
Vóru eisini á básinum hjá Klaksvíkar Kommunu og fingu heilsa uppá tveir av stjórunum og vóru teir í sera góðum lag. Eitt av starvsfólkunum aftanfyri kom við einari viðmerking, sum eg má fara at taka til eftirtektar. "Símun, skrivað meira positivt um okkum, so koma vit at keypa frá tær". Nú havi eg skrivað positivt um KK, so verður spennandi í komandi viku, um umsetningurin hjá Klaksvíkar Timburhandli fer upp.
Í KÍ høllini var bilframsýning, har var úrvalið væl betri, men slett ongin fólk. Samanumtikið ein lítil sigandi messa, har fyrireikarin hevur tonkt mest uppá pengapungin hjá sær sjálvum, enn at gera eina góða messu.
Her myndir av byggimessuni og bilmessuni.
SáH