NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Broyting í ferðaætlanini hjá Prince í dag

25/9/2019

Comments

 
Billede


Fyri veður, vera ætlaðu fráferðirnar hjá Prince, av Krambatanga kl.15:30 og av Havnini kl. 19:00 ikki sigldar. Broytingin er galdandi tann 26.09.2019

Kelda: ssl.fo

Mynd: Strandferðslan

SáH

Comments

Norðoya Sparikassi 100 ár í dag

24/9/2019

Comments

 
Billede
Norðoya Portalurin og News.fo vóru á gátt hjá Norðoya Sparikassa í morgun, nú Sparikassin fyllur 100 ár í dag.

Starvsfólkini vóru sera blíð og var man vístir runt í hvønn krók í Sparikassanum og aftaná fekk man kaffi og lekrar kakur.

Stjórin skar tað fyrsta stykkið og var tað Ásla sum fekk æruna at smakka og so bleiv tað mín túrur og væl smakkaði.

Eitt sum var sera stuttligt fyri mítt viðkomandi og tað var at langabbi mín Karl Andreasen var ein av stovnarnum av Norðoya Sparikassa í 1919 og ímeðan vit Marne Mortensen, Jóhan Lutzen og eg hyggja eftir teimum 40 nøvnunum, so síggja vit eisini navnið A. C. Lutzen og tað er pápi til Elinbog Lutzen, sum seinni í dag verður reist ein standmynd av.

Hetta visti Jóhan Lutzen slett ikki av og man A. C. Lutzen ikki vera langabbi stjóran á Norðlýsinum, so betur gávu kundi pápin A. C. Lutzen ikki fingið frá Norðoya Sparikassa, at sama dag, sum hansara Sparikassi fyllur 100 ár, verður reistur ein minnisvarið av dóttrini omanfyri Faktorshúsinum ella Lutzen húsini, sum tað eisini verður kallaði. Norðoya Sparikassai saman við mongum øðrum hevur verið við til at stuðla standmyndini.

Norðoya Portalurin og News.fo ynskja Norðoya Sparikassa hjartaliga tillukku við 100 ára degnum.

Her nakrar myndir tiknar í morgun.

​

Comments

Bragd bestir í dag. Teir høvdu 13.000 pund

20/9/2019

Comments

 
Billede
​Bragd, sum kom aftur á miðdegi, vóru bestir av útróðrabátinum í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar og høvdu heili 13.000 pund.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 13.120 pund, tað mesta var toskur og hýsa. 7.000 pund tosk, 5.900 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH
​
BRAGD – (KG 642) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 20-09-2019 13.120 pund

Comments

Sp/F Undir Klakki keypt nýtt línuskip úr Norra

19/9/2019

Comments

 
Billede
Sp/F Undir Klakki hevur Í dag undirskrivað endaliga sáttmála um keyp av línuskipið ”Geir II” úr Noregi.

Geir II kemur í flotan fyri verandi Klakk. Nýggi Klakkur, sum er bygdur í 2010, er eitt av mest framkomnu línuskipum í heiminum.

Skipið er 51,3 metrar til longdar, og 12,4 metrar breitt. Nýggi Klakkur lastar 370 tons, harav 340 er á plattum. Skipið hevur ”Moon Pool”.

Tað vil siga, at línan verður drigin upp gjøgnum botnin, mitt inni í skipinum. Skipið hevur møguleika at heilfrysta fisk, og eisini hevur hann flakafabrikk.

Eisini eru best hugsandi umstøður til manningina. Teir hava hvør sítt kamar við egnum bað og wc, og eisini eru ymsir hentleikar umborð, ið kunnu nýtast tá fríløtur eru.

Nýggi Klakkur verður yvirtikin 2.januar 2020.

Norðoya Portalurin og News.fo ynskir tykkum øllum stórt tillukku.

Kelda: M/S Klakkur

Sp/F Undir Klakki hevur Í dag undirskrivað endaliga sáttmála um keyp av línuskipið ”Geir II” úr Noregi.

Geir II kemur í flotan fyri verandi Klakk. Nýggi Klakkur, sum er bygdur í 2010, er eitt av mest framkomnu línuskipum í heiminum.

Skipið er 51,3 metrar til longdar, og 12,4 metrar breitt. Nýggi Klakkur lastar 370 tons, harav 340 er á plattum. Skipið hevur ”Moon Pool”.

Tað vil siga, at línan verður drigin upp gjøgnum botnin, mitt inni í skipinum. Skipið hevur møguleika at heilfrysta fisk, og eisini hevur hann flakafabrikk.

