NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Kunngerð um fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2024

28/12/2023

Comments

 
Picture
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú lýst kunngerð um fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2024.

Eftir kunngerðini fær heimaflotin færri fiskidagar í 2024, enn í ár. Fiskidagatalið hjá línuskipum, trolbátum og útróðrarbátum er minkað við 20 prosentum. Hjá trolarunum er dagatalið skorið við 10 prosentum.

Sambært Sjófeingislógin ásetir landsstýrismaðurin fiskidagatalið eftir eini umsitingarætlan. Bulurin í umsitingarætlanini er veiðireglan, ið sigur, hvussu fiskidagatalið skal stillast, alt eftir hvussu stovnarnir av toski, hýsu og upsa eru fyri, og hvussu nógv vit fiska av stovninum (veiðilutfallið).

Umsitingarætlan skal eftirmetast triðja hvørt ár.

Umsitingarætlanin er endurskoðað í vetur, so hon betri leggur upp fyri, at toskastovnurin á landgrunninum er illa fyri. Broytingin ber í sær, at veiðireglan nú er í tveimum: Ein langtíðarveiðiregla og ein endurbyggingarætlan.

Veiðireglan er broytt soleiðis, at eitt nýtt niðara vandamark er sett inn afturat fyri gýtingarstovnarnar. Um ein ella fleiri av gýtingarstovnunum eru mettir at vera niðan fyri hetta vandamarkið, skulu serlig verjutiltøk setast í verk, og dagatalið skerjast við meiri enn teimum fimm prosentunum, sum eru í langtíðarveiðiregluni.

Endurbyggingarætlanin er í fyrstu atløgu bert galdandi fyri 2024 og skal endurskoðast, áðrenn fiskidagar verða ásettir fyri fiskiárið 2025.

Við støði í endurskoðaðu veiðiregluni, tilmælunum frá Havstovuni og ringu støðuni hjá toskinum á landgrunninum, hevur landsstýrismaðurin gjørt av, at í 2024 verða fiskidagarnir hjá bólki 3-5 skerdir við 20 prosentum og fiskidagarnir hjá bólki 2 við 10 prosentum.

Ein onnur broyting er reglan um umbýti av fiskidøgum millum innaru og ytru fiskidagaleið. Fiskidagar, sum eru ásettir til fiskiskap á innaru fiskidagaleið, kunnu nú býtast um til fiskiskap á ytru fiskidagaleið við lutfallinum 1:2. Tað hevur verið 1:3. Endamálið er at verja fiskasløg á djúpum vatni – eitt nú longustovnin, sum er mettur at vera sera illa fyri.

Umframt at skerja fiskidagatalið, staðfestir Havstovan, at neyðugt er at seta onnur átøk í verk fyri at verja toskastovnin á føroyska landgrunninum. Gýtingarfriðingarnar eiga at leingjast, økir við smáfiski eiga at steingjast fyri vinnuliga veiðu, og hjáveiðan av toski hjá teimum ymsu skipabólkunum eigur at minkast. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið arbeiðir við at fyrireika uppskot, sum seta í verk hesar broytingar fyrst í nýggja árinum.

”Støðan í toskastovninum hevur ongantíð áður verið so vánalig. Serlig átøk mugu tí setast í verk beinanvegin. Eg havi gjørt av, at tilmælini frá Havstovuni skulu fylgjast, so støðan í stovninum kann fáast aftur á beint. Átøkini fara at merkjast í vinnuni, men vónin er, at við munagóðum tiltøkum fáa vit aftur botnfiskastovnar undir Føroyum, sum eru á tí støði, sum teir eiga at vera,” sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

​Skipsatstøðaraútbúgvingin á Sjónám

23/12/2023

Comments

 
Picture
Tíðindaskriv!!
Skipsatstøðaraútbúgvingin á Sjónám varð fyri nøkrum árum síðani broytt til eina samanhangandi útbúgving á eitt skúlaár, tó framvegis skipað við grundskeið smb kunngerð nr. 88 frá 4. august 2014 og endaskeið smb kunngerð nr. 121 frá 11. november 2015 um útbúgving til skipsatstøðara, løgd á ávíkavist heyst og várhálvu á hvørjum ári.

