NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Tilfeingisrentan er 43 milliónir – ikki ein milliard

21/8/2017

Comments

 
Billede
Til seinasta løgtingsval royndi serliga løgmaður, at spæla jólamaður og bjóðaði palliba pengar. Í KVF segði Løgmaður, at uppboðssølan kundi geva 700 milliónir og onkur hevði nevnt 900 milliónir.

Tað kann verða at Løgmaður ikki veit betri og einans lurtar eftir ávísum búskaparfrøðingum. Men hetta var kola svørt lygn.

Vit hava seinastu 17 árini hoyrt búskaparfrøðingar tosa um óvanliga stóran vinning. Tað sum á føroyskum verður nevnt tilfeingisrenta.

Við til hetta skemt hoyrur, at fremstu fortalarar fyri uppboðssølu konsekvent avnokta, at teir vita nakað um fiskivinnu. Men teir hava skil fyri búskapi siga teir. Vit búskaparfrøðingar hava teir sagt í fleiri ár. Nú hava teir slaka og Jóannes sigur, Eg og Herman.

Í 2015 kom Sjúrður Skaale við einari frágreiðing sum T Trondesen hevði gjørt. Men Trondesen er eisini ein, sum ongantíð hevur fingist við uppboðssølu og harumframt heldur at landið skal eiga alt yvirskot. Og tað var greitt áðrenn hann var biðin um at geva sína tilráðing. Fyri ikki at tala um, hvønn hann tosaði við í Føroyum.

Búskaparfrøðingar eins og aðrir frøðingar hava ymiskar meiningar. Men tað kann sigast við rættuliga stórari vissu, at teir sum tosa um uppboðssølu, hava tað til felags, at teir liggja til vinstru og at allir sum ein tosa um at landið skal hava alt yvirskot og vinnan minst møguligt. Felags fyri teir sum tosa um uppboðssølu er eisini, at teir lítlar og ongar royndir hava við uppboðssølu.

Fyri at tosa seriøst um uppboðssølu er neyðugt at hava stóra vitan um tað sum skal seljast á uppboðssølu. Harumframt er eisini neyðugt at vita hvørji endamál eru og í hvørjari raðfylgju endamálini við einari uppboðssølu eru.

Paul Klemperer, sum hevur staðið fyri stórstu uppboðssølunum í heiminum sigur, aftaná at hava hugsa um tað, at tað ikki ber til at hava uppboðssølu í Føroyum. Tá Charles R Plott, sum í 40 ár hevur skipa fyri nøkrum av stórstu uppboðssølunum í heiminum, aftaná at hava kannað tað sigur, at tað ikki er skilagott at hava uppboðssølu av fiskirættinum í Føroyum, so átti tað at viga nógv. Teir søgdu also báðir, at tað ber ikki til at hava uppboðssølu í Føroyum. Og mótsætt øðrum, bæði útlendskum og heimligum, vita teir, hvat teir tosa um.

Rættuliga greitt er, at Ogn Føroya Fólks er íspunnin í búskaparráðnum ár 2000 Tað stó í lógini, men teir sum gjørdu lógini siga, at tað als ikki skuldi skiljast soleiðis, sum tað nú verður lagt út. Í bláa álitinum frá Johnny í Grótinum, stendur eisini, at einki er sum eitur Fólksins ogn. Men tað tímir eingin at spyrja hesar somu um. Ikki ein gong fiskimálaráðharrin fær hendan spurning.

Í 2014 gjørdi búskaparráðið eina roynd at rokna hvussu stór tilfeingis-rentan var. Og í sjónvarpsstovuni segði Herman Oskarsson at hann fyrihelt seg bara til eina frágreiðing. Út frá hesum er greitt, at Hermann og Jóannes als onga útrokning hava gjørt um hetta tilfeingisgjald, sum teir annars í tíð og ótíð lova føroya fólki gevur 1 milliard eyka í landskassan og umvegis skattalætta hevði tað givið hvørjum føroyingi kr. 20.000 eyka í lumman hvørt ár.

