Skipi hevur vanliga 1800 ferðafólk við og telur mannskapi 794, men kann skipi hava heilt uppí 1928 ferðafólk við. Hvussu nógv ferðafólk eru við hendan túrin veit eg ikki, men man fólkatalið í Klaksvík ikki vera økt 25% prosent í dag.
Oriana er 22 ára gamalt og fór í sigling 9 apríl 1995, er heimahoyrandi í Hamilton, Bermuda, tað er 260 metur langt og 32.20 metur breitt og er í 10 hæddum.
Oriana siglir skjótt, 24 sjómíl ella 44 km/t.
Ikki serliga heppi at koma á Klaksvík kl. 07.45 sunnumorgun, tá er einki opið í Klaksvík, men eg koyrdi ein túr runt Klaksvíkingina og tá hevði onkrir handlar og matstovur latið upp, eisini Norðoya Fornminnisavn hevði latið upp.
Oriana liggur á Norðhavnini til kl. 17.00 ídag og so gongur leiðin víðari.
SáH