Tey ið hava tikið grundskeið av útbúgvingini ella verið á sjófartsskúla ella skúlaskipi uttanlands, kunnu søkja beinleiðis á seinna semestrið við byrjan 29.januar - til fulltiknan skipsatstøðara.

Sjófólk við hollum royndum kunnu sambært løgtingslóg um førleikameting (no. 67 frá 15. mai 2014) søkja um førleikameting fyri eitt nú fyrra partin av útbúgvingini. Førleikamettir umsøkjarar hava tí møguleika at byrja beinleiðis á seinna part av útbúgvingini.

Fyri sjófólk við drúgvum royndum á sjógvi og dugnaskaparroynd sum motorpassari ber umframt til at søkja at fáa førleikamett endaskeið ella partar av hesum.

Umsóknir um upptøku ella førleikameting til skipsatstøðara og spurningar hesum viðvíkjandi kunnu sendast til [email protected] ella tit kunnu taka samband við okkum á tlf 665888

Freistin at søkja upptøku og førleikameting til endaskeið er 20.januar.

Sjónam

Comments

​Føroyar og Ísland hava gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2024

20/12/2023

Comments

 
Picture
Føroyar og Ísland hittust til samráðingar um eina sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2024 í Reykjavík 27. og 28. november 2023. Talan varð um fyrsta fund av sínum slagi á embætisstigi.

Fiskiveiði­samráðingarnar millum Føroyar og Ísland hava higartil verið á politiskum stigi, men Føroyar og Ísland skrivaðu í 2022 undir ein rammusáttmála, sum skipar fiskiveiðisamstarvið millum londini av nýggjum. Við nýggja sáttmálanum, sum kom í gildi í 2023, eru samráðingarnar landanna millum á embætismannastigi.

Av tí, at talan var um fyrsta fund av sínum slagi, har eisini nýggjur avtalutekstur skuldi orðast, komu samráðingarnar ikki endaliga á mál á fundinum í Reykjavík. Samskift hevur verið millum partarnar, og varð semja fyri 2024 gjørd á talgildum fundi 20. desember.

Hóast tillagingar í samráðingarformi og í avtaluteksti er avtalan fyri 2024 í innihaldi tann sama sum avtalan fyri 2023.

Føroysk skip kunnu eins og árini frammanundan fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi og íslendsk skip uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan eins og áður verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5% av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.

Atgongdin at fiska sínar kvotur av svartkjafti og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Hetta merkir, at londini kunnu fiska hesar kvotur í síni heild inni hvør hjá øðrum. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum; hetta er eisini óbroytt í mun til undanfarin ár.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

​Semja er gjørd við Fysioterapeutfelag Føroya og Ergoterapeutfelagið

15/12/2023

Comments

 
Picture
​Semja er gjørd millum Fysioterapeutfelag Føroya og Ergoterapeutfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.

Semjan byggir á ein karm, sum fyrst árið er 3,5%, næsta árið er 4,2% og síðsta árið er 4,75%.

Nakrar broytingar eru gjørdar í sáttmálanum og semjan kann lesast her.

Fíggjarmálaráðið

Comments

​Vinnu- og havnarøkið í Norðhavnini verður nú ruddað

15/12/2023

Comments

 
Picture
Í hesum sambandi heitir Klaksvíkar Havn á øll, sum eiga tilfar á økinum, um at venda sær til Klaksvíkar Havn, í seinasta lagi 31. januar 2024, á tlf. 455081/215081 ella senda teldubræv til: [email protected].

Tilfar, tað veri seg akfør, viðfestivognar, bátavognar, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn ella annað, sum ikki er fráboðað áðrenn 31. januar 2024, verður burturflutt uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Semja um fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Noreg fyri 2024

13/12/2023

Comments

 
Picture
Føroyar og Noreg hava 12. desember gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2024.

