Tann lættasti mátin at byggja eitt gólv við halli, er at stoypa tað. Tá verður alt gólvið, uttan brúsirúmið, stoypt vatnrætt. Í brúsirúminum verður so stoypt eitt hall yvir ímóti ristini. Tað er gott at hava eina rist afturat inni á flata stóra gólvinum, men tá er ikki neyðugt at hava hall yvir til hana.
Tað hevur stóran týdning at gera eitt vátrúmsgólv rætt frá byrjan, tí tað er bæði strævið og kostnarðarmikið at fara afturumaftur. Er talan um eitt rúm við vinyli á træplátu, sum hevur skeivt hall, mugu gólvpláturnar upp frá aftur og leggjast av nýggjum. Er talan um flísar omaná á plátu, er mannagongdin tann sama sum omanfyri. Og eru tað flísar omaná stoypt gólv, mugu flísarnar av – kanska er nóg mikið at taka flísarnar á tí økinum, har vatnið stendur, upp frá, men sum oftast er ein vátrúms-membran undir, og tá hon verður brotin, skal hon smyrjast av nýggjum, øll sum hon er.
Tað er ikki so lætt at leggja gólv í vátrúmi sjálv/ur, men tað ber til, og tað er eisini í lov. Nógv fólk hava goðar royndir av at arbeiða við einum kjallaragólvi, har ein rist skal leggjast í gólvið við vaskið ella varkimaskinuna, áðrenn tey fara í holt við baðirúmini inni í húsinum.
Fyri at finna rætta halli, mugu fleiri vaterpass brúkast, men ein stálkúla, ca. 2 sentmetrar í tvørmáti, kann eisini brúkast. Hon skal, áðrenn flísar verða lagdar, kunna trilla ímóti ristini, tá hon verður løgd á gólvplátu ella turrt betongi.
Kelda: www.balslev.fo