Páll Nielsen, advokatur, sigur, at avgerðin at flyta virksemið til SÓKN Advokatar, byggir á ynski um at framtíðartryggja tænastuna hjá viðskiftafólkunum.
– Eg havi fylgt væl við gongdini hjá SÓKN Advokatum síðan tey byrjaðu. Hetta er ein fyritøka við yngri og sera dugnaligum kreftum. Hetta tryggjar mínum viðskiftafólkum støðuga og professionella tænastu.
SÓKN Advokatar fegnast somuleiðis um at hava fingið ein sera royndan og dugnaligan advokat í fyritøkuna.
– Páll Nielsen hevur nógv viðskiftafólk innan fakfeløgini. Hetta hóskar væl saman við restina av okkara virksemi. Keypið styrkir samstundis SÓKN Advokatar bæði við vitan og royndum.
Keypið er ein fyrimunur fyri viðskiftafólkið hjá Advokatvirkinum Páll Nielsen. Viðskiftafólkini hava enn somu kontaktpersónar sum áður, men fáa eisini teir fyrimunir, ið eru við at samstarva við eitt størri virki við 5 advokatum.
Starvsfólkini hjá Páll Nielsen flyta í næstum inn í Smæruna, har SÓKN Advokatar húsast.