VENJA
Tað eru nógv, sum hava góðar royndir av at byrja í tí myrkasta krókinum í húsinum, og so arbeiða seg út í ljósið. Á tann hátt lærir tú teg at gera okkurt arbeiði, áðrenn tú fórt í holt við tey sjónligastu rúmimi. Tað kann t.d. vera, at tú tekur veggjapláturnar niður í kjallarakamanum, og setir nýggjar upp, áðrenn tú gert tað sama arbeiði í stovuni, ella spartlar inni í krókunum first, áðrenn tú fert mitt út á veggin ella loftið. Tú kansta eisini “venja” upp á aðrar mátar. Skalt tú seta flísar upp, kanst tú royna at seta nakrar á eina leysa plátu fyrst, áðrenn tú setur allar upp í køkinum ella baðirúminum. Og tá tú málar, so royn at mála á eina plátu ella fjøl í kjallaranum fyrst, so veist tú hvussu liturin sær út, o.s.fr.
TÍÐARÆTLAN
Nær ætlar tú at arbeiðið skal verða liðugt? Er tað so, at tú ella tit sum familja hava tørv á, at arbeiðið skal verða liðugt til eina ávísa tíð, so kann tað blíva strævið, um tíðarætlanin ikki heldur. Tá skalt tú umhugsa at betala teg frá tí, og á tann hátt fáa húsfrið.
UMAFTUR KOSTAR
Men tað er nógv, sum ein sjálvur kann gera, og verður arbeiðið gjørt rætt, eru eisini pengar at spara. Minst bara til, at vánaligt heima-arbeiði kann gerast kostnaðarmiklari enn arbeiði, sum fakfólk gera, um tað ikki er umhugsað og rætt gjørt. Hevur tú t.d. valt skeivt tilfar, og harvið fingið eitt somikið vánaligt úrslit, at tú antin verður noydd/ur at gera tað umaftur, ella nú fáa fakfólk at gera tað, er endaligi kostnaðurin ofta hægri. Vánaligt arbeiði, bæði títt egna, og tað, sum fakfólk gera, minkar um virði á húsinum ella íbúðini.
HERJA Á
Men tað er eingin orsøk at setast aftur. Fyrireika teg bara so væl sum gjørligt. Kanna væl og virðiliga tað, sum tú ætlar tær at gera. Spyr folk, sum hava skil fyri tí, m.a. starvsfólkini hjá Balslev. Góðan arbeiðshug.