NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vanligastu brandfellurnar í húsinum

11/2/2013

Comments

 
Picture
Her eru nakrar av stóru brandfellunum í húsum, sum tó ikki eru settar up eftir títtleika, men verða nevndir í tilvildarligari røð.

Tá fólk koma heim úr einari veitslu ella úr býnum, er tað ikki óvanligt at tey vilja hava okkurt at eta, áðrenn tey leggja seg. Men summi teirra sovna frá einari kókandi grýtu, og hon kann seta eld í øll húsini, sigur Ib Bertelsen, brandinspektørur við heimasíðuna Bolius. Svangir býgangarar kunnu tí kanska noyðast við eina beyðflís og ikki tendra grýtir, ovn o.l.

Fólk og alkohol eru eisini atvold til aðrar eldskaðar; nevniliga har sigarettir eru uppi í leikinum. Tað hendir meira enn so, at fólk sovnað við sigarett í hond, og júst hesir eldar kunnu hava sera ávarsligar skaðar, tí eldurin kyknar undir liðini á sovandi fólki. Fólk, sum ikki eru ávirkað, skulu sjálvsagt heldur ikki royka í songini. Ein tendrað sigarett, sum liggur í øskubikarinum kann eisini seta eld í, um hon koppar av kantinum á bikarinum.

Um jóltíðir ella til aðrar høgtíðir eru nógvir eldskaðar. Teir standast einamest av, av fólk eru óansin í sambandi við livandi ljós og pynt. Vandamiklast eru knasandi turrar jóladekoratiónir úr grann. So ansið eftir livandi ljósum. Farið ongantíð frá teimum, og latið ikki børn vera einsamøll við livandi ljósum.

El-leidningar millum skins og hold kunnu vera vandamiklir. Teir kunnu vera gamlir og treingja til at skiftast út, men teir kunnu eisini hava fingið skaða av at mýs ella rottur hava gnaða. Hevur tú gamlar leidningar, ella illgruna um, at onkur hevur verið og gnaða, eigur tú at fáa ein el-innleggjara at hyggja upp á leidningarnar.

Ib Bertelsen sigur, at fólk ið hava eitt gamalt sjónvarp við myndarøri, skulu taka skikkið úr vegginum, tá tey ikki brúka sjónvarpið. Tað er ikki nóg mikið bara sløkkja a vegginum, tí tá er vandi fyri at fólk tendra eina skeiva kontakt, og so er streymur aftur á. Tí eiga fólk at taka stikkið úr til sjónvarpið (og onnur tól, breyðristara o.l.).

Brotnar kontaktir eru vandamiklar, og eiga at verða skiftar, eins og eymhettur skulu reinsast javnan. Tú skalt heldur ikki stíga á leidningar, sum liggja á gólvinum, ella lata børn súkkla ella renna við rennihjóli á leidningunum.

Lesið meira her: http://www.bolius.dk/alt-om/sikkerhed/artikel/her-er-husets-stoerste-brandfaelder/

Kelda: www.balslev.fo

Comments
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.