NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vinnumennari til Klaksvíkar kommunu - longd freist

18/1/2023

Comments

 
Picture
​Kundi tú hugsa tær at arbeitt við at styrkja og menna vinnuøkið í Klaksvíkar kommunu?, og kundi tú hugsa tær at arbeitt við at menna ferðavinnupolitikkin í Klaksvíkar kommunu, so ert tú tann vit leita eftir.

Vinnumennarin skal stuðla vinnustjóranum í sínum arbeiði við at skapa góðar karmar fyri vinnulívið. Sum vinnumennari kemur tú eisini at vera við til at tryggja, at tænasturnar, sum verða veittar innan vinnuøkið, eru á einum høgum góðskustigi.

Starvsinnihald
Týdningarmestu uppgávurnar hjá vinnumennaranum eru at:
• arbeiða miðvíst við at betra um tænasturnar til vinnuna
• menna hugskot, sum stuðla undir góðar karmar hjá vinnuni
• menna ferðavinnupolitik
• fremja strategiska menning av vinnuøkinum sum heild
• megna at leiða verkætlanir á vinnuøkinum, tó undantikið tekniskar byggiverkætlanir
• verða við til at samskipa tiltøk fyri vinnuna, t.d. ráðstevnur og líknandi
• fremja uppgávur, so sum viðgera og avgreiða mál á vinnuøkinum
• fremja samtyktir hjá nevndum og býráð, sum fevna um vinnuøkið

Umráðandi er, at tú hevur:
• royndir innan verkætlanarleiðslu
• góð evni at samstarva í toymum
• førleikar at arbeiða strategiskt
• góð evni at samskifta, bæði í skrift og talu

Tann, ið verður settur, skal hava innlit í vinnulívið. Tað er sera týdningarmikið, at umsøkjarar hava vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir og megna at gera hugskot til veruleika.

Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava:
• viðkomandi útbúgving saman við viðkomandi vinnuligum royndum
• royndir frá tí privata og/ella almenna arbeiðsmarknaðinum
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Tú kemur at verða partur av einum royndum og eldhugaðum starvsfólkahópi.

Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið. Vinnumennarin hevur tilvísing til vinnustjóran.

Starvið verður sett 1. apríl 2023 ella eftir nærri avtalu.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóra, tel. 219549, [email protected].

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 1. februar 2023.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Vinnumennari

Um vinnuøkið
Vinnuøkið umsitur Klaksvíkar havn, Grót- og tilfarssøluna, ídnað og Íverksetarhúsið. Vinnumenning og samstarv við Vinnulívsráðið og Klaksvíkar handilsfelag er eisini fevnt av økinum.

Klaksvíkar Kommuna

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.