Tað er væl skiljandi at fólk trúgva slíkum jólamonnum. Tíverri duga teir alt ov illa at rokna og alt ov væl at reypa. Tí havi eg gjørt hetta roknistykki, soleiðis at palliba fær røttu søguna. Øll tøl eru úr

búskaparfrágreiðingini fyri 2014. Tó er milliardin eftir tí búskaparfrøðingar og persónligi ráðgevi løgmans pástanda á Facebook og aðrastaðni við.

Tilfeingisrenta av hýrum 396

Tilfeingisrenta reiðarar 76

Tilfeingisgjald goldið 70

Tilfeingisgjald í alt 542

Av hesum er goldið

Goldin skattur av hýrum 141

Partafelagsskattur 33

Tilfeingisgjald goldið 70

Goldið í Alt 244

Munur at gjalda 298

Av hesum manning 255

Av hesum reiðarar 43

Tær 70 miliónirnar blivu goldnar í 2012 og tí havi eg sett tær inn her. Frágreiðingin segði 472 mió. umframt hesar 70. Tilfeingisrenta av hýrum var rokna, tí at hýrur vóru mettar at verða alt ov høgar til ófaglærdar sjómenn. Mett var at kr. 400.000 árliga var rættari. Frágreiðingin gloymdi at taka hædd fyri at flestu skip hava 2 manningar og tí skuldi hýra pr. mann deilast í 2. Tað hevði broytt lutfallið nakað. Síðan samgongan tók við hava teir boða frá, at manningin skal ikki gjalda. Tí ber ikki til at fáa tær 396 milliónirnar í landskassan, sum Búskaparráðið annars roknaði við.

Út frá hesum sæst, at sambært útrokningum hjá Búskaparráðnum kann landskassin bert fáa 43 milliónir meira í landskassan.

Um vit rokna uppá milliardina hjá ávísum Búskaparfrøðingum og ávísum politikarum sær roknistykki soleiðis út.

Tilfeingisrenta 542

Effektivisering í heimaflotanum 341

Tilsamans 883

Reyp 117

Tilfeieingisgjald í alt 1000

Hetta er so tað, tey sum sleppa fram at í KVF siga. Men við at rokna eftir sæst at myndin ikki er so ljósareyð.

Búskaparfrøðiligt reyp 1000

Áður goldið -244

Bara reyp -117

Heit luft heimaflotin -341

Fiskimaðurin góðskrivaður -255

Eftir til reiðarar at gjalda 43

Útrokningin fyri heimaflotan er einki verd og brúki eg ikki tíð uppá at umrøða eina útrokning sum verður gjørd við at flyta tøl og rationaliseringar í nótaflotanum yvir á heimaflotan. Tað gevur onga meining. Harumframt vita øll, sum hava innlit í heimaflotan, at har er als einki at heinta. Kanska besta ár gevur okkurt, men í miðal er tilfeingisrentan negativ.

Nú síggja vit, at líka mikið hvussu vit rokna, so verður tilfeingisrentan 43 milliónir. Hetta er tað, sum ber til at fáa eyka í landskassan at geva skattalætta við. Tað sum vit annars hava fingið lovað var 20.000 skattafríðar krónur árliga.

Hesar 43 milliónirnar geva hvørjum føroyingi kr. 860,- árliga í skattalætta, jólagávu ella hvussu tað so verður deilt út.

Nú havi eg í øllum førum kvalifisera meg til titulin Ársins ljósasløkkjari.

Eivind Jacobsen

Strendur

P.S. Greitt er, at tilfeingisrentan er ójøvn frá árið til ár. Somuleiðis er greitt, at tilfeingisgjald sum goldið er umvegis uppboðssølu er munandi hægri enn búskaparliga forsvarligt. Og tað er her Winners Curse ger seg galdandi. Tað bleiv diskutera í Klaksvík seinasta ár og váttaðu reiðarar at so er. Somuleiðis vísa egnar útrokningar og samanberingar at boð á uppboðssølu eru munandi hægri enn tilfeingisrentan. Tað er tað skaðiligt fyri landskassan og palliba og eigur ikki at halda áfram.

Comments
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.