Samráðingarnar vóru merktar av, at heildarkvoturnar av toski og hýsu í Barentshavinum lækka komandi ár. Tí varð ein niðurskurður gjørdur í kvotunum, sum londini lata hvørjum øðrum.

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2024 vera 4.345 tons av toski og 980 tons av hýsu, sum er ein lækking á góð 12%. Kvoturnar av upsa og øðrum fiskasløgum vera eins og í 2023 ávikavist 500 tons og 400 tons.

Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2024 vera eisini broyttar. Kvotan av longu og blálongu lækkar við 400 tonsum til 2.600 tons, og kvotan av brosmu verður 1.300 tons, sum er 200 tons lægri enn í 2023. Kvotan av øðrum fiskasløgum lækkar eisini við 200 tonsum – úr 800 tonsum niður á 600 tons. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, verður óbroytt 6.600 tons.

Umframt kvoturnar frá Noreg kunnu føroysk skip eisini fiska tosk og hýsu í norskum sjógvi, sum eru fingin til vega í sínámillum fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland. Føroyar kunnu samanlagt flyta 6.700 tons av botnfiskakvotuni í Russlandi í norskan sjógv at fiska, sum er ein øking á 450 tons í mun til í 2023. Afturfyri verður norska atgongdin at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2024 53.600 tons. Hendan atgongdin var 50.000 tons í 2023.

Føroyar vóru vertir fyri samráðingunum hesaferð, og vóru samráðingarnar hildnar í Tórshavn.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

​Yvirlit yvir ognarviðurskiftini í fiskivinnuni

12/12/2023

Comments

 
Picture
​Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur saman við VØRN gjørt eitt yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum pr. oktober 2023. Harumframt fevnir yvirlitið um, hvussu avreiðingarvirðið í 2022 var býtt millum samtøk, feløg ella einstaklingar. Yvirlitið fer síðani at verða dagført á hvørjum ári.

Endamálið er at tryggja gjøgnumskygni um, hvør eigur fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu avreiðingarvirðið er býtt. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, fegnast um, at komið er á mál við arbeiðinum og sigur: “Við tað, at ein avmarkaður skari av fiskiførum hevur brúksrættindini til okkara felags tilfeingi til láns, so er tað eisini í almennum áhuga, at borgarar og onnur á ein einklan hátt kunnu fáa yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska flotanum.”

Útgávan “Ognarviðurskifti í fiskivinnuni” kann síggjast á heimasíðuni hjá VØRN www.vorn.fo.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

​Batch nr. 15 kemur í sølubúðirnar hjá Rúsuni 15. desember.

11/12/2023

Comments

 
Picture
​Sigfríður Venned – Master Distiller og Sebastian Eriksen – Warehouse Manager & Blender, vísa stoltir fram ta nýggjastu framleiðsluna hjá Einar’s Distillery.

Einar’s Distillery

Comments

​Tá politikarar hvørki lurta ella hugsa

9/12/2023

Comments

 
Picture
Politikarar skulu ikki vita ella skilja alt. Men tíma teir at lurta, so skilja teir eitt paradox.

Teir sum skilja tað frægast, tíma ikki at brúka politiskan kapital uppá tað. Tað er tíverri skilagott av teimum. Ongin kann siga teir ringar fyri, ikki at brúka tíð uppá tað, sum hini ikki vilja.

Tað er býtt at spyrja: Hví skal sjómaðurin, Eivind ella onkur annar vita betri enn Havstovan?

Skilabetri er at spyrja: Hvussu roynist ráðgevingin hjá Havstovuni? Tað svarið er, at hon roynist rættuliga illa og at lítið og onki samsvar er millum tað Havstovan sigur og tað sum vísindalig data, siga okkum nøkur ár seinni.

Tann skilagóða niðurstøðan er tá: Vit hava brúkt sama leist í 60 ár, uttan úrslit. Niðurstøðan er ein staðfesting sum sigur, at Havstovan ikki veit. Tí er tað ikki ein spurningur um onkur veit meira, minni ella tað sama sum Havstovan.

Nærliggjandi er tá at hugsa, at tíðin er komin, at leita eftir øðrum leisti.