Eisini eru best hugsandi umstøður til manningina. Teir hava hvør sítt kamar við egnum bað og wc, og eisini eru ymsir hentleikar umborð, ið kunnu nýtast tá fríløtur eru.

Nýggi Klakkur verður yvirtikin 2.januar 2020.

Norðoya Portalurin og News.fo ynskir tykkum øllum stórt tillukku.

Kelda: M/S Klakkur

Comments

Norðoya Sparikassi 100 ár

18/9/2019

Comments

 
Billede
Týsdagin 24. september 2019 verður Norðoya Sparikassi 100 ár.

Í hesum sambandi bjóða vit tær vælkomin til eina rundsýning á høvuðsdeildini í Klaksvík.

Eisini bjóða vit kaffi og okkurt gott afturvið á øllum deildum okkara hendan dagin frá kl. 9:30 til 16:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hátíðarhald verður leygardagin 28. september 2019
Stórt hátíðarhald verður fyri bæði vaksin og børn í KÍ-Høllini og Badmintonhøllini leygardagin 28. september 2019 frá kl. 14:00 til 18:00. Skráin verður lýst seinni.

Norðoya Sparikassi

Comments

Besøg Sólruns Færøerne

15/9/2019

Comments

 
Billede
Danmarks tidligere førstedame, Sólrun Løkke Rasmussen, ved om nogen hvad Færøerne og færingerne har at vise frem; derfor har Sólrun sammen med Make Travel sammensat denne helt unikke tur til dig, som ønsker at opleve vores fantastiske øer og vores hjertevarme indbyggere.

Du bliver en del af en lille intim rejsegruppe med Sólrun som værtinde under hele opholdet. Tættere på Færøerne kommer du ikke.

Flere informationer, klikk her ​"Besøg Sólruns Færøerne"

Comments

Góðkenning til útfylling til Ídnaðarøki á Borðoyarvík

12/9/2019

Comments

 
Billede
Umhvørvisgóðkenningin fevnir um ætlanina hjá Klaksvíkar kommuna at gera eitt ídnaðarøki suður frá bátahylinum á Borðoyarvík. Arbeiðið fevnir um at gera eitt øki byggibúgvið við at spreingja niðan í lendið, og at brúka ein part av grótinum til at breiðka øki við at fylla grót út á sjógv, í mesta lagi 36 metur út frá landi í sjóvarmálanum.

Klaksvíkar kommuna er varug við, at nakað av plasti er uppi í grótinum, men hevur ikki gjørt nakra meting av, hvussu nógv. Kommunan ætlar at leggja flotverju út til tess at fora fyri, at plast frá grótinum rekur burtur frá fyllingini.

Búlendislýsing er gjørd av botninum, sum verður lagdur undir grót. Fjølbroytnið var stórt, men eingi sjáldsom ella hótt dýr vórðu staðfest. Mett varð, at rekreativa virðið er sera avmarkað.

Í málsviðgerðini er dentur lagdur á, at Klaksvíkar kommuna leggur virksemið til rættis soleiðis, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt, at avmarka útlát av plasti so nógv sum gjørligt, at avmarka ampar av óljóði og ristingum so nógv sum gjørligt og at avmarka útlát av dálkandi evnum, evju og dusti.

Henda góðkenning er gjørt við heimild í §§28 og 29 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd.

Góðkenningina finnur tú her
Almennu lýsingina um umhvørvisgóðkenningina finnur tú her. Har finnur tú eisini kæruvegleiðingina.

Kelda: Umhvørvisstovan

SáH

Comments

Eva Elttør stórtrívist í handlinum hjá EL-In

10/9/2019

Comments

 
Billede
​Eva Elttør stórtrívist í handlinum hjá EL-In

Eva Elttør er partur av Ung í Arbeiði (UÍA). Hon arbeiðir 2-3 dagar um vikuna hjá EL-IN, og hetta arbeiðið dámar henni sera væl.

Eva greiður frá, at hon fyrr hevur arbeitt í matvøruhandli, men nú møguleikin var at royna okkurt annað gjøgnum UÍA, tók hon av.

– Eg vildi royna okkurt øðrvísi og mennandi. Eg hugdi eftir myndum av handlinum og gjørdi av at søkja, sigur Eva.

Spurd um hvat hon ynskir at fáa burturúr, at vera ein partur av UIA, sigur Eva, at hon vil gjarna blíva betri til at arbeiða við fólki og tosa við kundar, og um møguleiki er halda áfram, eftir at hava arbeitt teir 140 tímarnir, so er hon eisini spent uppá tann møguleikan, sigur hon.

