Kl. 06.45 sæst ikki yvir um víkingina, men beint fyri kl. 07.00 lætti mjørkin og Gadus legði at bryggju í aller fagrasta veðrið.
Nakað av fólki var á kajuni, men ikki so nógv sum tað plagar, kanska tí, at tað var so árla á morgni.
Gott lag á monnum, nú teir koma aftur við fullfermdur skipi og hildu teir orð, tá ið teir søgdu, tá teir fóru eystureftir beint fyri Norðoyastevnu "at vit vera aftur áðrenn Ólavsøku" og so var.
Væntandi ferð Gadus aftur til fiskiskap mikudagin. Skipari hendan túrin var Brandur Joensen og mikudagin verður tað Ólavur Biskopstø.
Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim.
SáH