NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Skal Bakkafrost hava alt í Norðoyggjum?

11/7/2019

Comments

 
Billede
Eg veit væl, at tað er ein vánaligur politikkur, at skriva ímóti teimum heilt stóru, tí hesir hava øgiliga makt og kunnu gera tað, at man ikki fær nakað sum helst at siga í framtíðini, men máti skal vera við, hvussu nógva makt ein maður kann fáa og kann ein maður í Eysturoynni stýra Norðoyggjum? og hvat fær Norðoyggjar buturúr? nú bæði partafelagið og øll framleiðsan er á Bakka.

Regin Jacobsen kann gera akkurát hvat hann hevur hug til í Norðoyggjum, hann kann stongja havnaløg av, hann kann dálka allar okkara firðir og hann kann koyra tonsavís av gift á sjógvin, fyri at basa lúsini á laksunum og nú hevur hann møguliga fingið Heilsufrøðiliga Starvsstovuna í sín part og kann reka hvønn mann burtur, sum kemur fyri hansara ætlanum í Norðoyggjum, er tað rætt? ella skulu vit bara hyggja at? og hvat fær Norðoyggjar burturúr, at okkara firðir vera dálkaðir og alt livandi doyr, har alingin er? Hví kunnu hummarafiskarar ikki hava onkur økir at fiska á og hvussu stórir ætlar Regin Jacobsen at vera? hevur hann ikki fingið nokk enn? men eg skal minna hann á, at hann fær ongar pengar við upp til himmals og hansara dagar eru taldir, júst sum okkara dagar eru taldir. Her viðmerking frá Sólarn Isaksen, sum nú má gevast at reka hummarafiskiskap vegna Bakkafrost og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:

“So hendi tað ið eg var bangin fyri. HFS hevur sent mar ein mail hvar teir siga at, og eg siterið, flyta alla hummaraútgerðina av økinum HJÁ bakkafrost í haraldsundið innan mánadagin 15/07-2019 annars takað vit onnur stig, og tað verður at, vit útvega fartøj at flyta hummaraútgerðina og tú skalt gjalda. Hettar eru hægstu minduleikar tá teir eru bestir, bakkafrost hevur fyngið loyvið frá HFS at ala í haraldsundið uttan at spyrja teir ið fiska hummara har, og vit fiskaðu hummara í haraldsundið lengt áðrenn bakkafrost byrjaði at ala har, vita eftir um nøkur ár so ferð HFS at siga at tað var nokk ikki í lagið at geva loyvið til aling á hasum staðnum, menn tá er ov seint, so eg eri sera keddur í kvøld, kanska mótparturin svevur betrið frá nú av 🙁 :-(“

Hetta er also ikki rætt. Veit væl, at her eru milliónir uppá spæl, men Regin Jacobsen hevur also fingið nokk frá Norðoyggjum og hava Norðoyggjar fingið seg dekkaðan inn peningaliga og umhvørvisliga?, nú hvør fjørður verður hunddálkaður? ella kann Bakkafrost vinna 100tals milliónir í Norðoyggjum og bert skattakrónirnar hjá arbeiðsfólkunum her norðuri enda í Kommunukassunumi? ella kann onkur upplýsa News.fo og Norðoya Portalinum, hvussu alt hongur saman og hvussu nógv okkara Kommunur fáa burturúr at hava Bakkafrost á øllum okkara firðum?

SáH

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly