Til ber ikki at skriva seg upp á bíðilistan nú, tí býráðið hevur samtykt at avtaka skipanina við bíðilistum, tá útstykkingin undir Kongavarða og tann í Kollafirði eru avgreiddar. Eftir hetta verður farið til aðra skipan, har umsøkjarar kunnu skriva seg upp til lutakast um grundstykkini, so hvørt sum útstykkingarnar verða framdar.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurdsson, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini siga báðir, at um tørvur og áhugi er, so verður hildið fram og umleið 50 grundstykki verða gjørd byggibúgvin aftrat. T.v.s., at samanlagt kann verða talan um umleið 100 grundstykki í útboði frá kommununi.
Tað er ein øgiligur aktivitetur í umráðnum - niðanfyri hesa útstykkingina verða í løtuni ikki færri enn 32 raðhús bygd eystanfyri verandi raðhús Undir Kongavarða. Talan er um 4 lonir við 8 húsum í hvørjari lon.
Kommunalu stykkini eru um 400 fermetrar hvørt, sløtt og klár til bygging, og liggja soleiðis, at øll kunnu njóta einastandandi góða útsýnið. Útstykkingin liggur omanfyri vegin, millum skúlan á Argjahamri og íbúðarblokkarnar undir Kongavarða.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurdsson, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini, fegnast um, at verulig gongd nú er komin á útstykkingina. Nevnast kann eisini, at fyrsta dagin verður hakin settur í stóru útstykkingina í Kollafirði.
Kelda: Tórshavnar Kommuna