NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hótta Kina við meira tolli

28/11/2018

Comments

 
Billede
Amerika hóttir nú Kina við at seta enn meiri toll á teirra handilsvørir.

Amerika meinar - at Kina førir ein vandamiklan handilspolitikk og tí vilja teir koyra meiri toll á vørir úr Kina.

Mynduleikarnir úr Kina meina hinvegin, at Amerika ikki dugir, at føra ein handilspolitikk - og tí verður hetta sikkurt ein dystur, sum øll verðin fer at tapa í seinasta enda - har allar handilsvørir einans verða dýrari og dýrari - og ja, dýrari ..!

JáH (y) 29.11.2018

Comments

Arbeiðsloysið í Suðuroy minkað niður í helvt eftir einum ári

28/11/2018

Comments

 
Billede
Arbeiðsloysið í Suðuroy minkaði niður í eina helvt frá septembur í fjør, tá tað var 5,6%, til septembur í ár, tá tað var 2,8%. Lutfalsliga er hetta størsta minkingin samanborið við hini økini í landinum, men hóast munurin er minkaður nógv, er størsta arbeiðsloysið framvegis í Suðuroy, har tað nú er umleið dupult so stórt sum í landinum sum heild, har arbeiðsloysið minkaði úr 2,3 niður í 1,3%. Hesi tølini eru fyri bæði kyn og ikki árstíðarjavnað.

Les meira HER

JáH (y) 28.11.2018
Kelda: Hagstovan


Comments

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Ljósmøðrafelag Føroya

26/11/2018

Comments

 
Billede
​Fyri lítlari løtu síðan skrivaðu partarnir undir semju. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum bjóðaði Ljósmøðrafelag Føroya til fundar í morgun at viðgera ymiskar loysnir, og endaði hetta við, at partarnir fyri løtu síðan undirskrivaðu 3 ára lønarsáttmála.

Talan er um ein 3 ára sáttmála, galdandi frá 1. okt. 2017 til 1. okt. 2020.

1.okt. 2017 hækkar mánaðarlønin 0,6%
1.okt. 2018 hækkar mánaðarlønin 1,2%.
1.okt. 2019 hækkar mánaðarlønin 1,8%.

Hartil eru broytingar í sokallaðari skalagongd, ið gera, at endalønin hjá ljósmøðrum hækkar øll 3 árini.
Samlaða lønarhækkingin er mett at kosta 8,475% samanlagt yvir 3 ár. Harav triðja árið liggur áleið tað sama sum privati arbeiðsmarknaðurin hevur samtykt í undanfarnum sáttmálum.

Eisini fevnir semjan um, at møguligar tímaløntar ljósmøður framyvir fáa eftirløn av løn síni.

Hartil eru aðrar broytingar í sáttmálanum. Eitt nú er ásetingin um ferðaendurgjald til avloysarar strikað. Eisini eru tvey protokollat løgd afturat sáttmálanum, ið viðvíkja komandi samráðingum og dagføring av sáttmála.
​
Fíggjarmálaráðið

Comments

So blivu Klaksvíkingarnir hegnaðir úti

23/11/2018

Comments

 
Billede
Klokkan 11:30 bleiv nógv umtalaða hegni hjá Bakkafrost sett upp á vesturi kaj í Klaksvík og nú er ikki longur møguligt at koyra á kajøkinum.

Bakkafrost sleppur at brúka økið í upp til 22 mánaðar og samgongan í Klaksvíkar Býráð, saman við Kristian Eli Zachariasen, sum arbeiðir hjá Bakkarfrost fingu kroyst sáttmálan við Bakkafrost ígjøgnum fyri afturlætnum hurðum fyrst í november.

Nú er hegni komi upp. Eg havi sagt tað fyrr og eg siga tað aftur nú, “tað ruggar ikki rætt í Klaksvíkar Kommunu”.

Her myndir har hegnið verður sett upp.

SáH
​

Comments

Innflutningurin vaks 5% - útflutningurin minkaði 12%

16/11/2018

Comments

 
Billede
​Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár vóru bæði innflutningur og útflutningur umleið 5,6 mia. kr. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør er innflutningurin vaksin við 270 mió. kr. ella 5%, meðan útflutningurin hinvegin minkaði við 764 mió. kr. ella 12%.

Árini frammanundan hevur verið stórur árligur vøkstur í útflutninginum, frá 2014 til 2015 við 8%, frá 2015 til 2016 við 17% og frá 2016 til 2017 við stívliga 7%.

