Her kunnu tit síggja nýggjasta filmsklippi frá fyritøkuni Makita, har tveir kvinnur vísa tær nýggjastu maskinurnar fram, klikk link herundir: Í samband við at arbeiðsbáturin "Kópasteinur" er komin til Norðdepils, var ein lítil samkoma á virkinum hjá teimum har norðuri ídag. Norðoya Portalurin varð boðin við og stjórin Jón Purkhús tók ímóti, har hann vísti Norðoya Portalin runt á virkinum og á arbeiðsbátinum "Kópasteinur". Eitt sera snotuligt skip. Borðreitt var við smyrjubreyði, køkum og annað gott. Gott lag var á monnum, sjálvt um veðrið var avbera ringt. Vit ynskja Bakkafrost tillukku við skipinum og góðan byr við Kópasteini. Hetta skrivar Bakkafrost á teirra heimasíðu: FO: "Kópasteinur" til Hvannasunds Fyrrapartin 09. november varð nýggi arbeiðsbáturin "Kópasteinur" handaður Bakkafrost á skipasmiðjuni Mest í Havn. "Kópasteinur" er nr. 10 í røðini av stórum arbeiðsbátum, ið Bakkafrost hevur latið bygt í Føroyum seinastu árini. Skrokkurin og alt arbeiðið við bátinum er gjørt í Føroyum. Eins og undanfarnu arbeiðsbátarnir er eisini hesin arbeiðsbáturin sera væl útgjørdur. Umstøðurnar hjá manningini eru góðar umborð. Har er innrættað køksskapilsi við borði, bonki og aðrari útgerð saman við umklæðingarrúmi v.m. Á dekkinum er monteraður krani, ið lyftir 2,5 tons umframt spæl. Báturin er útgjørdur við ekkoloddi, radara, gps, plottara, autopiloti og annars teimum siglingartólum, ið Skipaeftirlitið krevur. Framtøkumaskinarí eru tvær Scania Marine 450 HK og ferðin er 9 sjómíl um tíman. Báturin er eisini útgjørdur við bjargingar- og sløkkiútgerð sambært skipaeftirlitskrøvum, umframt bjargingarbáti til 12 persónar. "Kópasteinur" er heimahoyrandi í Norðdepli og skal nýtast í aling norðanfyri. Navnið "Kópasteinur" stavar frá einum steini Undir Svartakletti í Hvannasundi. Hetta er steinur í haganum, ið er lopin úr hamrinum omanfyri, og líkist einum kópi, soleiðis sum hann liggur. Fríggjadagin 03. november lat Berg Mortors nýggja bilasølu og verkstað upp á Stongunum í Klaksvík. Jóannes Mikkelsen keypti tann fyrsta bilin og í hølunum á honum keypti Jaspur Jakobsen eisini ein bil. Svend Dahl verður leiðarin á Berg Mortors í Klaksvík og eisini David Rasmussen ferð at arbeiða á deildini á Stongunum. Nakað av fólki vóru til móttøkuna og var gott lag á fólkum. Svend Dahl var sera blíður, har hann borðreiddu við pinnamati, lagkøku, kaffi og annað leskiligt. Norðoya Portalurin ynskir Berg Mortors, Svend Dahl og David Rasmussen tillukku við handlinum og vónandi gongst tykkum væl. Her nakrar myndir frá móttøkuni. SáH Facebook fekk í triðja kvartali eitt úrslit uppá góðar 38 milliardir krónir, sum er ein hæðkan uppá góð 79 prosent - um vit rokna sama kvartal ífjør. At virðið av Facebook økist - kemst serliga av øllum teim lýsingunum, sum fyritøkur lýsa við á FB síðum. Úrsliti er framúr gott - yvir forvænting og virðið á Facebook er júst nú farið uppá við 1,4 prosentum, veit NTB at siga frá. JáH (y) 02.11.2017 |
Greinar
October 2024
|