NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Atlantic Airways byggir Hilton-hotell í Havn

27/9/2018

Comments

 
Billede
​Nýggja hotellið, sum Atlantic Airways fer at reka við Staravegin í Havn, verður eitt Hilton Garden Inn hotell, og stjóri á Hilton í Føroyum verður Martin Restorff.

Hilton Garden Inn Faroe Islands verður navnið á nýggja fýra stjørnu hotellinum, sum Atlantic Airways fer at reka við Staravegin í Havn.

Hotellið verður sostatt partur av heimsumfatandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 100 milliónir fólk í sínum kundanetverki, og sum kann draga kundar til Føroyar úr m.a. Asia og USA, har Hilton-ketan er serliga sterk.

Stjóri á nýggja hotellinum verður Martin Restorff, sum hevur drúgvar royndir frá hotell-virksemi bæði í Føroyum og uttanlands.

- Hilton-navnið gevur okkum atgongd til ein umfatandi og spennandi kundaskara, sum vit kunnu selja til alt árið. Føroyar verða við hesum settar á Hilton-heimskortið og saman við tí marknaðarføring, sum longu er og verður gjørd á ferðavinnuøkinum, er hetta ein framúr góður grundvøllur undir nýggja hotellinum, sigur Martin Restorff, sum í næstum setur seg í stjórasessin á Hilton Garden Inn Faroe Islands.

BilledeFrá vinstru: Jóhanna á Bergi, Martin Restorff og Niels Mortensen
​Hilton-hotellið

Hilton Garden Inn er tann parturin av Hilton-ketuni, ið hóskar seg sera væl til ferðafólk, sum í stóran mun vilja hava virknar frítíðarferðir við náttúruupplivingum. Harumframt hóskar hotellið avbera væl til vinnuferðavinnu økið.

130 stór kømur verða á Hilton Garden Inn Faroe Islands, og tænastur og umstøður liva upp til høga støði hjá altjóða Hilton hotellketuni.

- Vit skulu áhaldandi stremba eftir at geva kundanum tað besta av tí besta, tá talan er um tænastustigið, sigur Martin Restorff.

Hilton Garden Inn Faroe Islands verður byggilistarliga lagað eftir umhvørvinum, og tað verður bygt sambært øllum nútíðar byggireglum og orkukrøvum. Hotellið hevur við sær nýggj arbeiðspláss, og talan verður um eitt snøgt og tíðarhóskandi hotell.

Restorff-stjórin

Stjórin á Hilton Garden Inn Faroe Islands hevur fingist við hotell- og tænastuvirksemi, síðani hann dugdi at ganga. Sigast kann, at Martin Restorff hevur hotell-virksemi í blóðinum. Hann er triðja ættarlið av teimum, sum í síni tíð stovnaðu og róku Hotell Hafnia við Áarvegin í Havn.

- Tú kanst siga, at eg eri vaksin upp á Hafnia, har eg gekk í fótasporunum hjá pápa, pápabeiggja og abba mínum – Johan, MC og Christian-abba. Eg tori at siga, at vit settu altíð kundan í miðdepilin, og hetta ætli eg mær at grunda mítt nýggja starv á, sigur Martin Restorff.

Umframt royndirnar frá hotell-virksemi í Føroyum bæði innan mat, vín og tænastur, hevur Martin Restorff eisini royndir uttanlands frá Radisson SAS Royal í Keypmannahavn. Harumframt hevur hann eitt stórt netverk innan hotell-vinnuna uttanlands.

Seinastu 10 árini hevur Martin Restorff starvast í Eik Banka og Betri-samstakinum, har hann hevur havt leiðandi starv innan tænastuøkið.

JáH (y) 28.09.2018
Kelda: Atlantic Airways

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.