Starvið sum tekniskur stjóri er spennandi og avbjóðandi. Saman við leiðsluni, borgarstjóra og býráðspolitikarum, og ikki minst starvsfólkunum á tekniska økinum, stendur tú á odda fyri at røkka teimum málum, ið kommunan setur sær.
Søkt verður eftir einum stjóra, sum við virkisfýsni gongur á odda fyri tekniska økinum, ið er mannað við dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki.
Arbeiðsøkið
Á teknisku deild eru tvey høvuðsøki: umhvørvi og býarskipan, sum fevnir um byggi- og býarplanlegging, býarskipan, byggimálsviðgerð, umhvørvi o.a. og tekniska økið, sum fevnir um vegir, ljós, kloakkir, fastognir, vatn, o.a.
Arbeiðsuppgávur
Tekniskur stjóri skal saman við leiðsluni mynda deildina, leiða og ganga á odda fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning.
Í gerandisdegnum merkir tað, tað at borgarin í Klaksvíkar kommunu fær eina tænastu á høgum stigi.
Sum tekniskur stjóri er samskifti við starvsfólk, leiðslu og aðrar myndugleikar umráðandi. Tað er ein fyrtreyt, at umsøkjarar hava góðar samskiftisførleikar.
Sum stjóri hevur tú ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av teknisku deild umframt at vera partur av leiðslutoyminum saman við kommunustjóra, vinnu- og mentanarstjóra og trivnaðarstjóra.
Høvuðsuppgávur eru millum annað at:
Leiða og menna teknisku deild
Tryggja, at politiskar avgerðir verða framdar í verki
Leiða langskygt og strategiskt
Hava fíggjarliga og fyrisitingarliga ábyrgd av tekniska økinum
Ráðgeva leiðslu og býráði í tekniskum, býarskipanarligum og umhvørvisligum málum
Tryggja góða fyrisiting og tænastur til borgarar og samstarvsfelagar
Ganga á odda, soleiðis at umsitingin verður í fremstu røð á avvarðandi ábyrgdarøkjum
Tryggja góða stýring og leiðslu av verkætlanum og greiða kunning til býráðið og leiðsluna um støðuna og gongdina í raðfestum verkætlanum
Umráðandi er, at tú hevur:
Leiðsluatferð, sum mennir starvsfólkið og skapar trivnað
Royndir í fíggjarstýring og hegni at fremja effektiviseringar og skipa greiðar mannagongdir
Góðar fyrisitingarligar og málsligar førleikar
Gott strategiskt skil og framskygda leiðslutilgongd
Nýhugsandi tankagongd, ert virkisfús/ur og dugir at seta greið mál og skapa úrslit
Góð evni at raðfesta, samskipa og avhanda uppgávur
Vilja og dirvi at taka avgerðir og at standa við tær
Góðar førleikar at samskifta greitt
Góð evni at leiða verkætlanir og tryggja, at tær verða framdar
Álitisvekjandi atburð og ert tænastusinnað/ur
Umsøkjari, ið verður settur, skal hava gott innlit í tær treytir, sum eru galdandi í einari kommunalari umsiting.
Væntað verður, at umsøkjari hevur viðkomandi royndir at leiða verkætlanir. Eisini verður væntað, at umsøkjari hevur innlit í tekniska økið.
Tað er sera týdningarmikið, at umsøkjarin hevur vilja og hegni at ganga á odda, og at hann saman við leiðslu og starvsfólkum megnar at røkka settum málum.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Tú kemur at verða partur av einum royndum og eldhugaðum toymi á teknisku deild, ið leggur dent á at loysa uppgávur skjótt og væl.
Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava:
Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving saman við viðkomandi royndum
Leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum
Umsøkjarar verða mettir eftir leiðsluligum, fakligum og persónligum førleikum.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelagi Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Stjórin hevur tilvísing til kommunustjóran.
Talan er um áramálssett starv - 5 ár. Latin verður ein áramálsviðbót.
Umsóknarfreistin er mánadagin 6. desember kl 12.00.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: "Tekniskur stjóri til Klaksvíkar kommunu".
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúna Rasmussen, kommunustjóra, tel. 224021, [email protected].
Starvið verður sett 1. februar 2022 ella eftir nærri avtalu.
Klaksvíkar Kommuna