NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Búgvin komin inn við 21.500 pundum

27/3/2024

Comments

 
Picture
​Búgvin kom aftur tíðliga í morgun. Teir hava trola norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 21.494 pund, tað mesta var toskur, hýsa og upsi, 10.400 pund toskur, 6.000 pund hýsa, 2.800 upsi og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 25. mars.

Teir byrjaðu at landa Búgvan klokkan 8:00 í morgun.

SáH

BÚGVIN - ( KG 119 )NFCS-27-03-2024     10.747


Comments

BankNordik verður nú Føroya Banki

15/3/2024

Comments

 
Picture
BankNordik skiftir navn og fer nú aftur at eita Føroya Banki. Nevnd og leiðsla eru samdar um, at tíðin er búgvin til at fara aftur til góða, upprunaliga navnið, og sostatt fer samtakið nú undir eina tilgongd at broyta navnið.

”Tað er eingin ivi um, at Føroya Banki er tað besta navnið, ein banki í Føroyum kann hava. Nærum helmingurin av øllum føroyingum eru kundar hjá okkum, vit hava yvir 200 starvsfólk í Føroyum, 10. hvør føroyingur eigur í Føroya Banka og harafturat eigur landið ein góðan triðing av samtakinum – so hóast vit í 14 ár hava itið BankNordik, so hava vit her í Føroyum verið Føroya Banki kortini. Enn tann dag í dag hoyri eg fleiri kalla bankan Føroya Banka, so navnið livir enn millum mong, og tað eru fleiri – bæði starvsfólk, kundar og føroyingar sum heild – ið hava eitt sterkt tilknýti til navnið. So tað kennist púra natúrligt at taka góða, gamla navnið aftur nú”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Føroya Banki varð settur á stovn í 1906, og í 2010 skifti bankin navn til BankNordik í sambandi við víðkaða virksemið uttanlands. Í 2010 hevði bankin keypt fleiri deildir í Danmark og í Grønlandi, og tá metti bankin ikki, at Føroya Banki var eitt hóskandi navn til víðkaða virksemið uttan fyri Føroyar. Í 2021 seldi bankin deildirnar í Danmark, men valdi at halda fram við virkseminum í Føroyum og í Grønlandi. Deildin í Grønlandi fer enn at eita BankNordik, men eftir ætlan fær deildin eitt nýtt og meira hóskandi navn seinni í ár.

Broytingin hendir so líðandi
Hóast samtakið í dag boðar frá broytingini, so fer navnabroytingin at henda so líðandi. Til dømis fer BankNordik at standa á gjaldskortum, inntil einstaka kortið gongur út, og kundin fær eitt nýtt gjaldskort. Harafturat fer BankNordik eisini at standa á skjølum, avtalum, skeltum o.ø., sum leypandi verða broytt.

”Hetta er ikki ein broyting frá degi til dags. Tað er umráðandi at leggja dent á, at vit ikki renna burtur frá BankNordik – vit eru enn sami banki, okkara virði eru enn tey somu, vit bjóða enn somu ráðgeving, vit fara framhaldandi at bjóða kappingarførar prísir og okkara kundar eru enn í fokus á sama hátt sum áður. Harafturat hevur burðardygd verið eitt av okkara hjartamálum í nøkur ár nú, so tí fara vit til dømis framhaldandi at bjóða lýsingarlutir, sum hava BankNordik-búmerkið á – hesar fara vit sjálvsagt ikki at burturbeina, bara tí at vit skifta navn. Vit fara heldur ikki at skifta øll gjaldskort út, bara tí tað stendur BankNordik á – tað vildi verið óneyðugt og ikki samsvarað við okkara mál um at vera eitt burðardygt samtak”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Formligu broytingarnar
Formliga skiftir samtakið og sjálvur bankin navn, meðan dóttirfeløgini Trygd, Skyn og NordikLív halda fram við somu nøvnum. Hóast deildin í Grønlandi skiftir navn seinni í ár, verður hon tó partur av Føroya Banka-samtakinum.

