Fyrireikarnir av cowboy-barruni eru aftur í ár, til dystin fús, tá tað kemur til Norðoyastevnuna. Har verður selt bæði franskar hotdog, chips, toast og sjálvandi eisini ballónir.
Eisini verður høvið, at njóta eina kalda øl í grundstykkini hjá Maverick, ið hevur fleiri beinkir við borð standandi uttanfyri. Fast hevur tað eisini verið, at ymiskir kendir tónleikara hava spælt á Norðoyastevnu í Maverick og nøvn sosum: Terji Rasmussen, Jens Marni, Steintór Rasmussen, Karl Martin Samuelsen v.m. plaga altíð at taka guitarina framm og fýra ein góðan av - uppi í loftinum hjá Maverick. Har er eisini høvið, at syngja Karoke og mong sangtalentur eru eisini blivin funnin í lokal cowboy-barruni Maverick.
Fyrireikarnir hjá cowboy-barruni fara at enda at ynskja øllum gestunum í Klaksvík eina avbera góða Norðoyastevnu.
JáH (y) 31/05-13