Ung í Arbeiði er sum kunnugt skipað gjøgnum nýggja starvsportalin, www.uia.fo, sum ger tað møguligt hjá ungum at finna sær viðkomandi starv, ið tey sjálvi eru við til at velja. Tann ungi arbeiðstakarin er tí eisini við at leggja sítt egna arbeiði til rættis.

Eva greiðir frá, at í summarfrítíðini arbeitti hon nógv, men eftir at skúlin er byrjaður aftur, arbeiður hon nakrar tímar, eini 2-3 dagar um vikuna. Henni dámar best, at ráðgeva og tosa við kundan, í mun til í einum matvøruhandli, har ein skal skunda sær fáa vørurnar ígjøgnum kassan.

– Mær dámar best at tosa við kundar og hjálpa teimum við onkrum. Tað kann gott verða avbjóðandi, tí tað er ikki altíð, at eg kenni vøruna ella fái svarað, tá kundar spyrja, men tá spyrji eg bara Edith, sum er mín kontaktpersónur í EL-IN.

Eva dámar væl og stórtrívist í handlinum hjá EL-IN, men hon ivast í, um hon hevði vilja lært til sølufólk.

– Mær dámar væl at arbeiða í handli, men eg hugsi at læra til arkitekt ella bakara – tað er púra hvør sítt, so hvør veit hvat tað endar við, sigur Eva at enda.

EL-IN HEVUR GOTT SAMSTARV VIÐ UNG Í ARBREIÐI
EL-IN hevur havt góðar royndir av UIA verkætlanini. Eitt nú hevur Maria Biskupstø, ið var partur av Ung í Arbeiðið í 2018, júst fingið fast starv í handlinum, og stjórin í EL-IN hevur frá byrjan tikið væl ímóti samstarvinum við UÍA.

– Vit mettu, at verkætlanin við UÍA er var so spennandi, at vit vildu gjarna luttaka. Áðrenn var UÍA einans í kommunala virksøkinum, og tá kundi tað draga seg meira um pengarnir, enn um arbeiðið, ið tey ungu lærdu, tí ynsktu vit at vera við, soleiðis at tey kunnu fáa eina góða uppliving frá teirra fyrsta veruliga arbeiði, sigur Hilmar Danielsen, stjóri í EL-IN.
Hann leggur aftuat, at ein fyrimunur er eisini, at fyritøkan og tann ungi saman kunnu finna útav, um tey eru eitt gott ‘match’, og harvið kundi møguleiki verið fyri, at tann ungi kundi at hildið áfram, tá ið verkætlanin er liðug, sigur hann.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

​Stakkavík góðan túr í nátt, heilið 10.600 pund

10/9/2019

Comments

 
Billede
Stakkavík, sum kom aftur beint áðrenn døgurða hevði heilið 10.600 pund á 35 stampum, tað mesta var toskur 8.000 pund og restin var hýsa.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til NFCS.

Stakkavík royndu við línu norðan fyri Føroyar og við vóru tríggir mans.

SáH

Comments

Norrøna: Eitt satt matupplivisið í Simmer Dim

8/9/2019

Comments

 
Billede
Tað ljóðaði í hátalarnum, at Simmer Dim hevði tilboð uppá smyrjubreyð í millum 12:00 – 14:00, so eg tonki, kanska eitt hugskot hjá News.fo og Norðoya Portalin at royna, nú eg var á veg til Danmarkar.

Komin inn í Simmer Dim, møtti eg einari vælupplagdari kvinnu, sum gav mær eitt borð og forkláraði mær matarskránna. Tey viðmæla 2-3 stykkir per fólk á matarskránni, so eg tonki, lat meg royna 2 stykkir, tað blivu hesu bæði:

Hin Káti Gríusrin við Sellari & Rabarbu
The happy Pig with Celery & Rhubarbs/Das glucklichen Schwein mit Sellerie & Rhabarber.

Epli við lambi & Bjarnarleyki
Potatoes with fena lamba & ram onions/Dartoffeln mit Lamm & Barlauch.

Gekk ein løta, so kom kokkurin og spurdi hvussu tað smakkaði og eg gav honum eitt stórt rós fyri matupplivilsi og eg vil gjarna viðmæla føroyingum, at fara og royna smyrjubreyðini í Simmer Dim um tey fara ein túr við Norrønu, tit vera ikki ónøgd. Píl upp frá News.fo og Norðoya Portalinum til Norrønu.

Her nakrar myndir tiknar við I-Phone, so tær kundi gott verið betri.

SáH

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.