Tað er undarligt, at áhugin er so lítil, tá øll eru samd um, at vit mangla 30.000 tons av toski og eina milliard í pengum.

Staðfestast kann, at føroyskir politikarar lurta eftir tí, teir ynskja sannleikan at verða. Heldur ikki brúka teir neyðuga tíð at seta seg inn í málið. Gjørdu teir tað, so høvdu teir skjótt sæð, at tað eru nógv paradox í fiskifrøðini.

Afturgongdin í uppsjóvarvinnuni er byrja og heldur áfram komandi 15-30 árini sigur søgan okkum. Nattúran avgreiðir málið skjótt og effektivt. Í staðin fyri at brúka tíð uppá at leggja fótonglar fyri uppsjóvarvinnuna kundi Løgtingi brúkt tíð uppá heimaflotan.

Havi hoyrt fleiri, eisini Løgtingslimir, nevna góðu gongdina í Íslandi. Í Íslandi gekk niðureftir við toskaveiðuni frá 1955 til 2007. Frá 545.000 tons til 147.000 tons í 2007/08. Síðan gekk uppeftir frá 147.000 til 272.000 tons. Nú hevur afturgongd verið í fleiri ár og veiðan er 208.000 tons.

Biomassin í Íslandi er í dag líka stórur sum tá teir fiskaðu 465.000 tons.

Við hesum upplýsingum, eigur alarmurin hjá lesarum og politikarum at ringja! Men ger hann tað?

Í staðin brúka politikarar nógva tíð uppá at umrøða, at føroyingar ikki skulu fáa jólahjálp frá útlendingum, tó at felagskassin tekur tað, sum skuldi verið til mat, í hækkandi avgjøldum og skattalætta til tey ríku. Restina av tíðini brúka teir at klandrast um staðseting av einum gávu-skannara, sum stórur tørvur er á, men sum Løgtingi ikki megnar at finna fígging til.

Skilagóð raðfesting av tíð, hevði verið, at brúkt tíð uppá støðuna á landgrunninum. Øll eru samd um, at har er ein milliard til samfelagið og fleiri 100 mió. til landskassan, sum gjørdu skannaran til ein formalitet og burturbeindu bæði tørvin á jólahjálp og undirskot landskassans.

Eins og fiskifrøðin í Danmark og aðrastaðni segði, so sigur okkara, at tað blívur betri. Nú er ólógligt at fara á seiðaberg í Danmark. Um fá ár verður tað sama galdandi her.

Vitanin er har. Vit kunnu gera tað betri. Tann sum leitar, hann finnur.

Eivind Jacobsen
“Granskari”

Comments

Sínámillum fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Russland fyri 2024

8/12/2023

Comments

 
Picture
Føroyar og Russland hava í dag gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2024. Talan var um talgildan fund.

Úrslitið av samráðingunum er, at føroysku kvoturnar av toski og hýsu í russiska partinum av Barentshavinum eru lækkaðar samsvarandi umsitingarætlanini fyri stovnarnar. Hetta merkir, at toskakvotan minkar við 20% og hýsukvotan við 18%. Føroyska kvotan av flatfiski og rækjukvotan verða óbroyttar.

Í føroyskum sjógvi lækka russisku kvoturnar av makreli og sild í tráð við lækkingarnar, sum ICES hevur mælt til fyri 2024. Talan er um 23,7% lækking fyri norðhavssild og 5,5% lækking fyri makrel. Svartkjafturin hækkar við 3.000 tonsum, sum er ein nakað lægri hækking enn tilmælini frá ICES um svartkjaftastovnin.

Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2024 verða hesar: Toskur 9.766 tons, hýsa 1.047 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons.

Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2024 verða hesar: Svartkjaftur 75.000 tons, makrelur 12.291 tons og sild 6.485, íroknað møguliga hjáveiðu.

Russisk skip fáa í 2024 atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 55.618 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi.

Russisk skip hava í 2024 ikki atgongd at fiska í Serøkinum hjá Føroyum og Bretlandi.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments
<<Previous
    Billede
    Picture

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.