Í innflutninginum er vøkstur í øllum høvuðsvørubólkum uttan akførum, har tað er ein lítil minking við 2%. Størsti vøksturin bæði í krónum og í prosentum er í brennievni, har vøksturin var 268 mió. kr. ella 38%. Síðani í maskinum og amboðum við 206 mió. kr. ella 34% og í tilfari til byggivinnu við 153 mió. kr. ella 31%, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Les meira HER

JáH (y) 16.11.2018
Kelda: Hagstovan

Comments

Størsti fólkavøkstur í eysturoyarkommunum

12/11/2018

Comments

 
Billede
Fólkatalið var 51.095 tann 1. oktobur. Tað vaks við 824 fólkum ella 1,6% í 12-mánaðar skeiðinum 1. oktobur 2017 – 1. oktobur 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 255 og nettotilflyting á 569. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 7 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 154 størri.

Les meira HER

JáH (y) 12.11.2018
Kelda: Hagstovan

Comments

Reyni Service Stuðlar Krabbameinsfelagnum

8/11/2018

Comments

 
Billede
Var á gátt hjá Reyni Service í dag og enn einaferð fekk man eina góða móttøku og tænastu.

Fekk eitt prát við stjóran Hans Berg Hammer og sjálvandi var tað um bilar. Legði til merkis eitt stórt skeltið, har Reyni Service stuðlar Krabbameinsfelagið og helt hetta vera stak positivt, at ein bilasøla stuðlar einari so góðari søk.

Hetta skrivar Reyni Service um tiltakið á teirra heimasíðu:

Reyni Service stuðlar Krabbameinsfelagnum
– Øll kunnu vera við til at hjálpa, og hetta er okkara íkast til stríðið ímóti krabba. Tað er orsøkin til, at vit eru fariní gongd við hetta Movember-átakið saman við Krabbameinsfelagnum, sigur Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service. Eyðkennið hjá Movember rørsluni er yvirskeggið, sum menn lata vaksa við endamálinum at varpa ljós á prostata-krabba.

– Kvinnur duga ofta væl at savna seg um og sjónliggera krabbasjúkuna, til dømis við ljósareyða ljósunum, sum hevur verið at sæð á fleiri bygningum í oktober, og eisini hevur ljósareyða sloyfan verið nógv nýtt.

– Vit virka í einum umhvørvi, har tað er stórur meiriluti av monnum, bæði tá tað kemur til tey mest biláhugaðu og egin starvsfólk.Og tá okkara virksemi umfatar bilar, mettu vit tað nærliggjandi at geva fleiri bilum yvirskegg. Tað kann tí meiri enn so henda seg, at fólk møta einum av okkara bilum við yvirskeggi í november. Hóast yvirskeggið á bilunum er hugsað sum eitt skemtiligt innslag, so er boðskapurin sera álvarsamur. Endamálið við hesum átakinum er bæði at sjónliggera Movember, men eisini at geva fólki, sum ynskja at keypa ein nýggjan bil, møguleika at stuðla Krabbameinsfelagnum fíggjarliga, sigur Sámal av Reyni.

– Átakið snýr seg í stuttum um, at tey, ið keypa ein nýggjan bil frá Reyni Service í november, eru við til at stuðla Krabbameinsfelagnum við 5.000 krónum. Hendan upphæddin verður beinleiðis stílað til Krabbameinsfelagið vegna keyparan, ella dulnevnt um keyparin ynskir tað. Hvussu væl eydnað átakið verður, er sostatt upp til møguligar keyparar, men vit vóna, at átakið verður væl móttikið.

Hvat peningurin verður nýttur til, lata vit Krabbameinsfelagið gera av. Tey eru betur før fyri at meta um, hvar tørvurin er størstur, tað veri seg til gransking, fyribyrging ella stuðul til onkran, sum er raktur av krabba, sigur Sámal av Reyni.

Lýsingarátakið er galdandi allan november mánað og umfatar allar nýggjar bilar, sum Reyni Service selur í november – eisini um bilurin ikki er á goymslu, og tí verður handaður eftir Movember.

Billede
Comments

818 milliónir útgoldnar í lønum í oktober

8/11/2018

Comments

 
Billede
​Tølini fyri lønargjaldingarnar fyri oktober eru nú tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn, vinnugrein og bústaðarøki hjá løntakarum.

Í oktober vóru 818 milliónir útgoldnar í løn. 

Les meira HER

JáH (y) 08.11.2018
Kelda: Hagstovan

Comments
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.