Søgan í stuttum
Søgan hjá Føroya Banka er yvir 100 ára gomul. Niðanfyri hava vit savnað nøkur av teimum týdningarmiklastu hendingunum í søgu bankans.

1906 Føroya Banki verður stovnaður.

1932 Sjóvinnubankin verður stovnaður. Tryggingarfelagið Trygd verður stovnað.

1992 Tann 6. oktober verður kunngjørt, at landsstýrið í samstarvi við donsku stjórnina hevur bjargað Sjóvinnubankanum undan húsagangi við nýggjum kapitali.

1993 Landsstýrið keypir meirilutan av partabrøvunum í Føroya Banka frá Den Danske Bank.
Landsstýrið eigur nú meirilutan í bæði Føroya Banka og Sjóvinnubankanum gjøgnum Fíggingargrunnin frá 1992.

1994 Sjóvinnubankin og Føroya Banki verða samanlagdir.

1997 Tryggingarfelagið Trygd verður endurreist.

2007 Føroya Banki verður tvískrásettur á virðisbrævamarknaðinum í Íslandi og í Danmark.

2010 Føroya Banki keypir deildarnetið hjá Sparbank í Grønlandi og níggju deildir hjá Sparbank í Jyllandi og á Fyn. 1. september broytir Føroya Banki navn til BankNordik.

2011 BankNordik yvirtekur sunnu partarnar av Amagerbanken í Danmark.

2021 BankNordik selur danska virksemið til Spar Nord. BankNordik hugsavnar seg nú um at veita kappingarførar tænastur til privat húski og vinnulív í Føroyum og Grønlandi.

2024 BankNordik skiftir navn til Føroya Banka.

Les meira um søguna hjá samtakinum her.

Føroya Banki

Comments

Føroyska distillaríið heldur á fram at vekja ans úti í heimi.

14/3/2024

Comments

 
Picture
Í fjør vóru stórar greinar um Faer Isles Distillery í altjóða tíðarritum so sum Tasting Table og Food & Wine Magazine, sum m.a. vístu á, hvussu føroyska veðurlagið er optimalt til at búna whisky, og hvussu serligi búningarhátturin í føroyskum opnahjallum er serstakur og ikki sæddur áður.

Eisini er distillaríið við í sjónvarpsrøð um distillaríir við Norðuratlantshavi, sum m.a. verður sýnd á 130 sjónvarpsrásum í 70 londum í Evropa, Asia, Avstralia og Miðeysturi, herundir risastóru amerikansku støðini PBS.

Nú hevur so Whisky Magazine eisini stóra grein um distillaríið. Whisky Magazine er mest lisni miðilin í whisky-heiminum við stórum altjóða lesaraskara og er høgt virdur fyri sína redaktionellu góðsku og innliti í vinnuna.

www.whiskymag.com/articles/its-a-fair-time-for-whisky-in-the-faroe-isles

Eftir stórar seinkingar orsakað av koronu, fór Faer Isles Distillery undir whisky framleiðslu fyri 1 ári síðani. Av tí at whisky skal búnast í minsta lagi í 3 ár, eru tískil enn 2-3 ár, áðrenn fyrsta whisky kemur á marknaðin. Tey eru tó somikið nøgd við góðskuna, at tey í næstum koyra sítt new make whisky – nýframleiddu rávøruna, ið verður lagt at búna á tunni – á marknaðin í smáum 20cl fløskum, so forvitin kunnu fáa ein forsmakk. Tað er tó umráðandi at undirstrika, at hetta er sterkur, óbúgvin løgur, ið als ikki kann sammetast við búnað whisky.

Sum nevnt í greinini hjá Whisky Magazine selur felagið í løtuni eisini áfyltar whiskytunnur fyri at fáa fígging til raksturin, meðan bíðað verður eftir, at fyrstu fløskurnar við whisky verða klárar. Bíðilisti er á heimasíðuni www.faer.fo/whisky

Faer Isles Distillery
​

Comments

Model hjá ICES er skeivt

14/3/2024

Comments

 
Picture
​Model hjá ICES er skeivt

Vísindaliga ber til at staðfesta, at ikki ber til at goyma fisk í sjónum

Aftaná at hava granska tosk á landgrunninum í nøkur ár, eri eg vísur í at kunna prógva á vísindaligan hátt, at tað ikki ber til at goyma fiskin í sjónum. Tað er ikki prógva áður, tó at sjómenn altíð hava sagt tað.

