NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Fiskivinnunýskipanaruppskotið

2/7/2017

Comments

 
Billede
At loysa veiðiloyvini frá stálinum er eftir míni meting størsta katastrofan við nýggja fiskivinnuuppskotinum. Tað verður nógv ótryggari fyri okkara limir.
Við verandi skipan hoyrir manningin til eitt ávíst skip/stál. Tað skipið hevur eina kvotu/fiskidagar, sum tað skipið sleppur at fiska. 

Við nýggja uppskotinum vita manningarnar ongantíð um teirra skip/stál fær nakað at fiska. Tí nú verður lagt upp til, at reiðaríið fær nøkur rættindir, og so er tað upp til reiðaríið um tað brúkar 1 ella kanska 10 skip at fiska fiskin við og ikki sum nú, at skipið sum manningin er við, fær hesi rættindi.

Tað koma heilt sikkurt eisini nýggir aktørar, sum bert eru stráðmenn fyri útlendingar. Á pelagiska økinum hava verið nakrir fáir nýggir aktørar seinastu árini. Teir hava skapt trupulleikar viðvíkjandi sáttmálaviðurskiftunum. 
Tað verður neyvan betur í framtíðini við fleiri nýggjum aktørum, sum ikki vilja ella ikki hava ráð at gjalda tað røttu lønina.

Uppboðssølan av fiskirættindum er heldur ikki gott fyri okkara limir, tað at okkara arbeiðspláss verður selt á uppboðssølu kunnu vit slett ikki góðtaka.

Antitrustreglur
Sjálvandi hevði tað ikki verið gott um tað bert var ein aktørur í Føroyum. Men alt við máta. Hví skal man petta alt sundur í lortamolar, man má hava hampuliga stór og sterk reiðaríðir. Tað hava vit sæð tey seinastu árini er tað skilabesta, so har mugu mørkini ikki verða ov lág.

Fiskidagar/kvotur
Tankin við at seta kvotur á føroyaleiðina, ístaðin fyri fiskidagar, so fiskifrøðingar betur kunnu stýra stovninum, er góður. Men tað riggar bara slett ikki í praksis. 
Allir fiskimenn vita, at tað blívur nógv meira fiskað enn kvoturnar eru ásettar til. Kanska heilt upp í tað dupulta. 
Hvat er tá vunnið, jú, vit fáa nakrar nøgdar fiskifrøðingar.

Longdin á veiðiloyvinum má sjálvandi verða so long, at tað ber til at byggja eitt nýtt skip og gjalda tað aftur innanfyri veiðiloyvisperioduna, annars kemur einki nýtt skip aftur, so einfalt er tað bara.

Sum heild - haldi eg, at Fiskivinnunýskipanaruppskotið hevur nøkur góð ting uppi í. Men har eru alt ov nógv kollveltandi viðurskifti, sum ikki eru góð fyri nakran. Tí kann hatta slett ikki brúkast og skuldi verið tikið aftur. 

Tað einasta rætta hevði verið, at longt verandi skipan í minst 1 ár. Og so brúkt tað árið til at finna eina semju um eitt heilt nýtt fiskivinnuuppskot, sum líkist verandi skipan, við onkrum broytingum, har allir flokkar á tingi eru við og sum Reiðarafelagið og manningarfeløgini eisini kunnu liva við.

Annfinn Fagraklett
Nevndarlimur í 
Føroya Skipara og Navigatørfelag

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly