankNordik endurskoðar gjøld og kostnaðir hjá privatkundum

1/2/2024

Comments

 
Picture
Í sambandi við at BankNordik hevur endurskoðað gjøld og kostnaðir, hevur bankin valt at strika fleiri gjøld umframt at gera prísbygnaðin hjá privatkundum meira einfaldan.

Eitt nú verður Netbankin ókeypis fyri allar privatkundar, gjaldið fyri at rinda við inngjaldskorti er strikað, og kontugjaldið hjá fleiri privatkundum er avtikið. Harafturat tillagar bankin fyrimunaskipanina, soleiðis at samlaði prísbygnaðurin verður meira einfaldur.

”Vit eftirmeta javnan okkara prísir og kostnaðir fyri at tryggja kappingarførar prísir, og vit hava nú valt at strika fleiri kostnaðir. Til dømis hava vit gjørt av, at allir privatkundar skulu kunna fáa og brúka Netbankan heilt ókeypis, og at eitt nú kontugjaldið hjá fleiri kundum fellur burtur. Hóast broytingarnar bera ein kostnað við sær fyri bankan, so eru hetta neyðugar broytingar til frama fyri okkara privatkundar”, sigur Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik.

Ókeypis Netbanki fyri allar privatkundar
Sum fyrsti peningastovnur í landinum hevur bankin nú valt at strika kostnaðin fyri Netbankan hjá privatkundum. Áður var Netbankin bert ókeypis fyri kundar í fyrimunaskipanini. Harafturat verður kostnaðurin fyri at nýta inngjaldskort strikaður, soleiðis at allir privatkundar nú kunnu brúka Netbankan og gera vanligar flytingar íroknað inngjaldskort heilt ókeypis.

”Vit royna áhaldandi at menna okkara talgildu pallar, soleiðis at allir okkara kundar kunnu fáa greitt yvirlit yvir sína fíggjastøðu og avgreiða síni fíggjarviðurskifti á ein lættan og einfaldan hátt. Til dømis er Netbankin vorðin ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá mongum, og við tíðini fer kundin at fáa atgongd til fleiri og fleiri talgildar tænastur. Tá er tað neyðugt, at kostnaður ikki er ein forðing fyri at nýta talgildu loysnirnar, og júst tí hava vit valt at gera Netbankan ókeypis fyri allar privatkundar”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Meira einfaldur prísbygnaður
Frá 1. september í ár verður fyrimunaskipanin avtikin. Ítøkiliga merkir broytingin, at avslátturin á ávikavist 10% og 25%, ið summir kundar hava fingið fyri ávís gjaldskort og tænastur, verður strikaður. Hóast hesin avslátturin fellur burtur, eru prísirnir kappingarførir.

Orsøkin til broytingina er, at ein avtøka av fyrimunaskipanini ger prísbygnaðin og prísyvirlitið munandi meira einføld, og tað verður lættari hjá einstaka kundanum at síggja, hvat hvør tænasta kostar. Harafturat er munurin á kundunum í og uttan fyri fyrimunaskipanina, so mikið lítil í dag, og tí hevur bankin valt at gera ein meira einfaldan prísbygnað, sum er líka fyri allar privatkundar.

BankNordik

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.