Í løtuni tíður alt uppá, at vit missa 10 milliardir í einum. Hetta út frá tølum seinastu 120 árini. Tað verður fordeilt, sum lægri veiða komandi árini, men tað kann ikki rættast ella broytast. Tað visa tølini, at vit hava gjørt, tvær ferðir seinastu 25 árini. Umframt er rættuliga greitt, at í framtíðuni verður ongin vinnulig veiða í bólki 4, 4T og 5. Tí hesar reglur nú og ikki seinni, tá eg eri endaliga liðugur.

Eg hava kanna frymilin ICES og Havstovan brúka. Frymilin hevur nakrar avleiddar fortreytir, sum tað als ikki er vanligt at hugsa um. Hesar fortreytir havi eg útgreina, soleiðis at til ber at vísa, hvussu tær ávirka vísindaliga frymilin, fiskifrøðin brúkar.

Niðurstøðan er, at teori sigur, at til ber til at goyma fiskin í sjónum. Men empiri, vísur, at tað ber ikki til. Orsøkin er, kunnu vit siga, at tað lekur millum teori og praksis.

Fiskifrøðin brúkar ein formil, sum er einfaldur. Fyri 35 árum síðan sat eg á skúlabonki og nøkur ár seinni sat eg enn einaferð á skúlabonki og lærdi formilin fiskifrøðin brúkar. Havi eisini vitja Árna Dam á Norðskála í 2017, har hann vísti mær hópin av data um hetta sama.

Frymilin eins og fiskifrøðin siga, at um vit ikki fiska 2-3 ára gamlan tosk í ár, men bíða til hann er eldri, so veksur fiskastovnurin og vit kunnu fiska meira.

Aftaná at hava hugt eftir nógvum vísindaligum data, frá Havstovuni og ICES, Norra, Íslandi, umframt nógvar 100 vísindaligar greinar meini eg at hava prógva, at vísindaligi hátturin, nýttur verður til stovnsmetingar viðførur at fiskastovnar minka.

Vísindaligi hátturin ICES og Havstovan brúka, goymir ikki fiskin í sjónum, tó vísindin sigur tað. Úrslitið av at lurta eftir vísindaligu ráðgevingini, er at fiskastovnar minka.

Seinastu dagarnar havi eg lagt úrslit fram fyri nøkrum persónum. Teir skiltu tað eg legði fram og vóru samdir.
Loysnin er hvørki kreativ ella komplisera. Hon er einføld og løtt at skilja. Men tað er stórt arbeiði og tekur tíð.
Nøkur siga seg hava rætta svarið og tí leita tey ikki. Eg havi leita, við ferðaleiðara. Eg havi leita saman við teimum, sum hava vitan. Eg havi leita saman við teimum sum vistu, at vit manglaðu rætta svarið.

Á Løgtingi lata fólk, sum um tey vita, tó at tey tosaðu sum pápageykar. Onnur krógva seg, hóast tey árliga prógva, at tey ikki vita alt. Fólk kunnu velja at gera gjøldur burtur úr. Men…

Tann sum leitar, hann finnur. Tann sum lurtar hann lærir.

Eivind Jacobsen
granskari
Strendur

Comments

​Nú er endaspurturin eftir. Hann kann saktans gerast harður..

1/3/2024

Comments

 
Picture
​Nú er endaspurturin eftir. Hann kann saktans gerast harður..
Viðmerking frá fyrrverandi formanninum í Antares, Dánjal Jákup Meinertsson

Ikki 12, sum pressan hevur fingið tað til, men 11 ár. So longi hevur tað tikið at fáa eina avgerð. Ein avgerð, sum í roynd og veru varð tikin hin 14. Novembur 2014. Altso fyri 10 árum síðan. Tann avgerðin, sum gjørdi greitt at Nordisk Konvention om Social Sikring eisini er galdandi fyri Føroyar og at Løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya eisin er galdandi fyri Heilsutrygd.

