NP
  • Heim
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Myndir
    • Myndir
  • Politikkur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Tónleikur
  • Vinna
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Móttøka hjá Bakkafrost í Norðdepli ídag

13/11/2017

Kommentarer

 
Billede
Í samband við at arbeiðsbáturin "Kópasteinur" er komin til Norðdepils, var ein lítil samkoma á virkinum hjá teimum har norðuri ídag.

Norðoya Portalurin varð boðin við og stjórin Jón Purkhús tók ímóti, har hann vísti Norðoya Portalin runt á virkinum og á arbeiðsbátinum "Kópasteinur". Eitt sera snotuligt skip.

Borðreitt var við smyrjubreyði, køkum og annað gott. Gott lag var á monnum, sjálvt um veðrið var avbera ringt.

Vit ynskja Bakkafrost tillukku við skipinum og góðan byr við Kópasteini.

Hetta skrivar Bakkafrost á teirra heimasíðu:

FO: "Kópasteinur" til Hvannasunds
Fyrrapartin 09. november varð nýggi arbeiðsbáturin "Kópasteinur" handaður Bakkafrost á skipasmiðjuni Mest í Havn. "Kópasteinur" er nr. 10 í røðini av stórum arbeiðsbátum, ið Bakkafrost hevur latið bygt í Føroyum seinastu árini. Skrokkurin og alt arbeiðið við bátinum er gjørt í Føroyum.
Eins og undanfarnu arbeiðsbátarnir er eisini hesin arbeiðsbáturin sera væl útgjørdur. Umstøðurnar hjá manningini eru góðar umborð. Har er innrættað køksskapilsi við borði, bonki og aðrari útgerð saman við umklæðingarrúmi v.m. Á dekkinum er monteraður krani, ið lyftir 2,5 tons umframt spæl. Báturin er útgjørdur við ekkoloddi, radara, gps, plottara, autopiloti og annars teimum siglingartólum, ið Skipaeftirlitið krevur. Framtøkumaskinarí eru tvær Scania Marine 450 HK og ferðin er 9 sjómíl um tíman. Báturin er eisini útgjørdur við bjargingar- og sløkkiútgerð sambært skipaeftirlitskrøvum, umframt bjargingarbáti til 12 persónar.
"Kópasteinur" er heimahoyrandi í Norðdepli og skal nýtast í aling norðanfyri.
Navnið "Kópasteinur" stavar frá einum steini Undir Svartakletti í Hvannasundi. Hetta er steinur í haganum, ið er lopin úr hamrinum omanfyri, og líkist einum kópi, soleiðis sum hann liggur.

Kommentarer

    Greinar

    December 2019
    November 2019
    Oktober 2019
    September 2019
    August 2019
    Juli 2019
    Juni 2019
    Maj 2019
    Marts 2019
    Februar 2019
    Januar 2019
    December 2018
    November 2018
    Oktober 2018
    September 2018
    Juli 2018
    Juni 2018
    Maj 2018
    April 2018
    Marts 2018
    Februar 2018
    Januar 2018
    December 2017
    November 2017
    Oktober 2017
    September 2017
    August 2017
    Juli 2017
    Juni 2017
    Maj 2017
    April 2017
    Marts 2017
    Februar 2017
    Januar 2017
    December 2016
    November 2016
    Oktober 2016
    September 2016
    August 2016
    Juli 2016
    Juni 2016
    Maj 2016
    April 2016
    Marts 2016
    Februar 2016
    Januar 2016
    December 2015
    November 2015
    Oktober 2015
    September 2015
    August 2015
    Juli 2015
    Juni 2015
    Maj 2015
    April 2015
    Marts 2015
    Februar 2015
    Januar 2015
    December 2014
    November 2014
    Oktober 2014
    August 2014
    Juli 2014
    Maj 2014
    April 2014
    Marts 2014
    Februar 2014
    December 2013
    Oktober 2013
    September 2013
    Maj 2013
    Februar 2013
    Januar 2013
    December 2012
    November 2012
    Oktober 2012
    September 2012

    RSS-feed

Styret af Opret din egen unikke hjemmeside med skabelonerm du kan skræddersy.
  • Heim
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Myndir
    • Myndir
  • Politikkur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Tónleikur
  • Vinna
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim