Á móttøkuni verður høvi at fara umborð á bátin at síggja hann. Eisini eru talur og okkurt gott til góman á skránni.
Nýggi báturin er, eins og Maria, smíðaður í Turkalandi.
Móttøkan verður samstundis eitt hátíðarhald fyri, at Faroe Agency nú flytir í egin høli Yviri við Strond 23, tað eru húsini har Samskip frammanundan hava havt skrivstovu.
Móttøkan er á Bursatanga fríggjadagin 29. januar frá klokkan 15-17. Øll eru hjartaliga vælkomin.
SáH