Men tey næstu 7 árini, til stevningina í 2021, nýtti Heilsutrygd til at spæla hund við rættartrygdini. Júst hendan vinkulin havi eg roynt at seta fokus á, men tað hevur pressan havt lítlan áhuga fyri.

Útgjaldingini, sum HT nú møguliga stendur fyri, kunnu tey fyri tað mesta bara takka sær sjálvum fyri. Tí avgerðin um hetta kundi verið tikin í 2014 ella 15. Men orsaka av teirra dráli, er hon ikki tikin fyrr enn nú í 2024 og verður kanska drigin út í langa tíð afturat. Alt meðan afturgjaldsupphæddin gerst størri sum dagarnir ganga.

Fyri meg og okkum sum ein sterkur mótpartur, hevur hendan tíðin verið frustrerandi, men á ongan hátt hava vit nakrantíð hugsa um at gevast.

Men um tað nú hevði verið onkur annar borgari við minni orku og veikari baklandi, er onki at ivast í at HT hevði vunnið bardagan. Bara við at møða mótstøðuna niður. Sektin liggur á hvat er rangt og rætt. Bara at vinna.

Men okkara samanhald hevur vunnið á yvirvøldini, skrivstovukrakkaveldinum, embætisfólkunum, sum halda at vit, ið arbeiða uttanlands, eru ein steinur í skógnum hjá føroyska samfelagnum.

Uttan mun til vanvirðingina fyri rættartrygdini, ið HT, heilsumálaráðið og løgmansskrivstovan tykjast hava, hava kæruskipanini, Føroya Rættur, Eystari Landsrættur og nú procesbevillingsnævnet, tveitt tað aftur í høvdið á teimum. Við fynd.

Hvat munnu tey nú fara at finna uppá? Tí heilt síðan annan mars 2013, tá eg sendi teimum prinsippiellan fyrispurning, ið var reistur á aðalfundi hjá Antares í januar, hava tey brúkt óendaligt drál sum vápn at fáa okkum at gevast.

Eisini í tíðini eftir at kært varð í 2014, var drálið teirra vápn. Vanvirðingin fyri kærustovninum og løgtingsins umboðsmanni var ósigilig. Fleiri ár fóru til drál og okkurt árið inniímillum valdaði deyðans tøgn. Onki var at hoyra og ikki fekst orð á HT.

Men enn ein avgerð í 2019 gav teimum ikki fleiri møguleikar at drála. Júst tí var eg fegin um dómin í Føroya Rætti, tí hann gav teimum onki val.

Og av júst somu orsøk, var eg ikki við fagnaðarkórinum, eftir dómin í landsrættinum. Tí hann gav HT júst tann møguleikan aftur. Tí ynskti eg at procesbevillingsnævnet gav Hægstarætti møguleikan at viðgera málið. Tí tá skuldi hægstirættur taka støðu til báðar rættarúrskurðirnar frammanundan. Altso bæði at vit høvdu rætt og at HT ikki kundi stevna okkum.

Nú stendur bara eftir at HT kann ikki stevna okkum, men átti at stevnt kæsunevndini. Og tað var júst umberingin, íð HT tørvaði at draga málið út í langa tíð afturat. Kanska eitt ella tvey ár.

Tí er nú umráðandi at vit trýsta. Tey mugu hvørki fá svøvnfrið ella matnáðir. Vit mugu krevja at dómarnir í Føroya Rætti og í Eystara Landsrætti verða tiknir til eftirtektar og at tey skulu gjalda við kassa 1 her og nú. Um tey ikki gera tað, má fútarætturin fáa málið nú beinanvegin.

Tá vera tey noydd at gera okkurt, taka støðu, so vit sleppa víðari. Tí annars fer aftur at valda tøgn í langa tíð og onki fer at henda.

