Men tað ber eisini til at mála krúss og lampur við talvulakki. Síðani kanst tú tekna við kriti á krússið ella lampuna, og á tann hátt seta tín egna dám á lutirnar.
Vilt tú hava kritið av aftur, er bara at turka við einum vátum lappa, sum er væl vundin.
Í Byggibúðini hjá Bygma Balslev hava vit talvulakk til endamálið. Spyr starvsfólk okkara, sum fegin vegleiða teg í hvussu nógv tú skalt brúka, og hvør pensil er góður til júst hesa máling.