Takk fyri, góðu felagar, fyri gott samanhald. Hetta er okkara sigur, sigurin fyri felagsskapin.

Men minnist til at nú er endaspurturin eftir. Hann kann saktans gerast harður.

Dánjal Jákup Meinertsson

Antares

Comments

​Fiskivinnuroyndir – framløgudagur 15. mars 2024 á Hotel Føroyum

1/3/2024

Comments

 
Picture
Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi um fiskivinnuroyndir, har greitt verður frá verkætlanum, og hvat er komið burturúr.

Framløgudagurin verður á Hotel Føroyum, fríggjadagin 15. mars 2024, og byrjar við kaffi og onkrum undir tonnina kl. 09.30. Stundisliga kl. 10.00 fer Dennis Holm, landsstýrismaður, at bjóða vælkomin.

Síðan verður greitt stutt frá fiskivinnuroyndum, og restina av degnum vera styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum, sum fiskivinnuroyndir hava stuðlað.

Á middegi er ábit við ymiskum fiskarættum.

Tiltakið er mest ætlað fólki við áhuga fyri økinum, íroknað fólk frá umsitingini og vinnunevnd Løgtingsins.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til (ábit og kaffi), so vit frammanundan vita, hvussu nógv koma. Plássið er avmarkað, í mesta lagi 100 fólk kunnu luttaka.

Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi týsdagin 12. mars 2024 klokkan 12:00 við at trýsta á hetta leinkið: FISKIVINNUROYNDIR 2024 - Framløgudagurin | Advent Management.

Við fyrivarni fyri onkrari broyting er hetta skráin:

09.30   Kaffi / skráseting
10.00   Dennis Holm, landsstýrismaður, bjóðar vælkomin
10.15   Símun Grønadal greiðir stutt frá fiskivinnuroyndum
10.20   Innvigingartøl til stovnsmetingar
10.40   Stovnsgull
11.00   Steðgur
11.15   Nebbasild og toskur á innaru leiðum
12.00   Døgurði
13.00   MSC-góðkenning, fleiri fiskasløg
13.20   Hangilínuskipan
13.40   Góðska á uppsjóvarfiski
14.05   Virking av svartkjafti
14.30   Liðugt

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Dennis Holm hevur vitjað grønlendska starvsbróðurin Kim Kielsen

1/3/2024

Comments

 
Picture
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur hesa vikuna vitjað grønlendska starvsbróðurin Kim Kielsen. Eisini varð vitjað á grønlendsku fiskirannsóknarstovuni, Naturinstituttet og fiskiveiðieftirlitinum, GFLK.

Ráðharrarnir eru samdir um týdningin av góðum og støðugum viðurskiftum ímillum Føroyar og Grønland og fegnaðust um, at sínámillum fiskiveiðiavtalan er ment munandi seinnu árini. Sum fiskiveiðitjóðir við smáum búskapum hava londini nógv til felags, og kunnu læra av avbjóðingum og møguleikum hjá hvørjum øðrum. Fyri at tryggja áhaldandi menning av samstarvinum varð avtalað at fara undir at dagføra karmsáttmálan fyri sínámillum fiskiveiði frá 1997.

Á fundinum greiddi Kim Kielsen eisini frá fiskivinnunýskipanini, sum Naalakkersuisut, grønlendska landsstýrið, fer at leggja fyri Inatsisartut, grønlendska tingið, í vár. Somuleiðis greiddi Dennis Holm frá ætlanunum hjá landsstýrinum innan fiskiveiðiøkið.

Dennis Holm, landsstýrismaður, fegnast um góðu viðurskiftini við Grønland á fiskiveiðiøkinum: ”Vit høvdu ein góðan fund, og eru samdir um, at bæði londini fáa nógv burturúr einum tøttum samstarvi, sum vit støðugt skulu menna. Tað verður eisini áhugavert at fylgja orðaskiftinum í grønlendska tinginum í vár um nýskipanina av grønlendsku fiskivinnuni, sum fevnir um viðurskifti, ið eisini eru viðkomandi í føroyskum høpi.”

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.